Andalig gjøgnumbrot

114 versir um "Andalig gjøgnumbrot"

Versir

Síða 1 av 3
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið

Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.

8
Esaias 54:17 Esaias

Einki vápn, ið smíðað verður móti tær, skal fáa sigur, og hvørja tungu, sum reisir søk móti tær, skalt tú fáa dómfelda. – Hetta er arvur tænara HARRANS og rætturin, ið teir fáa frá Mær – sigur HARRIN.

6
Esaias 60:1 Esaias

Statt upp, verð ljós! Tí ljós títt er komið, og dýrd HARRANS rennur upp yvir tær.

6
Esaias 60:2 Esaias

Ja, myrkur liggur yvir jørðini, og niða yvir fólkunum; men yvir tær skal HARRIN renna upp, og yvir tær skal dýrd Hansara opinberast.

6
Esaias 60:3 Esaias

Fólkasløg skulu leita til ljós títt, og kongar til skinið, ið upp er runnið yvir tær.

6
Esaias 60:4 Esaias

Lyft upp eyguni og hygg rundan um teg! Tey savnast øll, tey koma til tín; synir tínir koma úr fjarløgu, og døtur tínar verða bornar á arminum.

6
Esaias 60:5 Esaias

Táið tú sært hetta, skalt tú lýsa av gleði, og hjarta títt skal banka og verða fult; tí ríkdómur havsins skal venda sær til tín, og góðs tjóðanna skal koma til tín.

6
Esaias 60:6 Esaias

Mongd av kamelum skal fjala teg, kamelfyl úr Midjan og Efa; teir koma allir úr Sjeba; gull og roykilsi skulu teir bera tær, og prís HARRANS skulu teir kunngera.

6
Esaias 60:7 Esaias

Alt smáfæ Kedars skal savnast til tín, veðrar Nebajots skulu tæna tær; Mær til gleði skulu teir verða ofraðir á altari Mínum, og húsið, har dýrd Mín býr, skal Eg æra.

6
Esaias 60:8 Esaias

Hvørji eru hesi, ið koma flúgvandi sum skýggj, sum dúvur til búr síni?

6
Esaias 60:9 Esaias

Jú, oyggjarnar bíða eftir Mær, og fremst sigla tarsisskip, ið føra børn tíni higar úr fjarløgu; silvur og gull teirra kemur við teimum – fyri navns HARRANS Guds tíns skuld, fyri hins Heilaga skuld í Ísrael; tí Hann veitir tær dýrd.

6
Esaias 60:10 Esaias

Fremmandir skulu laða upp múrar tínar, og kongar teirra skulu tæna tær; tí í vreiði Míni havi Eg sligið teg, men í náði Míni miskunni Eg tær.

6
Esaias 60:11 Esaias

Portur tíni skulu standa opin altíð; hvørki dag ella nátt skulu tey verða stongd – so góðs tjóðanna kann verða flutt inn í teg, og kongar teirra við, sum fangar.

6
Esaias 60:12 Esaias

Tí tað fólk og tað ríki, sum ikki vil tæna tær, skal ganga til grundar, ja, heidningarnir skulu verða heilt lagdir í oyði.

6
Esaias 60:13 Esaias

Dýrd Libanons skal koma til tín, bæði syprisviður, almviður og buksviður, til at prýða staðið, har sum halgidómur Mín er, og Eg skal æra staðið, ið føtur Mínir standa á.

6
Esaias 60:14 Esaias

Børn teirra, ið hava plágað teg, skulu boygd koma til tín, og øll tey, sum vanvirdu teg, skulu falla niður fyri føtur tínar; tey skulu kalla teg stað HARRANS, Zion hins Heilaga í Ísrael.

6
Esaias 60:15 Esaias

Í staðin fyri at frammanundan øll høvdu vent tær bakið og hataðu teg, so eingin ferðaðist ígjøgnum teg, skal Eg gera teg til æviga dýrd, gleði mann eftir mann.

6
Esaias 60:16 Esaias

Tú skalt súgva mjólk tjóðanna, ja, súgva bróst konga, og tú skalt sanna, at Eg, HARRIN, eri frelsari tín, hin veldigi Jákups, endurloysari tín.

6
Esaias 60:17 Esaias

Í staðin fyri kopar skal Eg geva gull, í staðin fyri jarn skal Eg geva silvur, í staðin fyri við kopar og í staðin fyri grót jarn. Til stýrismenn tínar seti Eg frið, rættferð at ráða yvir tær.

6
Esaias 60:18 Esaias

Ikki skal longur hoyrast um órætt í landi tínum, um yvirgang og oyðing innan fyri landamark tíni; nei, tú skalt kalla frelsu múrar tínar og lovsong portur tíni.

6
Esaias 60:19 Esaias

Sólin skal ikki longur vera ljós títt um dagin, og mánin skal ikki longur skína og lýsa hjá tær; nei, HARRIN skal vera æviga ljós títt, og Gud tín skal vera dýrd tín.

6
Esaias 60:20 Esaias

Sól tín skal ikki longur ganga undir, og máni tín skal ikki taka av; tí HARRIN skal vera æviga ljós títt, og sorgardagar tínir skulu vera at enda.

