alkymi
111 versir um "alkymi"
Versir
Síða 2 av 3Onnur Mósebók 4:22 Onnur Mósebók
Tú skalt siga við Farao: „So sigur HARRIN: Ísrael er frumborni sonur Mín.
Onnur Mósebók 4:23 Onnur Mósebók
Og Eg segði við teg: Lat son Mín sleppa avstað, so hann fær dýrkað Meg! Men tú sýtti honum at fara. Tí skal Eg nú drepa frumborna son tín!““
Onnur Mósebók 4:24 Onnur Mósebók
Men á vegnum, har sum tey gistu um náttina, kom HARRIN ímóti honum og ætlaði at drepa hann.
Onnur Mósebók 4:25 Onnur Mósebók
Tá tók Zippora hvassan stein og skar yvirhúðina á syni sínum av, kastaði hana fyri føturnar á honum* og segði: „Tú ert mær sanniliga ein blóðbrúðgómur!“
Onnur Mósebók 4:26 Onnur Mósebók
So læt Hann hann vera. – Ta ferðina var tað, hon segði: „Ein blóðbrúðgómur“ – hon meinti við umskeringina.
Onnur Mósebók 4:27 Onnur Mósebók
– HARRIN segði nú við Áron: „Far út í oyðimørkina ímóti Mósesi!“ Hann fór tá avstað og hitti hann við fjall Guds og heilsaði honum.
Onnur Mósebók 4:28 Onnur Mósebók
Móses segði Áron alt, ið HARRIN hevði talað, táið Hann sendi hann, og øll tekinini, ið Hann hevði álagt honum at gera.
Onnur Mósebók 4:29 Onnur Mósebók
So fóru Móses og Áron og kallaðu saman allar teir elstu av Ísraelsmonnum.
Onnur Mósebók 4:30 Onnur Mósebók
Áron segði teimum alt, ið HARRIN hevði sagt við Móses, og Móses gjørdi tekinini fyri eygum fólksins.
Onnur Mósebók 4:31 Onnur Mósebók
Og fólkið trúði; táið tey hoyrdu, at HARRIN hevði vent Sær til Ísraelsmenn, og at Hann hevði sæð neyð teirra, boygdu tey seg og tilbóðu.
Fyrsta Mósebók 2:7 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN myndaði menniskjað úr moldini í jørðini og blásti lívsanda í nøs hansara, so at menniskjað varð livandi sál.
Onnur Mósebók 7:17 Onnur Mósebók
So sigur HARRIN: Av hesum skalt tú sanna, at Eg eri HARRIN: Hygg, nú slái eg við hesum stavi, sum eg havi í hondini, vatnið í Nilá, og tað skal verða blóð!
Esaias 60:17 Esaias
Í staðin fyri kopar skal Eg geva gull, í staðin fyri jarn skal Eg geva silvur, í staðin fyri við kopar og í staðin fyri grót jarn. Til stýrismenn tínar seti Eg frið, rættferð at ráða yvir tær.
Matteus 4:1 Matteus
Tá varð Jesus av Andanum leiddur niðan í oyðimørkina at verða freistaður av Djevulinum.
Matteus 4:2 Matteus
Táið Hann nú hevði fastað 40 dagar og 40 nætur, hungraði Hann til endan.
Matteus 4:3 Matteus
Tá kom freistarin til Hansara og segði: „Ert Tú Sonur Guds, so sig, at hesir steinar skulu verða breyð!“
Matteus 4:4 Matteus
Hann svaraði: „Skrivað er: „Menniskjað livir ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið út gongur av munni Guds.““
Matteus 4:5 Matteus
Tá tók Djevulin Hann við sær til hin heilaga stað, setti Hann á takbrún tempulsins og segði við Hann:
Matteus 4:6 Matteus
„Ert Tú Sonur Guds, so leyp niður! Tí skrivað er: „Hann skal geva einglum Sínum boð um teg, og teir skulu bera teg á hondum, so tú ongan stein skalt sláa fótin í.““
Matteus 4:7 Matteus
Jesus segði við hann: „Uppaftur er skrivað: „Tú mást ikki freista Harran Gud tín.““
Matteus 4:8 Matteus
Aftur tók Djevulin Hann við sær – niðan á ógvuliga høgt fjall, vísti Honum øll ríki heimsins og dýrd teirra og segði við Hann:
Matteus 4:9 Matteus
„Alt hetta skal eg geva Tær, um Tú vilt falla niður og tilbiðja meg.“
Matteus 4:10 Matteus
Tá segði Jesus við hann: „Far burt, Satan! Tí skrivað er: „Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.““
Matteus 4:11 Matteus
Tá fór Djevulin frá Honum, og einglar komu til Hansara og tæntu Honum.
