álítandi lyndi

15 versir um "álítandi lyndi"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 11:13 Orðtøkini

Baktalarin sigur frá tí, sum undir hann er lagt, men tann, sum er trúfastur í andanum, dylur tað.

3
Kolossibrævið 3:9 Kolossibrævið

Lúgvið ikki hvørt fyri øðrum, tit, sum jú hava latið tykkum úr hinum gamla menniskjanum við verkum tess

3
Kolossibrævið 3:10 Kolossibrævið

og latið tykkum í hitt nýggja, sum verður endurnýggjað til kunnskap – eftir mynd Hansara, sum skapti tað!

3
Orðtøkini 6:16 Orðtøkini

Seks eru, sum HARRIN hatar, sjey eru sál Hansara andstygd:

2
Orðtøkini 6:17 Orðtøkini

Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð,

2
Orðtøkini 6:18 Orðtøkini

hjarta, sum smíðar saman ónd ráð, føtur, sum eru kvikir til tað, ið ilt er,

2
Orðtøkini 6:19 Orðtøkini

tann, ið talar lygn og vitnar rangt, og tann, ið setur split millum brøður.

2
Orðtøkini 28:26 Orðtøkini

Tann, ið lítur á vit sítt, er dári, men tann, ið gongur fram í vísdómi, verður bjargaður.

2
Lukas 16:9 Lukas

Og Eg sigi tykkum: Gerið tykkum vinir við hinum órættvísa mammon, so teir, táið liðugt er við honum, kunnu taka ímóti tykkum í hinum ævigu bústøðum!

2
Lukas 16:10 Lukas

Tann, sum er trúgvur í hinum minsta, er eisini trúgvur í nógvum, og tann, sum er órættvísur í hinum minsta, er eisini órættvísur í nógvum.

2
Lukas 16:11 Lukas

Hava tit nú ikki verið trúgvir í hinum órættvísa mammon, hvør fer tá at líta tykkum hin sanna upp í hendur!

2
Lukas 16:12 Lukas

Og hava tit ikki verið trúgvir í tí, sum onnur eiga, hvør fer tá at geva tykkum sjálvum nakað at eiga!

2
Lukas 16:13 Lukas

Eingin tænari kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.“

2
Lukas 16:14 Lukas

Alt hetta hoyrdu Fariseararnir – sum vóru peningakærir – og teir spottaðu Hann.

2
Lukas 16:15 Lukas

Men Hann segði við teir: „Tit eru teir, ið gera tykkum sjálvar rættvísar fyri menniskjum, men Gud kennir hjørtu tykkara; tí tað, sum høgt er í eygum manna, er andstygd fyri Gudi.

2