Ananias
46 versir um "Ananias"
Versir
Síða 1 av 1Ápostlasøgan 5:1 Ápostlasøgan
Ein maður, ið æt Ánanias, og Saffira, kona hansara, seldu ein eigindóm.
Ápostlasøgan 5:2 Ápostlasøgan
Men hann tók, so kona hansara visti av, nakað burtur av tí, sum hann hevði fingið fyri hann; bert einum parti av tí kom hann við og legði tað fyri føtur ápostlanna.
Ápostlasøgan 5:3 Ápostlasøgan
Tá segði Pætur: „Ánanias! Hví hevur Satan fylt hjarta títt, so tú skuldi lúgva fyri Heilaga Andanum og taka nakað burtur av tí, sum tú fekst fyri jørðina?
Ápostlasøgan 5:4 Ápostlasøgan
Var hon ikki tín, so leingi sum tú átti hana, og ráddi tú ikki yvir tí, sum hon varð seld fyri! Hví hevur tú sett tær hetta fyri í hjarta tínum? Tú hevur ikki logið fyri menniskjum, men fyri Gudi!“
Ápostlasøgan 5:5 Ápostlasøgan
Táið Ánanias hoyrdi hesi orð, fall hann niður og gav upp andan. Og stórur ótti kom á øll, ið hoyrdu hetta.
Ápostlasøgan 5:6 Ápostlasøgan
Hinir ungu menninir reistust nú, gjørdu hann til og bóru hann út og jarðaðu hann.
Ápostlasøgan 5:7 Ápostlasøgan
Okkurt um tríggjar tímar seinni kom kona hansara inn – hon visti einki um tað, ið hent hevði.
Ápostlasøgan 5:8 Ápostlasøgan
Pætur segði tá við hana: „Sig mær, var tað fyri hetta virði, tit seldu jørðina?“ Hon svaraði: „Ja, fyri hetta virði!“
Ápostlasøgan 5:9 Ápostlasøgan
Tá segði Pætur við hana: „Hvussu ber tað til, at tit eru vorðin samsint um at freista Anda Harrans? – Føtur teirra, ið hava jarðað mann tín, eru fyri durunum, og teir skulu bera teg út!“
Ápostlasøgan 5:10 Ápostlasøgan
Við tað sama fall hon niður fyri føtur hansara og gav upp andan; og táið hinir ungu menninir komu inn, funnu teir hana deyða. Teir bóru hana tá út og jarðaðu hana hjá manni hennara.
Ápostlasøgan 5:11 Ápostlasøgan
Stórur ótti kom á alla samkomuna og á øll, ið hoyrdu hetta.
Ápostlasøgan 5:12 Ápostlasøgan
Við hondum ápostlanna vórðu mong tekin og undur gjørd millum fólkið. Tey hildu seg av einum hjarta saman í súlugong Sálomons.
Ápostlasøgan 5:13 Ápostlasøgan
Av hinum tordi eingin at halda seg aftrat teimum; men fólkið prísaði teimum stórliga.
Ápostlasøgan 5:14 Ápostlasøgan
Fleiri og fleiri, sum trúðu, løgdust til Harran, bæði menn og kvinnur í hópatali.
Ápostlasøgan 5:15 Ápostlasøgan
Ja, tey bóru hini sjúku út á gøturnar og løgdu tey á seingir og beinkir, fyri at um ikki annað, so tó skuggi Pæturs kundi bera á summi av teimum, táið hann kom.
Ápostlasøgan 5:16 Ápostlasøgan
Eisini úr bygdunum har rundanum streymaði fólkið í hópatali til Jerusalem og hevði við sær sjúk og slík, sum plágað vóru av óreinum andum. Og tey vórðu øll grødd.
Ápostlasøgan 5:17 Ápostlasøgan
Tá reistust høvuðspresturin og allir teir, ið hildu við honum – Saddukearaflokkurin – og teir vórðu fullir av vreiði,
Ápostlasøgan 5:18 Ápostlasøgan
løgdu hond á ápostlarnar og settu teir í hitt almenna fangahúsið.
Ápostlasøgan 5:19 Ápostlasøgan
Men eingil Harrans læt um náttina upp dyr fangahúsins, leiddi teir út og segði:
Ápostlasøgan 5:20 Ápostlasøgan
„Farið avstað, stígið fram, og talið í templinum øll hesi orð lívsins fyri fólkinum!“
Ápostlasøgan 5:21 Ápostlasøgan
Táið teir hoyrdu hetta, fóru teir í lýsingini inn í templið og lærdu. Táið so høvuðspresturin og teir, ið við honum hildu, komu, kallaðu teir saman ráðið og allar hinar elstu av Ísraelsmonnum. So sendu teir boð í fangahúsið, at teir skuldu verða leiddir fram.
Ápostlasøgan 5:22 Ápostlasøgan
Men táið tænararnir komu hagar, funnu teir teir ikki í fangahúsinum; teir komu tá aftur, bóru boð um hetta og søgdu:
Ápostlasøgan 5:23 Ápostlasøgan
„Fangahúsið funnu vit tryggiliga læst, og vaktarmenninir stóðu fyri durunum; men táið vit lótu upp, funnu vit ongan inni har.“
Ápostlasøgan 5:24 Ápostlasøgan
Táið høvuðsmaður tempulsins og høvuðsprestarnir hoyrdu hesi orð, vistu teir ikki, hvat teir skuldu hugsa um teir, og hvussu hetta fór at verða.
