Andir
11 versir um "Andir"
Versir
Síða 1 av 1Prædikarin 12:7 Prædikarin
– og dustið fer aftur í moldina og verður, sum tað var áður, og andin fer aftur til Gud, sum gav hann!
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:18 Fyrra Jóhannesarbrævið
Ótti er ikki í kærleikanum; nei, hin fullkomni kærleiki rekur óttan út. Tí ótti hevur straffina í sær, og tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum.
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið
Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.
Triðja Mósebók 20:6 Triðja Mósebók
Vendir onkur sær til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa, og rennur eftir teimum í trúleysum fráfalli, so skal Eg seta ásjón Mína móti tí menniskja og týna tað úr fólki tess.
Seinna Kongabók 6:14 Seinna Kongabók
sendi hann hestar og vagnar og stóran her hagar; teir komu hagar um náttina og slógu ring um býin.
Seinna Kongabók 6:15 Seinna Kongabók
Táið nú tænari gudsmansins tíðliga morgunin eftir fór út, sá hann, at herur við hestum og vagnum hevði sligið ring um býin. Tá segði tænari hansara við hann: „Á harri, hvat skulu vit gera!“
Seinna Kongabók 6:16 Seinna Kongabók
Hann svaraði: „Ræðst ikki! Teir, ið eru við okkum, eru fleiri enn teir, ið eru við teimum.“
Seinna Kongabók 6:17 Seinna Kongabók
Og Elisa bað og segði: „HARRI! Lat eygu hansara upp, so hann sær!“ Tá læt HARRIN upp eygu tænarans, og hann sá, at fjallið var fult av eldhestum og eldvagnum rundan um Elisa.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda
Fyrra Timoteusarbrævið 4:2 Fyrra Timoteusarbrævið
við hykli lygilærara, sum eru brennimerktir í síni egnu samvitsku,
Fyrra Timoteusarbrævið 4:3 Fyrra Timoteusarbrævið
sum forbjóða at giftast og geva boð um at halda seg frá føði, ið Gud hevur skapt, fyri at tey, sum trúgva og hava lært sannleikan at kenna, skulu njóta hana við tøkk.