alkymi

111 versir um "alkymi"

Versir

Síða 1 av 3
Orðtøkini 27:21 Orðtøkini

Stoypipotturin roynir silvurið, og stoypiovnurin gullið, og maður verður dømdur eftir tí, sum hann rósar.

6
Sálmarnir 12:6 Sálmarnir

„Við tað at hini ørmu verða kúgað, við tað at hini fátæku suffa, skal Eg nú reisa Meg!“ sigur HARRIN; „Eg skal lata tey fáa frelsu, sum stunda eftir henni!“

5
Markus 8:36 Markus

Hvat batar tað menniskjanum at vinna allan heimin og bøta við sál síni!

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:1 Fyrra Jóhannesarbrævið

Síggið, hvussu stóran kærleika Faðirin hevur víst okkum, at vit skulu kallast børn Guds! – Og vit eru tað! Tí kennir heimurin okkum ikki, tí hann kennir ikki Hann.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:2 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit elskaðu! Nú eru vit børn Guds, og ikki er opinberað enn, hvat vit skulu verða. Vit vita, at táið Hann opinberast, skulu vit verða Honum lík, tí vit skulu síggja Hann, sum Hann er.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:3 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið hevur hesa vón til Hansara, reinsar seg sjálvan, eins og Hann er reinur.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:4 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið ger synd, ger eisini lógbrot, og synd er lógloysi.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:5 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit vita, at Hann er opinberaður, fyri at Hann skuldi taka burt syndirnar, og synd er ikki í Honum.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:6 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið verður verandi í Honum, syndar ikki; hvør tann, ið syndar, hevur ikki sæð Hann og kennir Hann ei heldur.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:7 Fyrra Jóhannesarbrævið

Børn míni! Latið ongan villleiða tykkum! Tann, ið ger rættvísi, er rættvísur, eins og Hann er rættvísur.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:8 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tann, ið ger synd, er av Djevulinum; tí Djevulin hevur syndað frá upphavi. Til tað er Sonur Guds opinberaður, at Hann skal gera verk Djevulsins til einkis.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið føddur er av Gudi, ger ikki synd; tí sáð Hansara verður verandi í honum; hann kann ikki synda, tí hann er føddur av Gudi.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:10 Fyrra Jóhannesarbrævið

Av hesum kennast børn Guds og børn Djevulsins: Hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann, ið elskar ikki bróður sín.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:11 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tí hetta er boðskapurin, ið tit hava hoyrt frá upphavi, at vit skulu elska hvør annan

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:12 Fyrra Jóhannesarbrævið

og ikki líkjast Káini, ið var av hinum illa og drap bróður sín. Og hví drap hann hann? Tí verk hansara vóru ónd, og verk bróður hansara rættvís!

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:13 Fyrra Jóhannesarbrævið

Undrist ikki, brøður mínir, um heimurin hatar tykkum!

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:14 Fyrra Jóhannesarbrævið

Vit vita, at vit eru farin yvirum frá deyða til lív, tí vit elska brøðurnar; tann, ið elskar ikki, verður verandi í deyðanum.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:15 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið hatar bróður sín, er manndrápari, og tit vita, at eingin manndrápari hevur ævigt lív verandi í sær.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:16 Fyrra Jóhannesarbrævið

Av tí kenna vit kærleikan, at Hann gav lív Sítt fyri okkum; eisini vit skylda at lata lívið fyri brøðurnar.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:17 Fyrra Jóhannesarbrævið

Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:18 Fyrra Jóhannesarbrævið

Børn míni! Latið okkum ikki elska við orði ella við tungu, men í verki og sannleika!

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:19 Fyrra Jóhannesarbrævið

Av tí skulu vit kenna, at vit eru av sannleikanum, og tá kunnu vit geva hjørtum okkara vissu fyri ásjón Hansara,

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:20 Fyrra Jóhannesarbrævið

at um so hjarta okkara fordømir okkum, er Gud størri enn hjarta okkara og veit alt.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:21 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit elskaðu! Fordømir hjarta okkara okkum ikki, so hava vit dirvi fyri Gudi.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:22 Fyrra Jóhannesarbrævið

Og hvat vit so biðja um, fáa vit frá Honum, tí vit halda boð Hansara og gera tað, sum Honum toknast.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:23 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hetta er boð Hansara, at vit skulu trúgva á navn Sonar Hansara, Jesu Krists, og elska hvør annan eftir boðnum, ið Hann gav okkum.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:24 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tann, ið heldur boð Hansara, verður verandi í Gudi, og Gud í honum. Og at Hann verður verandi í okkum, vita vit av Andanum, ið Hann gav okkum.

5
Opinberingin 2:17 Opinberingin

Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar! – Tann, ið sigrar, honum skal Eg geva av hinum fjalda manna, og Eg skal geva honum hvítan stein, og nýtt navn – skrivað á steinin – sum eingin kennir uttan tann, ið fær tað.“

5
Opinberingin 3:18 Opinberingin

Eg ráði tær tí, at tú frá Mær keypir gull, gløtt í eldi, so tú kanst verða rík, og hvít klæði, so tú kanst lata teg í tey, og skomm nakinleika tíns skal ikki verða opinber, og eygnasalvu at salva eygu tíni við, so tú kanst síggja.