Ápostlasøgan 5:25 Ápostlasøgan
Tá kom ein og bar teimum hesi boð: „Menninir, ið tit settu í fangahús, standa í templinum og læra fólkið.“
Ápostlasøgan 5:26 Ápostlasøgan
Tá fór høvuðsmaðurin avstað við tænarunum eftir teimum; tó nýttu teir ikki vald, tí teir høvdu ótta fyri fólkinum, at teir skuldu verða steinaðir.
Ápostlasøgan 5:27 Ápostlasøgan
Táið teir so vóru komnir við teimum, leiddu teir teir fram fyri ráðið. Høvuðspresturin tók teir nú til avhoyringar og segði:
Ápostlasøgan 5:28 Ápostlasøgan
„Vit góvu tykkum av álvara tað boð, at tit máttu ikki læra í hesum navni; og nú hava tit fylt Jerusalem við læru tykkara og ætla at føra blóðið av hesum manni yvir okkum!“
Ápostlasøgan 5:29 Ápostlasøgan
Men Pætur og hinir ápostlarnir svaraðu: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!
Ápostlasøgan 5:30 Ápostlasøgan
Gud fedra okkara reisti upp Jesus, sum tit drópu við at heingja Hann á træ.
Ápostlasøgan 5:31 Ápostlasøgan
Hann hevur Gud sett høgt við høgru hond Sína til høvdinga og frelsara fyri at geva Ísrael umvending og syndafyrigeving.
Ápostlasøgan 5:32 Ápostlasøgan
Vit eru vitni Hansara um hetta – og Heilagi Andin við – Hann, sum Gud hevur givið teimum, ið lýða Hann.“
Ápostlasøgan 5:33 Ápostlasøgan
Táið teir hoyrdu hetta, skar tað teir í hjartað, og teir løgdu upp ráð um at drepa teir.
Ápostlasøgan 5:34 Ápostlasøgan
Men tá reistist í ráðnum Fariseari, ið æt Gamaliel, lóglærari, sum var nógv umhildin av øllum fólkinum; hann segði, at teir skuldu lata menninar fara út eitt sindur.
Ápostlasøgan 5:35 Ápostlasøgan
So segði hann við teir: „Tit menn av Ísrael! Ansið tykkum væl, hvat tit gera við hesar menn!
Ápostlasøgan 5:36 Ápostlasøgan
Nakað síðani steig Teudas fram; hann segði seg at vera nakað, og flokkur av monnum fór at halda seg aftrat honum, okkurt um 400. Men hann varð dripin, og allir, ið trúðu honum, spjaddust og vórðu til einkis.
Ápostlasøgan 5:37 Ápostlasøgan
Eftir hann steig Judas úr Galilea fram – tað var, táið skattaútskrivingin var; hann fekk mongd av fólki at fylgja sær eftir. Men eisini hann læt lív, og øll, sum trúðu honum, vórðu spjadd sundur.
Ápostlasøgan 5:38 Ápostlasøgan
Nú sigi eg tykkum: Haldið tykkum frá hesum monnum, og gevið teimum frið! Tí er hetta ráð ella hetta verk frá menniskjum, so kemur tað upp í einki.
Ápostlasøgan 5:39 Ápostlasøgan
Og er tað frá Gudi, kunnu tit ikki gera teir til einkis. Verðið ikki funnir slíkir, sum stríða móti Gudi!“
Ápostlasøgan 5:40 Ápostlasøgan
Teir aktaðu nú hann; teir kallaðu ápostlarnar inn aftur og lótu teir húðfleingja og forbuðu teimum at tala í navni Jesusar. So lótu teir teir fara.
Ápostlasøgan 5:41 Ápostlasøgan
Teir fóru so burtur frá ráðnum, glaðir um, at teir vóru hildnir verdir at verða vanærdir fyri navnsins skuld.
Ápostlasøgan 5:42 Ápostlasøgan
Og teir góvu ikki uppat at læra hvønn dag í templinum og í húsunum og at kunngera evangeliið um Kristus Jesus.
Ápostlasøgan 9:10 Ápostlasøgan
Í Damaskus var lærisveinur, ið æt Ánanias. Við hann segði Harrin í sjón: „Ánanias!“ Hann svaraði: „Her eri eg, Harri!“
Ápostlasøgan 9:17 Ápostlasøgan
Tá fór Ánanias avstað, kom inn í húsið, legði hendurnar á hann og segði: „Saul, bróðir! Harrin, Jesus, Hann, sum opinberaði Seg fyri tær á vegnum, ið tú komst eftir, hevur sent meg, fyri at tú skalt fáa sjón tína aftur og verða fyltur av Heilaga Andanum.“
Ápostlasøgan 22:12 Ápostlasøgan
Ein, ið æt Ánanias, maður, ið óttaðist Gud eftir lógini og hevði góðan vitnisburð frá øllum Jødum, ið har búðu,
Ápostlasøgan 23:2 Ápostlasøgan
Ánanias høvuðsprestur segði tá við teir, ið hjá honum stóðu, at teir skuldu sláa hann á munnin.