Andrias
83 versir um "Andrias"
Versir
Síða 2 av 2Markus 13:3 Markus
Táið Hann so sat á Oljufjallinum, beint yvir av templinum, spurdu Pætur, Jákup, Jóhannes og Andrias Hann einsæri:
Lukas 6:14 Lukas
Símun, sum Hann eisini nevndi Pætur, og Andrias, bróður hansara, Jákup og Jóhannes, Filip og Bartolomeus,
Jóhannes 1:40 Jóhannes
Hann segði við teir: „Komið og síggið!“ Teir komu tá og sóu, hvar Hann hevði tilhald, og teir vórðu hjá Honum tann dagin; tað var um tíggjunda tíman.
Jóhannes 1:42 Jóhannes
Hann hitti fyrst bróður sín, Símun, og segði við hann: „Vit hava funnið Messias“ (tað er útlagt: Kristus).
Jóhannes 2:1 Jóhannes
Triðja dagin var brúdleyp í Kana í Galilea, og móðir Jesus var har.
Jóhannes 2:2 Jóhannes
Eisini Jesus og lærisveinar Hansara vórðu bodnir í brúdleypið.
Jóhannes 2:3 Jóhannes
Nú varð vínið uppi, og móðir Jesus segði við Hann: „Tey hava einki vín.“
Jóhannes 2:4 Jóhannes
Jesus svaraði henni: „Hvat havi Eg við teg at gera, kvinna! Tími Mín er ikki komin enn.“
Jóhannes 2:5 Jóhannes
Móðir Hansara segði við tænararnar: „Tað, sum Hann sigur við tykkum, skulu tit gera.“
Jóhannes 2:6 Jóhannes
Nú stóðu har seks vatníløt av steini, soleiðis sum siður var hjá Jødunum við reinsan; tey tóku hvørt tvey ella trý bat.
Jóhannes 2:7 Jóhannes
Jesus segði við tey: „Fyllið íløtini við vatni!“ Tey fyltu tey tá á tremur.
Jóhannes 2:8 Jóhannes
So segði Hann við tey: „Oysið nú uppúr og berið fyristøðumanninum!“ Tey bóru honum tað.
Jóhannes 2:9 Jóhannes
Táið fyristøðumaðurin nú smakkaði á vatnið – sum var vorðið vín – og ikki visti, hvaðani tað var komið – men tænararnir, sum høvdu oyst vatnið uppúr, vistu tað – rópti fyristøðumaðurin brúðgómin og segði við hann:
Jóhannes 2:10 Jóhannes
„Hvør maður setur fyrst hitt góða vínið fram, og táið teir eru vorðnir druknir, tá hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið til nú!“
Jóhannes 2:11 Jóhannes
– Hetta fyrsta tekin Sítt gjørdi Jesus í Kana í Galilea – og opinberaði dýrd Sína, og lærisveinar Hansara trúðu á Hann.
Jóhannes 2:12 Jóhannes
So fór Hann oman til Kapernaum, Hann, móðir Hansara, brøður Hansara og lærisveinar Hansara; men har steðgaðu tey ikki nógvar dagar.
Jóhannes 2:13 Jóhannes
Páskir Jødanna vóru nú nær, og Jesus fór niðan til Jerusalem.
Jóhannes 2:14 Jóhannes
Í templinum fann Hann teir sitandi, sum seldu neyt, seyð og dúvur, og peningavekslararnar.
Jóhannes 2:15 Jóhannes
Tá gjørdi Hann Sær koyril av togi og rak tey øll út úr templinum, bæði seyðin og neytini; og Hann stoytti niður smápeningar peningavekslaranna og koyrdi umkoll borð teirra.
Jóhannes 2:16 Jóhannes
Hann segði við teir, ið seldu dúvur: „Takið hetta burt hiðani, gerið ikki hús Faðirs Míns til handil!“
Jóhannes 2:17 Jóhannes
Tá kom lærisveinum Hansara í hug, at skrivað er: „Ídni fyri húsi Tínum hevur etið Meg upp.“
Jóhannes 2:18 Jóhannes
Jødarnir tóku nú til orða og søgdu við Hann: „Hvat tekin vísir Tú okkum, síðani Tú gert hetta?“
Jóhannes 2:19 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Brótið niður hetta tempul, og Eg skal reisa tað upp aftur eftir trimum døgum!“
Jóhannes 2:20 Jóhannes
Tá søgdu Jødarnir: „Í 46 ár stóð hetta tempul í gerð, og Tú skalt reisa tað upp aftur eftir trimum døgum!“
Jóhannes 2:21 Jóhannes
– Men Hann talaði um tempul likams Síns.
Jóhannes 2:22 Jóhannes
Seinni, táið Hann var risin upp frá hinum deyðu, mintust lærisveinar Hansara, at Hann hevði sagt hetta, og teir trúðu skriftini og orðinum, ið Jesus hevði sagt.
Jóhannes 2:23 Jóhannes
Meðan Hann nú var í Jerusalem um páskirnar, á høgtíðini, trúðu mong á navn Hansara, táið tey sóu tekin Hansara, sum Hann gjørdi.
Jóhannes 2:24 Jóhannes
Men Jesus sjálvur leit Seg ikki til teirra, tí Hann kendi øll,
Jóhannes 2:25 Jóhannes
og tí Honum nýttist ikki, at nakar skuldi vitna um menniskjuna; Hann visti sjálvur, hvat í menniskjuni var.
Jóhannes 6:9 Jóhannes
„Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir smáar fiskar; men hvat er tað til so mong!“
Jóhannes 12:20 Jóhannes
Nú vóru nakrir Grikkar millum teirra, sum komu niðan at tilbiðja á høgtíðini.
Jóhannes 12:21 Jóhannes
Teir komu til Filip, sum var úr Betsaida í Galilea, og bóðu hann: „Harri, vit høvdu fegnir viljað sæð Jesus!“
Ápostlasøgan 1:13 Ápostlasøgan
Táið teir vóru komnir hagar, fóru teir upp í salin í erva, har sum teir hildu til – Pætur, Jóhannes, Jákup, Andrias, Filip, Tummas, Bartolomeus, Matteus, Jákup, sonur Alfeus, Símun Zelotes og Judas, sonur Jákup.