altari
25 versir um "altari"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 8:20 Fyrsta Mósebók
Nóa reisti nú HARRANUM altar, og hann tók av øllum teimum reinu dýrunum og av øllum teimum reinu fuglunum og ofraði brennioffur á altarinum.
Fyrsta Mósebók 8:21 Fyrsta Mósebók
Táið HARRIN kendi tann góða angan, segði Hann í hjarta Sínum: „Eg skal aldri aftur banna jørðini fyri menniskjans skuld, tí menniskjahjartans tankar eru óndir líka frá ungdóminum. Eg skal aldri aftur forkoma øllum livandi, soleiðis sum Eg havi gjørt nú.
Fyrsta Mósebók 8:22 Fyrsta Mósebók
Hereftir skal, so leingi sum jørðin stendur, vár og heyst, kuldi og hiti, summar og vetur, dagur og nátt, aldri halda uppat.“
Fyrsta Mósebók 12:7 Fyrsta Mósebók
Men HARRIN opinberaði Seg fyri Ábrami og segði: „Avkomi tínum gevi Eg hetta landið!“ Tá reisti hann har HARRANUM altar, Honum, sum hevði opinberað Seg fyri honum.
Fyrsta Mósebók 35:1 Fyrsta Mósebók
Gud segði nú við Jákup: „Ger teg til, far til Betel, verð verandi har, og ger har altar fyri tí Gudi, ið opinberaði Seg fyri tær, táið tú flýddi undan Esau, bróður tínum!“
Fyrsta Mósebók 35:2 Fyrsta Mósebók
Tá segði Jákup við húsfólk sítt og øll tey, ið hjá honum vóru: „Fáið burtur teir fremmandu gudarnar, ið tit hava millum tykkara, og reinsið tykkum og skiftið klæði!
Fyrsta Mósebók 35:3 Fyrsta Mósebók
Og latið okkum fara avstað og fara til Betel! Har skal eg reisa altar fyri tí Gudi, sum bønhoyrdi meg, tann dag ið eg var trongt staddur, og var við mær á vegnum, ið eg havi gingið.“
Fyrsta Mósebók 35:4 Fyrsta Mósebók
Tey lótu tá Jákup fáa allar teir fremmandu gudarnar, ið tey høvdu við sær, og ringarnar, ið tey høvdu í oyrunum; og Jákup gróv tað niður undir eikini við Sikem.
Fyrsta Mósebók 35:5 Fyrsta Mósebók
So fóru tey avstað, og ræðsla frá Gudi kom á allar býirnar har rundanum, so teir hildu ikki eftir sonum Jákup.
Fyrsta Mósebók 35:6 Fyrsta Mósebók
Jákup og alt fólkið, ið við honum var, komu so til Luz í Kána’anslandi – nú eitur tað Betel;
Fyrsta Mósebók 35:7 Fyrsta Mósebók
og hann reisti har altar og kallaði staðið El-Betel,* tí har hevði Gud opinberað Seg fyri honum, táið hann flýddi undan bróður sínum.
Fyrsta Mósebók 35:8 Fyrsta Mósebók
Nú doyði Debora, dadda Rebekku, og hon varð jarðað niðan fyri Betel, undir eikini; tí kallaði hann hana grátieikina.
Fyrsta Mósebók 35:9 Fyrsta Mósebók
Gud opinberaði Seg uppaftur fyri Jákupi, táið hann var komin heimaftur úr Paddan-Áram, og signaði hann;
Fyrsta Mósebók 35:10 Fyrsta Mósebók
og Gud segði við hann: „Tú eitur Jákup, men tú skalt ikki eita Jákup longur; Ísrael skal vera navn títt.“ – So fekk hann navnið Ísrael.
Fyrsta Mósebók 35:11 Fyrsta Mósebók
So segði Gud við hann: „Eg eri Gud hin Alvaldi; ver fruktbarur og nørst í tali! Eitt fólk, ja, fólk í hópatali skulu koma av tær, og kongar skulu koma úr lendum tínum.
Fyrsta Mósebók 35:12 Fyrsta Mósebók
Landið, ið Eg gav Ábrahami og Ísaki, tað gevi Eg tær, og avkomi tínum eftir teg gevi Eg landið.“
Fyrsta Mósebók 35:13 Fyrsta Mósebók
– So fór Gud upp frá honum á tí staðnum, har sum Hann hevði talað við hann.
Fyrsta Mósebók 35:14 Fyrsta Mósebók
Jákup reisti minnisvarða á tí staðnum, har sum Hann hevði talað við hann, minnismerki av gróti; og hann stoytti drykkjuoffur á tað og helti olju á tað.
Onnur Mósebók 20:24 Onnur Mósebók
Altar av flag skalt tú gera Mær, og á tí skalt tú ofra brennioffur og takkoffur tíni, smáfæ títt og neyt tíni; allastaðni har sum Eg lati navn Mítt verða minst, skal Eg koma til tín og signa teg.
Onnur Mósebók 20:25 Onnur Mósebók
Men gert tú Mær altar av gróti, so skalt tú ikki gera tað av høgdum steini; tí táið tú setur meitil á steinin, vanhalgar tú hann.
Onnur Mósebók 20:26 Onnur Mósebók
Tú mást ikki ganga á trappum upp at altari Mínum, fyri at ikki blygd tín skal verða ber yvir tí.““
Hebrearabrævið 13:10 Hebrearabrævið
Vit hava altar, sum teir, ið tæna við tabernaklið, ongan rætt hava at eta av.
Opinberingin 6:9 Opinberingin
Táið tað læt upp fimta innsiglið, sá eg undir altarinum sálir teirra, ið dripin vóru fyri orðs Guds skuld og fyri vitnisburðarins skuld, ið tey høvdu.
Opinberingin 6:10 Opinberingin
Tey róptu við harðari rødd: „Harri, Tú heilagi og sannorðaði, hvussu leingi fert Tú at bíða at halda dóm og hevna blóð okkara á tey, sum á jørðini búgva?“
Opinberingin 6:11 Opinberingin
Og teimum vórðu givin – einum og hvørjum – síð, hvít klæði, og sagt varð við tey, at tey skuldu halda seg still stutta tíð enn – inntil tal samtænara og brøðra teirra varð fult – teirra, ið skuldu verða dripin eins og tey.