6
Esaias 60:21 Esaias

Og fólk títt – tey eru øll somul rættvís; til ævigar tíðir skulu tey eiga landið; tey eru jú kvistur av tí, ið Eg havi plantað, handaverk Mítt, Mær til dýrd.

6
Esaias 60:22 Esaias

Hin minsti skal verða til túsund, og tann, ið minst hevur at týða, til veldiga tjóð. Eg, HARRIN, Eg skal lata hetta henda brádliga, táið tíðin er komin.

6
Orðtøkini 4:25 Orðtøkini

Lat eygu tíni hyggja beint fram, og eygnakøst tíni vera beint fram undan tær!

4
Orðtøkini 4:26 Orðtøkini

Ger fóti tínum gøtuna slætta, lat allar vegir tínar miða á málið!

4
Orðtøkini 4:27 Orðtøkini

Halt ikki av, hvørki til høgru ella vinstru, lat fót tín víkja frá illum!

4
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið

Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.

4
Fyrra Krønikubók 14:8 Fyrra Krønikubók

Táið Filistarar fingu at hoyra, at Dávid var salvaður til kong yvir Ísrael, hildu allir Filistarar avstað at fáa fatur á Dávidi. Táið Dávid frætti hetta, fór hann ímóti teimum.

3
Fyrra Krønikubók 14:9 Fyrra Krønikubók

Filistarar komu so og spreiddu seg um Refa’imsdal.

3
Fyrra Krønikubók 14:10 Fyrra Krønikubók

Tá spurdi Dávid Gud: „Skal eg fara ímóti Filistarum? Fert Tú at geva teir í hendur mínar?“ HARRIN svaraði: „Halt avstað! So skal Eg geva teir í hendur tínar.“

3
Fyrra Krønikubók 14:11 Fyrra Krønikubók

Teir fóru nú til Ba’al-Perazim, og har vann Dávid sigur á teimum. Tá segði Dávid: „Gud hevur við hond míni brotið ígjøgnum fíggindar mínar, eins og vøtn bróta ígjøgnum!“ – Tí varð hetta stað rópt Ba’al-Perazim.*

3
Fyrra Krønikubók 14:12 Fyrra Krønikubók

Har lótu teir avgudar sínar eftir, og Dávid beyð, at teir skuldu verða brendir.

3
Fyrra Krønikubók 14:13 Fyrra Krønikubók

Men Filistarar komu aftur og spreiddu seg um dalin.

3
Fyrra Krønikubók 14:14 Fyrra Krønikubók

Táið Dávid tá aftur spurdi Gud, svaraði Gud honum: „Tú skalt ikki fara eftir teimum; vend tær frá teimum og gakk í bug, so tú kemur yvir teir beint yvir av bakatrøunum!

3
Fyrra Krønikubók 14:15 Fyrra Krønikubók

Táið tú hoyrir, at gingið verður á toppum bakatræanna, skalt tú byrja bardagan – Gud er farin út fyri tær at vinna Filistaraherin.“

3
Fyrra Krønikubók 14:16 Fyrra Krønikubók

Dávid gjørdi, sum Gud hevði sagt við hann; og teir vunnu sigur á Filistaraherinum og eltu teir úr Gibeon líka til Gezer.

3
Fyrra Krønikubók 14:17 Fyrra Krønikubók

Í øllum londum gekk orð av Dávidi; HARRIN læt ótta fyri honum falla á øll fólk.

3
Esaias 43:19 Esaias

Nei, nú skapi Eg nýtt, longu nú vísir tað seg – síggja tit tað ikki? Eg skal gera veg í oyðimørkini, áir í landinum, sum oyðið var.

3
Jóhannes 8:32 Jóhannes

og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“

3
Ápostlasøgan 1:8 Ápostlasøgan

Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerusalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.“

3
Sálmarnir 91:3 Sálmarnir

Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pest;

2
Sálmarnir 91:4 Sálmarnir

við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.

2
Esaias 40:1 Esaias

Troystið, troystið fólk Mítt! sigur Gud tykkara.

2
Esaias 40:2 Esaias

Talið milt við Jerusalem og rópið til tað, at stríð tess er at enda, at skuld tess er goldin, at tað av hond HARRANS hevur fingið tvífalt fyri allar syndir sínar!

2
Esaias 40:3 Esaias

Hoyr! Ein er, sum rópar: „Gerið í oyðimørkini HARRANUM veg til reiðar! Javnið Gudi okkara vegin, har sum óbygt er!

2
Esaias 40:4 Esaias

Hvør dalur skal hækkast, og hvørt fjall og hvør hædd skal lækkast; heyggjarnir skulu verða slætti, og hamrarnir flatlendi!

2
Esaias 40:5 Esaias

Dýrd HARRANS skal opinberast, og alt hold skal fáa tað at síggja – tí muður HARRANS hevur talað.“

2
Esaias 40:6 Esaias

Hoyr! Rødd er, sum sigur: „Rópa!“ Og ein svarar: „Hvat skal eg rópa?“ – „Alt hold er gras, og øll dýrd tess er sum blóman á markini;

2
Esaias 40:7 Esaias

grasið verður turt, blóman følnar, táið andi HARRANS blæsur á tey – ja, sanniliga, fólkið er gras!

2