Matteus 4:12 Matteus
Táið Jesus frætti, at Jóhannes var settur fastur, fór Hann til Galilea.
Matteus 4:13 Matteus
Og Hann fór úr Nazaret og kom og búsettist í Kapernaum við vatnið, í landslutum Zebulons og Naftali
Matteus 4:14 Matteus
– fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við Esaiasi profeti, ið sigur:
Matteus 4:15 Matteus
„Zebulonsland og Naftaliland fram við vatninum, hinumegin Jordan, Galilea heidninganna –
Matteus 4:16 Matteus
fólkið, sum sat í myrkri, sá stórt ljós, og fyri teimum, sum sótu í landi og skugga deyðans, rann upp ljós.“
Matteus 4:17 Matteus
Frá teirri tíð fór Jesus at prædika og siga: „Vendið við, tí ríki Himmiríkis er komið nær!“
Matteus 4:18 Matteus
Sum Hann nú gekk við vatnið í Galilea, sá Hann tveir brøður, Símun, ið kallast Pætur, og Andrias, bróður hansara, seta garn í vatnið; tí teir vóru fiskimenn.
Matteus 4:19 Matteus
Hann segði tá við teir: „Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!“
Matteus 4:20 Matteus
Við tað sama fóru teir frá gørnunum og fylgdu Honum.
Matteus 4:21 Matteus
Táið Hann haðani fór longur, sá Hann tveir aðrar brøður, Jákup, son Zebedeus, og Jóhannes, bróður hansara, í bátinum við Zebedeusi, faðir teirra; teir bøttu gørn síni. Og Hann kallaði teir.
Matteus 4:22 Matteus
Tá fóru teir við tað sama frá bátinum og faðir sínum og fylgdu Honum.
Matteus 4:23 Matteus
Jesus ferðaðist nú um alt Galilea, lærdi í sýnagogum teirra, prædikaði evangelium ríkisins og grøddi hvørja sjúku og alskyns veikleika hjá fólkinum.
Matteus 4:24 Matteus
Hann varð gitin um alt Sýrland, og tey komu til Hansara við øllum sjúkum, sum vóru heimsøkt av ymiskum sjúkdómum og plágum, bæði teimum, ið vóru sett av illum andum, niðurfalssjúkum og lamnum; og Hann grøddi tey.
Matteus 4:25 Matteus
Og nógv fólk fylgdi Honum úr Galilea, Dekapolis, Jerusalem, Judea og landinum hinumegin Jordan.
Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Rómverjabrævið 12:3 Rómverjabrævið
Tí við náðini, ið mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara, at hann má ikki hugsa hægri, enn hann eigur at hugsa, men hugsa við vísdómi, alt eftir sum Gud hevur býtt einum og hvørjum mál hansara av trúgv.
Rómverjabrævið 12:4 Rómverjabrævið
Tí eins og vit hava nógvar limir á einum likami, men allir limirnir hava ikki sama starv,
Rómverjabrævið 12:5 Rómverjabrævið
soleiðis eru vit mongu eitt likam í Kristusi, men hvørt fyri seg eru vit limir hvørs annars.
Rómverjabrævið 12:6 Rómverjabrævið
Við tað at vit nú hava ymiskar náðigávur, eftir náðini, ið okkum er givin, so latið okkum – um tað nú er profetagáva – nýta hana, eftir sum vit hava trúgv,
Rómverjabrævið 12:7 Rómverjabrævið
ella – um tað er tænasta – so latið okkum akta eftir tænastuni, ella – um ein er lærari – eftir lærdóminum,
Rómverjabrævið 12:8 Rómverjabrævið
ella – um ein áminnir – eftir áminningini! Tann, ið býtir út, geri tað av ærligum huga! Tann, ið fyristøðumaður er, veri tað við ídni! Tann, ið miskunn ger, geri tað við gleði!
Rómverjabrævið 12:9 Rómverjabrævið
Kærleikin veri ikki bert eiti! Skýggið hitt illa, haldið fast við hitt góða!
Rómverjabrævið 12:10 Rómverjabrævið
Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður!
Rómverjabrævið 12:11 Rómverjabrævið
Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum – tænið Harranum!
Rómverjabrævið 12:12 Rómverjabrævið
Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini!