angur
13 versir um "angur"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Korintbrævið 2:14 Seinna Korintbrævið
Men Gudi veri tøkk, sum í Kristusi altíð leiðir okkum fram til sigur og á hvørjum staði letur góða anga kunnskapar Síns opinberast við okkum!
Fyrsta Mósebók 8:21 Fyrsta Mósebók
Táið HARRIN kendi tann góða angan, segði Hann í hjarta Sínum: „Eg skal aldri aftur banna jørðini fyri menniskjans skuld, tí menniskjahjartans tankar eru óndir líka frá ungdóminum. Eg skal aldri aftur forkoma øllum livandi, soleiðis sum Eg havi gjørt nú.
Seinna Korintbrævið 2:16 Seinna Korintbrævið
Teimum, ið fortapast, eru vit angi av deyða til deyða; teimum, ið frelst verða, eru vit angi av lívi til lív. Og hvør dugir til hetta?
Efesusbrævið 5:2 Efesusbrævið
og livið í kærleika, eins og Kristus elskaði okkum og gav Seg sjálvan fyri okkum sum gávu og offur, Gudi til tokkaligan anga!
Triðja Mósebók 1:13 Triðja Mósebók
Innvølurin og føturnir skulu verða vaskaðir í vatni, og so skal presturin bera alt samalt fram og brenna tað á altarinum; tað er brennioffur, eldoffur, HARRANUM til góðan anga.
Fjórða Mósebók 15:3 Fjórða Mósebók
og tit ofra HARRANUM eldoffur – brennioffur ella sláturoffur av neytunum ella av smáfænum, HARRANUM til góðan anga – tað veri nú fyri at uppfylla lyfti ella sum sjálvkravt offur ella á einari av høgtíðum tykkara,
Seinna Korintbrævið 2:15 Seinna Korintbrævið
Tí vit eru góði angi Kristusar fyri Gudi – millum teirra sum frelst verða, og millum teirra, sum fortapast.
Triðja Mósebók 1:9 Triðja Mósebók
Innvølurin og føturnir skulu verða vaskaðir í vatni, og so skal presturin brenna alt samalt á altarinum; tað er brennioffur, eldoffur, HARRANUM til góðan anga.
Sálmarnir 141:2 Sálmarnir
Lat bøn mína verða roknaða sum roykoffur fyri ásjón Tíni, upplyftu hendur mínar sum kvøldoffur!
Jóhannes 15:13 Jóhannes
Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.
Fyrra Korintbrævið 1:18 Fyrra Korintbrævið
Tí orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds.
Seinna Korintbrævið 4:3 Seinna Korintbrævið
Er tá enn evangelium okkara fjalt, so er tað teimum, ið fortapast, tað er fjalt
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,