5
Onnur Mósebók 4:1 Onnur Mósebók

Móses svaraði: „Men tey fara ikki at trúgva mær og fara ikki at lurta eftir mær; tey fara at siga: „HARRIN hevur ikki opinberað Seg fyri tær!““

4
Onnur Mósebók 4:2 Onnur Mósebók

Tá segði HARRIN við hann: „Hvat er tað, ið tú hevur har í hondini?“ Hann svaraði: „Stav.“

4
Onnur Mósebók 4:3 Onnur Mósebók

Hann segði: „Kasta hann til jarðar!“ Táið hann so kastaði hann niður á jørðina, varð hann til orm; og Móses flýddi fyri honum.

4
Onnur Mósebók 4:4 Onnur Mósebók

Men HARRIN segði við Móses: „Rætt út hondina og tak í halan á honum!“ Og táið hann rætti út hondina og tók í hann, varð hann aftur til stav í hond hansara.

4
Onnur Mósebók 4:5 Onnur Mósebók

„– So mugu tey tá trúgva, at HARRIN Gud fedra teirra, Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups, hevur opinberað Seg fyri tær!“

4
Onnur Mósebók 4:6 Onnur Mósebók

Framvegis segði HARRIN við hann: „Stikk hondina inn í barmin!“ Hann stakk tá hondina inn í barmin; og táið hann tók hana út aftur, var hondin hvít sum kavi av spitalsku.

4
Onnur Mósebók 4:7 Onnur Mósebók

So segði Hann: „Stikk aftur hondina inn í barmin!“ Hann stakk aftur hondina inn í barmin, og táið hann tók hana út aftur, var hon vorðin aftur sum alt hitt á likami hansara.

4
Onnur Mósebók 4:8 Onnur Mósebók

„– Um tey nú ikki trúgva tær ella geva tí fyrra tekninum gætur, so munnu tey tó fara at trúgva tí seinna tekninum.

4
Onnur Mósebók 4:9 Onnur Mósebók

Men vilja tey hvørgum hesum tekninum trúgva og ikki lurta eftir tær, so skalt tú taka vatn úr Nilá og stoyta tað út á jørðina, og vatnið, ið tú tekur úr Nilá, skal verða blóð á jørðini.“

4
Onnur Mósebók 4:10 Onnur Mósebók

Men Móses segði við HARRAN: „Hoyr meg, HARRI! Eg havi aldri verið orðkringur maður; eg var tað ikki áður, og eg eri tað heldur ikki nú, eftir at Tú hevur talað við tænara Tín; eg eri tungur fyri málinum og havi ilt við at tosa.“

4
Onnur Mósebók 4:11 Onnur Mósebók

Tá svaraði HARRIN honum: „Hvør hevur givið menniskjanum munn, og hvør ger stumman ella deyvan, síggjandi ella blindan! Man tað ikki vera Eg, HARRIN!

4
Onnur Mósebók 4:12 Onnur Mósebók

Far tí nú, og Eg skal vera við munni tínum og læra teg, hvat tú skalt siga!“

4
Onnur Mósebók 4:13 Onnur Mósebók

Men hann segði: „Hoyr meg, HARRI! Send nú, hvønn annan Tú vilt!“

4
Onnur Mósebók 4:14 Onnur Mósebók

Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Mósesi, og Hann segði: „Hevur tú ikki bróður tín, Áron, Levitin! Hann dugir at tosa, tað veit Eg! Hann kemur eisini ímóti tær nú, og hann verður glaður í hjartanum, táið hann sær teg.

4
Onnur Mósebók 4:15 Onnur Mósebók

Tú skalt so tala til hansara og leggja honum orðini í munnin; so skal Eg vera við tínum munni og hansara munni og læra tykkum, hvat tit skulu gera.

4
Onnur Mósebók 4:16 Onnur Mósebók

Hann skal tala fyri teg við fólkið; hann skal vera muður tín, og tú skalt vera honum sum Gud.

4
Onnur Mósebók 4:17 Onnur Mósebók

Og í hondina skalt tú taka henda stav, sum tú skalt gera tekinini við.“

4
Onnur Mósebók 4:18 Onnur Mósebók

So fór Móses; og táið hann kom aftur til Jetro, verfaðir sín, segði hann við hann: „Lat meg fara aftur til brøður mínar í Egyptalandi og vita, um teir eru á lívi enn!“ Jetro svaraði Mósesi: „Far í friði!“

4
Onnur Mósebók 4:19 Onnur Mósebók

HARRIN segði við Móses í Midjan: „Far aftur til Egyptalands – nú eru teir deyðir, allir teir, ið lógu tær eftir lívinum!“

4
Onnur Mósebók 4:20 Onnur Mósebók

So tók Móses konu sína og synir sínar og setti tey á eslið og fór aftur til Egyptalands; og Móses tók stav Guds í hondina.

4
Onnur Mósebók 4:21 Onnur Mósebók

HARRIN segði við Móses: „Táið tú nú fert aftur til Egyptalands, síggj tá til, at tú fyri eygum Faraos gert øll undrini, ið Eg havi givið tær vald at gera! Men Eg skal herða hjarta hansara, so hann letur ikki fólkið fara.

4