andaverðin
80 versir um "andaverðin"
Versir
Síða 2 av 2Job 1:11 Job
Men rætt bert út hondina og nem við alt, ið hann eigur – vita, um hann bannar Tær ikki beint upp í eyguni!“
Job 1:12 Job
Tá segði HARRIN við Satan: „Gott! Alt, ið hann eigur, er í hond tíni; bert móti honum sjálvum mást tú ikki rætta út hondina!“ – So fór Satan burtur frá ásjón HARRANS.
Job 1:13 Job
So ein dag ið synir og døtur hansara ótu og drukku heima hjá elsta bróðurinum,
Job 1:14 Job
kom ein til Job og segði: „Neytini gingu fyri plónum, og esilsryssurnar lógu og ótu tætt við;
Job 1:15 Job
tá hildu Sabearar á og tóku tey; dreingirnar høgdu teir niður við svørði; eg var tann einasti, ið slapp, so eg kundi bera tær boð um tað.“
Job 1:16 Job
Hesin var ikki liðugur at tosa, tá kom ein annar og segði: „Eldur Guds fall niður av himli og sló niður millum smáfæið og dreingirnar og brendi tey upp; eg var tann einasti, ið slapp, so eg kundi bera tær boð um tað.“
Job 1:17 Job
Hesin var ikki liðugur at tosa, tá kom tann triði og segði: „Kaldearar komu í trimum flokkum og løgdu á kamelarnar og tóku teir; dreingirnar høgdu teir niður við svørði; eg var tann einasti, ið slapp, so eg kundi bera tær boð um tað.“
Job 1:18 Job
Hesin var ikki liðugur at tosa, tá kom tann fjórði og segði: „Synir tínir og døtur tínar ótu og drukku heima hjá elsta bróðurinum;
Job 1:19 Job
tá kom knappliga harður stormur handan úr oyðimørkini; hann tók í øll fýra horn húsins, so tað fór umkoll oman yvir tey ungu og drap tey; eg var tann einasti, ið slapp, so eg kundi bera tær boð um tað.“
Job 1:20 Job
Tá reisti Job seg upp og skræddi kappan, klipti hárið av høvdinum, kastaði seg til jarðar og tilbað
Job 1:21 Job
og segði: „Nakin kom eg úr móðurfangi, og nakin fari eg hagar aftur – HARRIN gav, og HARRIN tók; navn HARRANS veri lovað!“
Job 1:22 Job
– Í øllum hesum syndaði Job ikki, og hann lastaði ikki Gud fyri tað, ið hent hann hevði.
Job 2:1 Job
Nú bar so á ein dag, at synir Guds komu og stigu fram fyri HARRAN, og millum teirra kom eisini Satan og steig fram fyri Hann.
Job 2:2 Job
HARRIN spurdi Satan: „Hvaðani kemur tú?“ Satan svaraði HARRANUM: „Eg havi farið um jørðina og reikað aftur og fram á henni.“
Job 2:3 Job
Tá spurdi HARRIN Satan: „Hevur tú givið tænara Mínum Job gætur? Eingin er á jørðini sum hann – so ólastandi og rættsintur maður, ið óttast Gud og heldur seg frá tí, sum ónt er. Hann er líka ólastandi enn, og uttan grund hevur tú eggjað Meg at týna hann.“
Job 2:4 Job
Men Satan svaraði HARRANUM: „Húð fyri húð! Alt, ið maður eigur, letur hann fyri lív sítt!
Job 2:5 Job
Men vita nú og rætt út hondina og nem við bein og hold hansara – vita, um hann bannar Tær ikki beint upp í eyguni!“
Job 2:6 Job
Tá segði HARRIN við Satan: „Gott! Hann er í hond tíni; tú skalt bert spara lív hansara!“
Job 2:7 Job
So fór Satan burtur frá ásjón HARRANS, og hann sló Job við ringum svullum líka frá hvirli til iljar.
Job 2:8 Job
Hann tók sær tá leirbrot at skava seg við, har hann sat á øskudunganum.
Job 2:9 Job
Tá segði kona hansara við hann: „Tú ert ólastandi við sama lagi? Banna Gudi, so tú sleppur at doyggja!“ –
Job 2:10 Job
Men hann svaraði henni: „Tú talar sum dári! Skulu vit taka við tí góða frá Gudi, men ikki við tí illa!“ – Í øllum hesum syndaði Job ikki við vørrunum.
Job 2:11 Job
Táið teir tríggir vinmenn Jobs fingu at frætta um alla hesa vanlukku, ið rámt hann hevði, komu teir, hvør úr heimstaði sínum, Elifaz Temanitur, Bildad Suhitur og Zofar Na’amatitur; og teir gjørdu av sínámillum at fara til hansara og vísa honum samhug og ugga hann.
Job 2:12 Job
Men táið teir, nakað burtur frá honum, hugdu upp og sóu, at hann als ikki kendist aftur, skóru teir í at gráta hart, og teir skræddu kapparnar og kastaðu mold upp í luftina niður yvir høvd síni.
Job 2:13 Job
Síðani sótu teir hjá honum á jørðini sjey dagar og sjey nætur, uttan at nakar teirra talaði orð við hann; tí teir sóu, at hann píndist svárliga.
Jóhannes 3:5 Jóhannes
Jesus svaraði: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av vatni og Anda, kann hann ikki koma inn í ríki Guds.
Jóhannes 14:21 Jóhannes
Tann, ið hevur boð Míni – og heldur tey – er tann, ið elskar Meg; og tann, ið elskar Meg, skal verða elskaður av Faðir Mínum, og Eg skal elska hann og opinbera Meg fyri honum.“
Jóhannes 15:26 Jóhannes
Men táið Talsmaðurin kemur, sum Eg skal senda tykkum frá Faðirinum, Andi sannleikans, sum út gongur frá Faðirinum – Hann skal vitna um Meg.
Seinna Korintbrævið 4:18 Seinna Korintbrævið
við tað at vit hava ikki hitt sjónliga fyri eyga, men hitt ósjónliga. Tí hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.
Seinna Pætursbrævið 2:10 Seinna Pætursbrævið
– mest teimum, ið ganga eftir holdi í óreinari girnd og vanvirða harradømi. Frek eru tey og sjálvgóð, ikki rædd fyri at spotta dýrdir.