Andrias

83 versir um "Andrias"

Versir

Síða 1 av 2
Jóhannes 6:8 Jóhannes

Ein av lærisveinum Hansara, Andrias, bróðir Símun Pætur, segði við Hann:

5
Matteus 10:1 Matteus

Hann kallaði nú hinar tólv lærisveinar Sínar til Sín og gav teimum vald yvir óreinum andum, at reka teir út, og at grøða hvørja sjúku og hvønn veikleika.

4
Matteus 10:2 Matteus

Hetta eru nøvn hinna tólv ápostla: Fyrstur Símun, sum kallast Pætur, og Andrias, bróðir hansara; Jákup, sonur Zebedeus, og Jóhannes, bróðir hansara;

4
Matteus 10:3 Matteus

Filip og Bartolomeus, Tummas og Matteus tollari; Jákup, sonur Alfeus, og Lebbeus, sum eisini hevði navnið Taddeus;

4
Matteus 10:4 Matteus

Símun Kánaneari og Judas Iskariot, hann, ið sveik Hann.

4
Matteus 10:5 Matteus

Hesar tólv sendi Jesus út og beyð teimum: „Takið ikki leiðina út til heidningarnar, og farið ikki inn í nakran bý Samverja!

4
Matteus 10:6 Matteus

Nei, farið heldur til hinar burtmistu seyðir av húsi Ísraels!

4
Matteus 10:7 Matteus

Og sum tit ferðast fram, skulu tit prædika og siga: „Ríki Himmiríkis er komið nær.“

4
Matteus 10:8 Matteus

Grøðið sjúk, vekið upp deyð, reinsið spitølsk, rekið út illar andar! Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki.

4
Matteus 10:9 Matteus

Fáið tykkum ikki gull ella silvur ella kopar í belti tykkara,

4
Matteus 10:10 Matteus

ikki tasku at ferðast við, ikki tveir kyrtlar, ikki skógvar, ikki stav! Tí arbeiðsmaðurin er føði sína verdur.

4
Matteus 10:11 Matteus

Har sum tit koma inn í bý ella bygd, spyrjið eftir har, hvør ið er tað verdur, og verðið hjá honum, inntil tit fara avstað haðani!

4
Matteus 10:12 Matteus

Táið tit koma inn í hús, so heilsið tí!

4
Matteus 10:13 Matteus

Er tá húsið tað vert, so komi friður tykkara yvir tað! Men er tað tað ikki vert, vendi friður tykkara aftur til tykkara.

4
Matteus 10:14 Matteus

Um onkur ikki tekur ímóti tykkum og ikki lurtar eftir orðum tykkara, so farið út úr tí húsi ella tí býi, og ristið dustið av fótum tykkara!

4
Matteus 10:15 Matteus

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Sodoma- og Gomorralandi skal gangast frægari dómsdagin enn tí býi.

4
Matteus 10:16 Matteus

Eg sendi tykkum út sum seyð mitt ímillum úlvar! Verið tí klókir sum ormar og einfaldir sum dúvur!

4
Matteus 10:17 Matteus

Men varðið tykkum fyri menniskjunum! Tí tey fara at geva tykkum upp til dómstólar og húðfleingja tykkum í sýnagogum sínum;

4
Matteus 10:18 Matteus

tit skulu verða leiddir fyri landshøvdingar og kongar fyri Mína skuld, teimum og heidningunum til vitnisburð.

4
Matteus 10:19 Matteus

Táið tey nú geva tykkum upp, stúrið tá ikki fyri, hvussu ella hvat tit skulu tala! Tí tað skal verða tykkum givið í somu stund, sum tit skulu tala.

4
Matteus 10:20 Matteus

Tað eru jú ikki tit, ið tala, nei, tað er Andi Faðirs tykkara, sum talar í tykkum.

4
Matteus 10:21 Matteus

Bróðir skal geva bróður upp til deyða, og faðir barn sítt; og børn skulu reisa seg móti foreldrum og volda deyða teirra.

4
Matteus 10:22 Matteus

Tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns Míns skuld; men tann, ið heldur út inntil endan, skal verða frelstur.

4
Matteus 10:23 Matteus

Táið tey nú liggja eftir tykkum í einum býi, so flýggið til ein annan! Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Tit skulu ikki verða lidnir við býir Ísraels, áðrenn Menniskjasonurin kemur.

4
Matteus 10:24 Matteus

Lærisveinurin er ikki yvir meistara sínum; ei heldur er tænarin yvir harra sínum.

