allvit Guds
6 versir um "allvit Guds"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 147:5 Sálmarnir
Harri okkara er stórur og veldigur í megi, vit Hansara stendur ikki til at meta.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:20 Fyrra Jóhannesarbrævið
at um so hjarta okkara fordømir okkum, er Gud størri enn hjarta okkara og veit alt.
Orðtøkini 15:3 Orðtøkini
Eygu HARRANS eru allastaðni; tey hyggja bæði eftir óndum og góðum.
Esaias 40:28 Esaias
Veitst tú tá ikki, hevur tú ikki hoyrt tað? – at HARRIN er ævigur Gud; jørðina hevur Hann skapt, so víð sum hon er. Hann møðist ikki, Hann verður ikki máttleysur, vit Hansara er órannsakiligt.
Jeremias 1:5 Jeremias
„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“
Hebrearabrævið 4:13 Hebrearabrævið
Eingin skapningur er ósjónligur fyri ásjón Hansara; nei, alt er nakið og bert fyri eygum Hansara, sum vit hava við at gera.