almussur

26 versir um "almussur"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 6:1 Matteus

„Varðið tykkum, at tit útinna ikki rættvísi tykkara fyri menniskjum – fyri at verða sædd av teimum! Tí so hava tit onga løn hjá Faðir tykkara, sum í Himli er.

7
Matteus 6:2 Matteus

Táið tú gevur olmussu, mást tú tí ikki lata blása í lúður fyri tær, sum hyklararnir gera í sýnagogunum og á gøtunum – fyri at teir kunnu njóta lov av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.

7
Matteus 6:3 Matteus

Nei, táið tú gevur olmussu, lat tá ikki vinstru hond tína vita, hvat hin høgra ger –

7
Matteus 6:4 Matteus

fyri at olmussa tín kann vera í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.

7
Matteus 19:21 Matteus

Jesus svaraði honum: „Vilt tú vera fullkomin, so far og sel tað, ið tú eigur, og gev fátækum tað! Tá skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!“

5
Seinna Korintbrævið 9:5 Seinna Korintbrævið

Tí helt eg vera neyðugt at mæla brøðrunum til at fara undan til tykkara og frammanundan fáa hina áður lovaðu gávu tykkara í lag, so hon kann vera til reiðar sum signing og ikki sum pírin gáva.

4
Seinna Korintbrævið 9:6 Seinna Korintbrævið

Og hetta sigi eg: Tann, ið kargt sáar, skal eisini kargt heysta, og tann, ið sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum.

4
Seinna Korintbrævið 9:7 Seinna Korintbrævið

Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!

4
Triðja Mósebók 25:35 Triðja Mósebók

Táið bróðir tín kemur í armóð og er ikki mentur at bjarga sær longur, skalt tú styðja hann; sum fremmandur og innfluttur skal hann liva hjá tær.

3
Matteus 5:42 Matteus

Gev tí, sum biður teg, og vend tær ikki frá tí, sum vil læna frá tær!

3
Lukas 11:41 Lukas

Men gevið tað, sum innaní er, til olmussu, og tá er alt tykkum reint.

3
Fyrra Timoteusarbrævið 6:18 Fyrra Timoteusarbrævið

Álegg teimum at gera gott, vera rík í góðum verkum, gávumild, góðgerin,

3
Hebrearabrævið 6:10 Hebrearabrævið

Gud er ikki órættvísur, so Hann skuldi gloymt verk tykkara og kærleikan, ið tit hava víst navni Hansara, við tað at tit hava tænt og tæna hinum heilagu.

3
Hebrearabrævið 13:16 Hebrearabrævið

Men gloymið ikki at gera væl og geva øðrum burtur av frá tykkum! Slík offur líkar Gudi.

3
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:17 Fyrra Jóhannesarbrævið

Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!

3
Fimta Mósebók 15:7 Fimta Mósebók

Táið ein fátækur er hjá tær, ein av brøðrum tínum í onkrum av býunum í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki vera harðhjartaður og lata hondina aftur fyri hinum fátæka bróður tínum;

2
Fimta Mósebók 15:8 Fimta Mósebók

nei, tú skalt lata hondina upp fyri honum og læna honum tað, ið honum fattast, og sum honum tørvar.

2
Orðtøkini 16:19 Orðtøkini

Betri er at vera eyðmjúkur saman við neyðstøddum enn at skifta fong við stoltum.

2
Orðtøkini 19:17 Orðtøkini

Tann, ið ger miskunn móti hinum fátæka, lænir HARRANUM, og HARRIN skal løna honum tað góða, ið hann ger.

2
Lukas 12:33 Lukas

Seljið tað, sum tit eiga, og gevið olmussu! Gerið tykkum pungar, ið ikki slítast, skatt í Himli, sum ikki verður uppi, har eingin tjóvur sleppur at, og eingin mølur etur!

2
Ápostlasøgan 3:2 Ápostlasøgan

Maður, sum var lamin úr móðurlívi, varð nú borin hagar; hann settu teir hvønn dag við tær dyr tempulsins, sum kallaðust Føgrudyr, so hann fekk biðið tey um olmussu, sum inn í templið fóru.

2
Ápostlasøgan 10:2 Ápostlasøgan

Hann var sannhjartaður maður, sum óttaðist Gud við øllum húsi sínum, gav fólkinum nógvar olmussur og altíð bað til Gud.

2
Fyrra Korintbrævið 16:1 Fyrra Korintbrævið

Nú, viðvíkjandi samanskotinum til hini heilagu, skulu tit gera, á sama hátt sum eg havi fyriskipað samkomunum í Galatia.

2
Fyrra Korintbrævið 16:2 Fyrra Korintbrævið

Hvønn fyrsta dag í vikuni skal ein og hvør tykkara heima hjá sær sjálvum leggja nakað burturav – sum honum nú ber til – so samanskotið ikki tá fyrsta skal verða, táið eg komi.

2
Fyrra Korintbrævið 16:3 Fyrra Korintbrævið

Táið eg so komi, skal eg senda teir, ið tit nú velja til hetta, við brøvum til Jerusalem at bera kærleiksgávu tykkara hagar.

2
Fyrra Korintbrævið 16:4 Fyrra Korintbrævið

Og er tað vert, at eisini eg fari, kunnu teir koma saman við mær.

2