4
Matteus 10:25 Matteus

Tað er lærisveininum nóg mikið, at hann verður sum meistari hansara, og tað er tænaranum nóg mikið, at hann verður sum harri hansara. Hava tey kallað húsbóndan Be’elzebul, hvussu mikið meiri tá ikki húsfólk Hansara!

4
Matteus 10:26 Matteus

Tit mugu tí ikki ræðast tey. Tí einki er dult, sum skal ikki verða opinberað, og einki er loynt, sum skal ikki verða kunnigt.

4
Matteus 10:27 Matteus

Tað, sum Eg sigi tykkum í myrkrinum, talið tað í ljósinum, og tað, sum tykkum verður lýtt í oyrað, prædikið tað uppi á tekjunum!

4
Matteus 10:28 Matteus

Og óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men fáa ikki dripið sálina! Nei, óttist heldur Hann, sum kann forkoma bæði sál og likami í Helviti!

4
Matteus 10:29 Matteus

Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein smápening! Og hvørgin teirra fellur til jarðar, uttan Faðir tykkara vil.

4
Matteus 10:30 Matteus

Á tykkum eru enntá øll hárini á høvdinum tald.

4
Matteus 10:31 Matteus

Verið tí ikki ræddir! Tit eru meiri verdir enn mangir spurvar.

4
Matteus 10:32 Matteus

Hvør tann, sum tí kennist við Meg fyri menniskjum, hann skal eisini Eg kennast við fyri Faðir Mínum, sum er í Himli.

4
Matteus 10:33 Matteus

Men tann, ið avnoktar Meg fyri menniskjum, skal eisini Eg avnokta fyri Faðir Mínum, sum er í Himli.

4
Matteus 10:34 Matteus

Hugsið ikki, at Eg eri komin við friði til jarðar! Eg eri ikki komin við friði, men við svørði.

4
Matteus 10:35 Matteus

Tí Eg eri komin at volda ósemju millum mann og faðir hansara, millum dóttur og móður hennara, millum sonarkonu og vermóður hennara.

4
Matteus 10:36 Matteus

Húsfólk mansins skal verða fíggindar hansara.

4
Matteus 10:37 Matteus

Tann, ið elskar faðir ella móður meir enn Meg, er Meg ikki verdur; tann, ið elskar son ella dóttur meir enn Meg, er Meg ikki verdur;

4
Matteus 10:38 Matteus

tann, ið tekur ikki kross sín og fylgir Mær eftir, er Meg ikki verdur.

4
Matteus 10:39 Matteus

Tann, ið bjargar lívi sínum, skal missa tað; og tann, ið missir lív sítt fyri Mína skuld, skal bjarga tí.

4
Matteus 10:40 Matteus

Tann, sum tekur ímóti tykkum, tekur ímóti Mær; tann, sum tekur ímóti Mær, tekur ímóti Honum, sum sendi Meg.

4
Matteus 10:41 Matteus

Tann, sum tekur ímóti profeti, tí hann er profetur, skal fáa somu løn sum profetur; tann, sum tekur ímóti einum rættvísum, tí hann er ein rættvísur, skal fáa somu løn sum ein rættvísur.

4
Matteus 10:42 Matteus

Tann, ið gevur einum av hesum smáu bert bikar av køldum vatni at drekka, tí hann er lærisveinur – sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal als ikki missa løn sína!“

4
Jóhannes 1:41 Jóhannes

Annar av teimum báðum, ið hoyrdu tað, sum Jóhannes segði, og fóru aftan á Jesusi, var Andrias, bróðir Símun Pætur.

4
Matteus 4:18 Matteus

Sum Hann nú gekk við vatnið í Galilea, sá Hann tveir brøður, Símun, ið kallast Pætur, og Andrias, bróður hansara, seta garn í vatnið; tí teir vóru fiskimenn.

3
Markus 1:16 Markus

Sum Hann nú gekk fram við vatninum í Galilea, sá Hann Símun og Andrias, bróður hansara; teir settu garn í vatnið; tí teir vóru fiskimenn.

3
Markus 3:18 Markus

so Andrias, Filip, Bartolomeus, Matteus, Tummas, Jákup, sonur Alfeus, Taddeus, Símun Kánaneari

3
Jóhannes 1:44 Jóhannes

Dagin eftir ætlaði Hann at fara haðani til Galilea, og Hann hitti Filip. Jesus segði við hann: „Fylg Mær!“

3
Jóhannes 12:22 Jóhannes

Filip fór og segði tað við Andrias; Andrias og Filip komu og søgdu tað við Jesus.

3
Markus 1:29 Markus

Við tað sama sum teir vóru komnir út úr sýnagoguni, komu teir inn hjá Símuni og Andriasi, saman við Jákupi og Jóhannesi.

2