alliansur

14 versir um "alliansur"

Versir

Síða 1 av 1
Seinna Korintbrævið 6:14 Seinna Korintbrævið

Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur!

7
Orðtøkini 27:17 Orðtøkini

Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.

3
Onnur Mósebók 23:32 Onnur Mósebók

Tú mást ikki gera sáttmála við tey ella gudar teirra.

2
Onnur Mósebók 34:12 Onnur Mósebók

Varða teg fyri at gera nakran sáttmála við tey, ið búgva í landinum, ið tú kemur til! Tí verða tey búgvandi ímillum tykkara, so verða tey tykkum snerra!

2
Onnur Mósebók 34:15 Onnur Mósebók

Tú mást ongan sáttmála gera við tey, sum í landinum búgva! Tí í trúleysum fráfalli renna tey eftir gudum sínum og ofra til teirra; og táið tey so bjóða tær við, so fert tú at eta av ofrum teirra!

2
Esaias 31:1 Esaias

Vei teimum, ið fara suður til Egyptalands eftir hjálp og seta álit sítt á hestar og líta á vagnar, fyri tað at teir eru mangir, og á hestmenn, fyri tað at teir eru nógvir í tali – men venda ikki eygum sínum til hin Heilaga Ísraels og søkja ikki HARRAN.

2
Esaias 31:2 Esaias

Men eisini Hann er vísur; Hann letur vanlukkuna koma, og orð Síni tekur Hann ikki aftur; Hann reisir Seg móti húsi hinna óndu og móti hjálp teirra, ið gera órætt.

2
Esaias 31:3 Esaias

Egyptar eru menniskju og ikki Gud; hestar teirra eru hold og ikki andi; HARRIN skal rætta út hond Sína, og hjálparin skal snáva, og tann, ið hjálp hevur fingið, skal falla, og teir skulu umkomast, bæði annar og annar.

2
Esaias 31:4 Esaias

Tí so segði HARRIN við meg: Sum leyva brølar, ungleyva yvir ráni sínum, og ikki, um so heilur flokkur av hirðum verður róptur saman móti henni, ræðist rópini ella víkur fyri ganginum – so skal HARRIN Gud herskaranna koma niður at herja á Zionsfjall og hædd tess.

2
Esaias 31:5 Esaias

Sum fuglarnir breiða út veingirnar, so skal HARRIN Gud herskaranna verja Jerusalem, verja og frelsa, leypa um* og bjarga.

2
Esaias 31:6 Esaias

Vendið við til Hansara, sum tit so djúpt eru fallin frá, tit børn Ísraels!

2
Esaias 31:7 Esaias

Tí tann dag skal ein og hvør tykkara vraka silvurgudar og gullgudar sínar, teir, ið hendur tykkara hava gjørt tykkum at synda við.

2
Esaias 31:8 Esaias

Assur skal falla fyri svørði, ið ikki hoyrir manni til; svørð, ið ikki hoyrir menniskja til, skal gera enda á honum; hann skal flýggja fyri svørðinum, og ungu menn hansara skulu verða trælir.

2
Esaias 31:9 Esaias

Klettur hansara skal flýggja í ræðslu, og høvdingar hansara skulu verða ræddir burt frá hermerki sínum – sigur HARRIN, Hann, sum hevur eld Sín í Zion og ovn Sín í Jerusalem.

2