álítandi
10 versir um "álítandi"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 4:2 Fyrra Korintbrævið
– Annars krevst av húshaldarum, at teir skulu finnast at vera trúgvir.
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Orðtøkini 11:13 Orðtøkini
Baktalarin sigur frá tí, sum undir hann er lagt, men tann, sum er trúfastur í andanum, dylur tað.
Lukas 16:10 Lukas
Tann, sum er trúgvur í hinum minsta, er eisini trúgvur í nógvum, og tann, sum er órættvísur í hinum minsta, er eisini órættvísur í nógvum.
Sálmarnir 9:10 Sálmarnir
HARRIN er hinum kúgaða ein borg, ein borg á neyðartíðum.
Sálmarnir 56:3 Sálmarnir
Samt og javnt liggja teir mær eftir lívinum, teir, ið elta meg, ja, mangir eru teir, sum í hugmóði stríða móti mær.
Sálmarnir 111:7 Sálmarnir
Tað, ið hendur Hansara gera, er sannleiki og rættur; øll boð Hansara eru trúføst;
Sálmarnir 118:8 Sálmarnir
Betri er at søkja sær skjól hjá HARRANUM enn at líta á menniskju;
Esaias 26:3 Esaias
Tann, ið hevur grundfest sinni, letur Tú altíð hava frið, tí á Teg lítur hann.