Amerika í endatíðini

64 versir um "Amerika í endatíðini"

Versir

Síða 2 av 2
Ezekiel 38:22 Ezekiel

Eg skal halda dóm yvir honum við pest og við blóði, við grovregni og við grótheglingi; eld og svávul skal Eg lata regna niður yvir hann og skarar hansara og yvir tey mongu fólkasløg, ið við honum eru.

2
Ezekiel 38:23 Ezekiel

Eg skal prógva Meg stóran og heilagan og gera Meg kendan, so mangar tjóðir síggja – og tær skulu sanna, at Eg eri HARRIN.

2
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Seinna Tessalonikabrævið 1:7 Seinna Tessalonikabrævið

men tykkum, sum trongd verða, hvílu saman við okkum, táið Harrin Jesus opinberast av Himli við einglum veldis Síns,

2
Seinna Tessalonikabrævið 1:8 Seinna Tessalonikabrævið

við logandi eldi, táið Hann letur koma hevnd yvir tey, sum ikki kenna Gud, og yvir tey, sum ikki eru evangelii Harra okkara Jesu Krists lýðin.

2
Seinna Tessalonikabrævið 1:9 Seinna Tessalonikabrævið

Tey skulu líða straff, æviga fortaping burtur frá ásjón Harrans og dýrd veldis Hansara,

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:1 Seinna Timoteusarbrævið

Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir.

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:2 Seinna Timoteusarbrævið

Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheilag,

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:3 Seinna Timoteusarbrævið

kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða,

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:4 Seinna Timoteusarbrævið

svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud;

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:5 Seinna Timoteusarbrævið

tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans. Frá slíkum skalt tú venda tær burtur.

2
Seinna Pætursbrævið 2:1 Seinna Pætursbrævið

Eisini lygiprofetar stigu fram millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir – og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar.

2
Seinna Pætursbrævið 2:2 Seinna Pætursbrævið

Mong skulu fylgja teimum eftir í skammloysi teirra, og vegur sannleikans skal verða spottaður fyri teirra skuld.

2
Seinna Pætursbrævið 2:3 Seinna Pætursbrævið

Í havisjúku skulu teir – við orðum, sum teir einki meina við – nýta tykkum til at fáa sær vinning. Men dómurin yvir teir stendur frá gamlari tíð ikki stillur, og undirgangur teirra svevur ikki.

2