Andalig velfarnaður

15 versir um "Andalig velfarnaður"

Versir

Síða 1 av 1
Efesusbrævið 6:10 Efesusbrævið

Og síðani: Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara!

9
Efesusbrævið 6:11 Efesusbrævið

Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaálopum Djevulsins!

9
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið

Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.

9
Efesusbrævið 6:13 Efesusbrævið

Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum!

9
Efesusbrævið 6:14 Efesusbrævið

Standið tá gyrd um lendar tykkara við sannleika og latin í brynju rættvísinnar!

9
Efesusbrævið 6:15 Efesusbrævið

Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur!

9
Efesusbrævið 6:16 Efesusbrævið

Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda.

9
Efesusbrævið 6:17 Efesusbrævið

Takið hjálm frelsunnar og svørð Andans – sum er orð Guds,

9
Seinna Korintbrævið 10:4 Seinna Korintbrævið

vápnini, ið vit berjast við, eru ikki av holdinum, men full av kraft fyri Gudi – til at bróta niður hervirki

6
Seinna Korintbrævið 10:5 Seinna Korintbrævið

– táið vit bróta niður hugsannabygningar og alt høgt, sum reisir seg móti kunnskapinum um Gud, og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi,

6
Seinna Korintbrævið 10:6 Seinna Korintbrævið

og eru til reiðar at revsa alt ólýdni, táið lýdni tykkara er vorðið fullkomið.

6
Seinna Korintbrævið 10:7 Seinna Korintbrævið

Tit hyggja bert á hitt útvortis? Heldur onkur seg vera vísan í, at hann hoyrir Kristusi til, so dømi hann aftur frá sær sjálvum, at eins og hann hoyrir Kristusi til, hoyra eisini vit Honum til!

6
Seinna Krønikubók 20:15 Seinna Krønikubók

hann segði: „Lurtið eftir, alt Juda, tit, sum í Jerusalem búgva, og tú, Jósafat kongur! So sigur HARRIN við tykkum: Óttist ikki fyri hesum stóra heri og ræðist hann ikki! Tí hetta er ikki bardagi tykkara, nei, tað er bardagi Guds!

4
Lukas 10:19 Lukas

Eg havi givið tykkum vald at traðka á ormar og skorpiónir og yvir øllum veldi fíggindans, og einki skal kunna saka tykkum.

4
Jákupsbrævið 4:7 Jákupsbrævið

Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!

4