anime

18 versir um "anime"

Versir

Síða 1 av 1
Onnur Mósebók 35:31 Onnur Mósebók

og fylt hann við Anda Guds, við vísdómi, viti og kunnskapi, og við dugnaskapi til alskyns arbeiði,

11
Onnur Mósebók 35:32 Onnur Mósebók

at upphugsa listarverk, at arbeiða í gulli, silvuri og kopari,

11
Onnur Mósebók 35:33 Onnur Mósebók

at brýna steinarnar, ið inn skulu fellast, og at skera út í træi, skjótt at siga, at útinna alskyns listarverk.

11
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

11
Fyrra Korintbrævið 10:31 Fyrra Korintbrævið

Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!

9
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið

Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!

7
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:15 Fyrra Jóhannesarbrævið

Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum.

6
Kolossibrævið 2:8 Kolossibrævið

Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!

5
Fyrra Timoteusarbrævið 5:22 Fyrra Timoteusarbrævið

Ver ikki skjótur at leggja hendurnar á nakran, hav ikki lut í syndum annara – halt teg sjálvan reinan!

5
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið

Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.

4
Titusarbrævið 3:3 Titusarbrævið

Tí eisini vit vóru einaferð skilaleys, ólýðin, villfarandi, trælir undir mongum ymiskum girndum og lystum; vit livdu í óndskapi og øvund, vóru hatað og hataðu hvørt annað.

4
Hebrearabrævið 3:12 Hebrearabrævið

– síggið soleiðis til, brøður, at aldri í nøkrum av tykkum er ónt, vantrúgvandi hjarta, so hann fellur frá hinum livandi Gudi!

4
Sálmarnir 11:5 Sálmarnir

HARRIN roynir hin rættvísa; men hin gudleysa og tann, ið elskar órætt, hatar sál Hansara;

3
Fyrra Timoteusarbrævið 1:3 Fyrra Timoteusarbrævið

Eg biði teg – nú sum táið eg fór til Makedonia – at verða verandi í Efesus, fyri at tú skalt áleggja summum, ikki at ganga við fremmandari læru

3
Fyrra Timoteusarbrævið 1:4 Fyrra Timoteusarbrævið

og ikki at lurta eftir ævintýrum og endaleysum ættartølum, sum meiri elva trætur enn fremja húshald Guds í trúnni.

3
Fyrra Timoteusarbrævið 1:5 Fyrra Timoteusarbrævið

Endamál tess, ið álagt er, er kærleiki av reinum hjarta, góðari samvitsku og trúgv, ið ikki bert er eiti.

3
Fyrra Timoteusarbrævið 1:6 Fyrra Timoteusarbrævið

Frá hesum eru summi vilst burtur og hava vent sær til tómt tos;

3
Sálmarnir 4:5 Sálmarnir

Harmist, og syndið ikki! Hugsið tykkum um á legu tykkara, og verið stillir! – Sela.

2