altstøðisleiki Guds

6 versir um "altstøðisleiki Guds"

Versir

Síða 1 av 1
Job 34:21 Job

Tí vegir menniskjans eru Honum fyri eyga, og Hann sær hvørt spor, ið tað stígur;

2
Sálmarnir 139:7 Sálmarnir

Hvar skal eg fara undan Anda Tínum, og hvar skal eg flýggja undan ásjón Tíni!

2
Orðtøkini 15:3 Orðtøkini

Eygu HARRANS eru allastaðni; tey hyggja bæði eftir óndum og góðum.

2
Esaias 43:2 Esaias

Gongur tú gjøgnum vøtn, eri Eg við tær, gjøgnum streymar, skulu teir ikki leggja yvir teg; gongur tú gjøgnum eld, skalt tú ikki brenna teg, og login skal ikki saka teg.

2
Esaias 57:15 Esaias

Tí so sigur hin høgi, Hann, sum situr so høgt, Hann, sum í allar ævir situr í hásæti, og hvørs navn er „Heilagur“: Á hæddini og á heilagum staði búgvi Eg – og hjá honum, sum er sundursoraður og niðurboygdur í andanum, til aftur at lívga anda teirra, ið niðurboygd eru, og gera livandi hjarta hinna sundursoraðu.

2
Jeremias 23:24 Jeremias

Fær nakar fjalt seg á loyniligum støðum, so Eg síggi hann ikki! – sigur HARRIN; er tað ikki Eg, ið fylli Himmal og jørð! – sigur HARRIN.

2