Andalig leiðsla
47 versir um "Andalig leiðsla"
Versir
Síða 1 av 1Markus 10:42 Markus
Tá rópti Jesus teir til Sín og segði við teir: „Tit vita, at teir, ið roknast fyri høvdingar tjóðanna, valda teimum, og at stórmenn teirra lata tær kenna vald sítt.
Markus 10:43 Markus
So er ikki hjá tykkum; nei, tann tykkara, sum stórur vil verða, skal vera tænari tykkara;
Markus 10:44 Markus
og tann, ið fremstur vil verða av tykkum, skal vera trælur hjá øllum.
Markus 10:45 Markus
Tí Menniskjasonurin er heldur ikki komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.“
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið
Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,
Efesusbrævið 5:21 Efesusbrævið
Verið hvørt øðrum undirgivið í ótta Kristusar!
Efesusbrævið 5:22 Efesusbrævið
Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar – sum Harranum!
Efesusbrævið 5:23 Efesusbrævið
Tí maðurin er høvur konu sínar, eins og Kristus er høvur samkomunnar, Hann, sum er Frelsari likams Síns.
Efesusbrævið 5:24 Efesusbrævið
Ja, eins og samkoman er Kristusi undirgivin, skulu eisini konurnar í øllum vera monnum sínum undirgivnar.
Efesusbrævið 5:25 Efesusbrævið
Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana,
Efesusbrævið 5:26 Efesusbrævið
fyri at Hann kundi halga og reinsa hana við vatnbaðnum í orðinum,
Efesusbrævið 5:27 Efesusbrævið
so Hann sjálvur kundi leiða samkomuna fram fyri Seg í dýrd, uttan plett, rukku ella nakað slíkt, nei, at hon kundi vera heilag og lýtaleys!
Efesusbrævið 5:28 Efesusbrævið
Soleiðis eru menninir bundnir at elska konur sínar sum síni egnu likam; tann, ið elskar konu sína, elskar seg sjálvan.
Efesusbrævið 5:29 Efesusbrævið
Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei, hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí – eins og Kristus ger við samkomuna.
Efesusbrævið 5:30 Efesusbrævið
Tí vit eru limir likams Hansara.
Efesusbrævið 5:31 Efesusbrævið
Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold.
Efesusbrævið 5:32 Efesusbrævið
Hetta loyndarmál er stórt – tað er Kristus og samkomuna, eg hugsi um við hesum.
Efesusbrævið 5:33 Efesusbrævið
Tó skal eisini ein og hvør tykkara elska konu sína sum seg sjálvan. Og konan skal vísa manninum virðing.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:2 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí skal umsjónarmaður vera ólastandi, maður einar kvinnu, árvakin, fráhaldandi, høviskur, gestablíður, førur fyri at læra onnur,
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið
Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!
Hebrearabrævið 3:6 Hebrearabrævið
men Kristus er tað sum Sonur yvir húsi Hansara. Og hús Hansara eru vit – so satt sum vit halda dirvinum og vónini, ið vit rósa okkum av, føstum líka til endan.
Fyrra Pætursbrævið 3:1 Fyrra Pætursbrævið
Somuleiðis tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar, fyri at enntá teir, ið ikki vilja akta orðið, kunnu verða vunnir uttan orð, við atferð kona sína –
Fyrra Pætursbrævið 3:2 Fyrra Pætursbrævið
táið teir síggja reina atburð tykkara í ótta!
Fyrra Pætursbrævið 3:3 Fyrra Pætursbrævið
Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði,
Fyrra Pætursbrævið 3:4 Fyrra Pætursbrævið
men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.
Fyrra Pætursbrævið 3:5 Fyrra Pætursbrævið
Soleiðis var tað jú eisini, hinar heilagu kvinnur í forðum prýddu seg, tær, ið settu vón sína til Gud og vóru sínum egnu monnum undirgivnar
Fyrra Pætursbrævið 3:6 Fyrra Pætursbrævið
– sum Sára var Ábrahami lýðin og kallaði hann harra – og børn hennara eru tit vorðnar, táið tit gera hitt góða og óttast onga ræðslu.
