Andatrú
22 versir um "Andatrú"
Versir
Síða 1 av 1Triðja Mósebók 19:31 Triðja Mósebók
Vendið tykkum ikki til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa! Leitið ikki til teirra, so tit gera tykkum órein við teimum! – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Esaias 8:19 Esaias
Og táið tey siga við tykkum: „Spyrjið andamanarar og spámenn, teir, ið teska og mutla!“ skulu tit svara: „Skal fólk ikki spyrja Gud sín! Skal ein spyrja hini deyðu fyri hini livandi!“
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:2 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av hesum kenna tit Anda Guds: Ein og hvør andi, ið játtar Jesus sum Kristus, komnan í holdi, er frá Gudi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:3 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men ein og hvør andi, sum ikki játtar Jesus, er ikki frá Gudi; hetta er andi Antikrists, sum tit hava hoyrt kemur – og hann er longu nú í heiminum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:4 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit, børn míni, eru av Gudi og hava sigrað teir; tí Hann, sum í tykkum er, er størri enn hann, sum í heiminum er.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:5 Fyrra Jóhannesarbrævið
Teir eru av heiminum; tí tala teir av heiminum, og heimurin hoyrir teir.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:6 Fyrra Jóhannesarbrævið
Vit eru av Gudi. Tann, ið kennir Gud, hoyrir okkum; tann, ið ikki er av Gudi, hoyrir okkum ikki. – Av hesum kenna vit anda sannleikans og anda villunnar.
Triðja Mósebók 20:6 Triðja Mósebók
Vendir onkur sær til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa, og rennur eftir teimum í trúleysum fráfalli, so skal Eg seta ásjón Mína móti tí menniskja og týna tað úr fólki tess.
Triðja Mósebók 20:27 Triðja Mósebók
Táið onkur – maður ella kvinna – fæst við at mana upp deyð ella spáa, skal hann lata lív; tey skulu verða steinað, blóðskyld hvílir á teimum.““
Fimta Mósebók 18:9 Fimta Mósebók
Táið tú kemur inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki taka eftir teimum viðurstyggiligu siðum, ið fólkini har hava.
Fimta Mósebók 18:10 Fimta Mósebók
Eingin má vera hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin gandakallur ella spámaður, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst,
Fimta Mósebók 18:11 Fimta Mósebók
eingin andamanari, eingin, sum spyr deydningar ella hamar, ella sum leitar sær ráð frá deyðum.
Fimta Mósebók 18:12 Fimta Mósebók
Tí ein og hvør, ið slíkt ger, hann er HARRANUM andstygd, og fyri alt slíkt viðurstyggiligt er tað, HARRIN Gud tín rekur tey burtur fyri tær.
Fyrra Krønikubók 10:13 Fyrra Krønikubók
Soleiðis doyði Saul aftur fyri trúloysið, ið hann hevði víst HARRANUM, at hann hevði ikki aktað eftir orði HARRANS, og at hann líka hevði verið og spurt ein anda og biðið hann lagt sær ráð.
Prædikarin 9:5 Prædikarin
Tí víst vita tey, sum liva, at tey mugu doyggja, men hini deyðu vita einki; tey hava onga løn meir at vænta sær, tí minnið um tey verður strikað út.
Ápostlasøgan 16:16 Ápostlasøgan
Nú hendi tað, einaferð vit fóru út til bønastaðið, at vit møttu gentu, ið hevði spádómsanda, og sum vann harrum sínum nógva inntøku við at spáa.
Ápostlasøgan 16:17 Ápostlasøgan
Hon gekk aftan á Paulusi og okkum, rópti og segði: „Hesir menn eru tænarar hins hægsta Guds, og teir kunngera tykkum frelsuvegin!“
Ápostlasøgan 16:18 Ápostlasøgan
Hetta gjørdi hon í nógvar dagar. Tá harmaðist Paulus um tað, og hann vendi sær og segði við andan: „Í navni Jesu Krists sigi eg við teg, at tú skalt fara út úr henni!“ Og hann fór út í somu stund.
Jákupsbrævið 1:15 Jákupsbrævið
Síðani, táið girndin er farin at ganga við fostri, føðir hon synd, og táið syndin er fullvaksin, føðir hon deyða.
Judasarbrævið 1:7 Judasarbrævið
Somuleiðis eru Sodoma og Gomorra og býirnir har rundanum – sum á sama hátt sum hesi drivu hor og gingu eftir fremmandum holdi – settir til fyridømi, við tað at teir líða ævigs elds straff.
Opinberingin 21:8 Opinberingin
Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“