Fyrra Pætursbrævið 3:7 Fyrra Pætursbrævið
Somuleiðis tit menn! Livið vitiga saman við konum tykkara sum hinum veikara ílati, og heiðrið tær, við tað at tær við eru samarvingar til náði lívsins – fyri at bønir tykkara skulu ikki verða hindraðar!
Jóhannes 6:63 Jóhannes
Tað er Andin, sum ger livandi, holdið er ikki til nakað gagn; orðini, ið Eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív.
Jóhannes 10:27 Jóhannes
Seyður Mín hoyrir rødd Mína, Eg kenni hann, og hann fylgir Mær.
Ápostlasøgan 20:28 Ápostlasøgan
Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði!
Fyrra Korintbrævið 11:3 Fyrra Korintbrævið
Eg vil, at tit skulu vita, at Kristus er høvur eins og hvørs mans, at maðurin er høvur kvinnunnar, og at Gud er høvur Kristusar.
Fyrra Korintbrævið 11:4 Fyrra Korintbrævið
Tann maður, ið biður ella profeterar og hevur á høvdinum, vanærir høvd sítt.
Fyrra Korintbrævið 11:5 Fyrra Korintbrævið
Og tann kvinna, ið biður ella profeterar við ongum á høvdinum, vanærir høvd sítt; tí tað er eitt og tað sama, sum hon var rakað.
Fyrra Korintbrævið 11:6 Fyrra Korintbrævið
Hevur kvinnan einki á høvdinum, so klippi hon hárið av sær við! Og er tað kvinnu skomm at vera klipt ella rakað, so havi hon á høvdinum!
Fyrra Korintbrævið 11:7 Fyrra Korintbrævið
Maður skal ikki hava á høvdinum, tí hann er mynd og dýrd Guds; men kvinnan er dýrd mansins.
Fyrra Korintbrævið 11:8 Fyrra Korintbrævið
Maðurin er jú ikki av kvinnuni, men kvinnan av manninum.
Fyrra Korintbrævið 11:9 Fyrra Korintbrævið
Ei heldur varð maðurin skaptur kvinnuni, men kvinnan manninum.
Fyrra Korintbrævið 11:10 Fyrra Korintbrævið
Tí eigur kvinnan at hava á høvdinum tekin upp á undirgivni – fyri einglanna skuld.
Fyrra Korintbrævið 11:11 Fyrra Korintbrævið
Tó – í Harranum er ikki kvinnan uttan mannin, ei heldur maðurin uttan kvinnuna.
Fyrra Korintbrævið 11:12 Fyrra Korintbrævið
Tí eins og kvinnan er av manninum, er eisini maðurin við kvinnuni – og alt er tað av Gudi.
Fyrra Korintbrævið 11:13 Fyrra Korintbrævið
Dømið við tykkum sjálvum – er tað kvinnu sømiligt at biðja til Gud við ongum á høvdinum!
Fyrra Korintbrævið 11:14 Fyrra Korintbrævið
Og lærir ikki sjálv nátturan tykkum, at gongur maður við síðum hári, er tað honum vanæra,
Fyrra Korintbrævið 11:15 Fyrra Korintbrævið
men at kvinnu er tað til dýrd, at hon gongur við síðum hári! Hárið er jú givið henni sum slør.
Fyrra Korintbrævið 11:16 Fyrra Korintbrævið
– Og hevur onkur hug at trætast um hetta – vit hava ikki slíkan sið, samkomur Guds heldur ikki!
Kolossibrævið 3:18 Kolossibrævið
Tit konur! Verið monnum tykkara undirgivnar, sum sømir seg í Harranum!
Kolossibrævið 3:21 Kolossibrævið
Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!