alabasturkassin

172 versir um "alabasturkassin"

Versir

Síða 2 av 4
Jóhannes 12:29 Jóhannes

Fólkið, ið stóð har og hoyrdi tað, segði tá, at tað var toran, ið gekk; onnur søgdu: „Tað var eingil, ið talaði til Hansara!“

10
Jóhannes 12:30 Jóhannes

Tá svaraði Jesus: „Ikki fyri Mína skuld kom handa rødd, men fyri tykkara skuld.

10
Jóhannes 12:31 Jóhannes

Nú gongur dómur yvir henda heim; nú skal høvdingin yvir hesum heimi verða kastaður út.

10
Jóhannes 12:32 Jóhannes

Og táið Eg verði lyftur upp frá jørðini, skal Eg draga øll til Mín.“

10
Jóhannes 12:33 Jóhannes

– Hetta segði Hann fyri at peika á, hvønn deyða Hann skuldi doyggja.

10
Jóhannes 12:34 Jóhannes

Tá svaraði fólkið Honum: „Vit hava hoyrt úr lógini, at Kristus verður í allar ævir; hvussu kanst Tú tá siga, at Menniskjasonurin skal verða lyftur upp? Hvør er hesin Menniskjasonur?“

10
Jóhannes 12:35 Jóhannes

Jesus segði við tey: „Lítla stund aftrat er ljósið hjá tykkum; gangið, meðan tit hava ljósið, so myrkrið kemur ikki á tykkum! Tann, sum gongur í myrkri, veit ikki, hvar hann fer.

10
Jóhannes 12:36 Jóhannes

Trúgvið á ljósið, meðan tit hava ljósið, so tit kunnu verða børn ljósins!“ Hetta talaði Jesus, og so fór Hann avstað og fjaldi Seg fyri teimum.

10
Jóhannes 12:37 Jóhannes

Men tóat Hann hevði gjørt so mong tekin fyri eygum teirra, trúðu tey ikki á Hann –

10
Jóhannes 12:38 Jóhannes

fyri at orð Esaiasar profets skuldi ganga út, tað, sum hann hevur sagt: „Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi av okkum, og fyri hvørjum varð armur Harrans opinberaður!“

10
Jóhannes 12:39 Jóhannes

Tí kundu tey ikki trúgva; tí Esaias hevur uppaftur sagt:

10
Jóhannes 12:40 Jóhannes

„Hann hevur blindað eygu teirra og gjørt hjarta teirra hart, so tey skulu ikki síggja við eygunum og skilja við hjartanum og venda við, so Eg kundi grøtt tey.“

10
Jóhannes 12:41 Jóhannes

Hetta segði Esaias, tí hann sá dýrd Hansara og talaði um Hann.

10
Jóhannes 12:42 Jóhannes

Tó vóru mangir, sum trúðu á Hann, eisini av ráðharrunum; men teir kendust ikki við tað; tí teir óttaðust Fariseararnar og vildu sleppa frá at verða koyrdir úr sýnagoguni.

10
Jóhannes 12:43 Jóhannes

Teir elskaðu meiri heiður frá menniskjum enn heiður frá Gudi.

10
Jóhannes 12:44 Jóhannes

Men Jesus rópti: „Tann, ið trýr á Meg, trýr ikki á Meg, men á Hann, ið sendi Meg!

10
Jóhannes 12:45 Jóhannes

Og tann, ið sær Meg, sær Hann, ið sendi Meg!

10
Jóhannes 12:46 Jóhannes

Eg eri komin sum ljós í heimin, fyri at eingin, sum trýr á Meg, skal verða verandi í myrkri.

10
Jóhannes 12:47 Jóhannes

Um onkur hoyrir orð Míni og leggur sær tey ikki á hjarta – hann dømi ikki Eg; tí Eg eri ikki komin at døma heimin, men at frelsa heimin.

10
Jóhannes 12:48 Jóhannes

Tann, ið vrakar Meg og tekur ikki við orðum Mínum, hevur tann, ið dømir hann; orðið, ið Eg havi talað, skal døma hann síðsta dag.

10
Jóhannes 12:49 Jóhannes

Tí Eg havi ikki talað av Mær sjálvum; nei, Faðirin, sum sendi Meg, hevur givið Mær boð um tað, sum Eg skal siga, og tað, sum Eg skal tala.

10
Jóhannes 12:50 Jóhannes

Og Eg veit, at boð Hansara er ævigt lív. Tað, sum Eg tí tali, tali Eg, soleiðis sum Faðirin hevur sagt Mær.“

10
Matteus 26:6 Matteus

Táið Jesus var komin til Betania og var inni hjá spitalska Símuni,

4
Matteus 26:7 Matteus

kom kvinna til Hansara, sum hevði alabasturkrukku við ógvuliga dýrari salvu; hana helti hon út yvir høvd Hansara, meðan Hann sat til borðs.

4
Matteus 26:8 Matteus

Táið lærisveinarnir sóu hetta, vórðu teir illir og søgdu: „Hvat skal henda burturspilling til!

4
Matteus 26:9 Matteus

Hetta kundi jú verðið selt fyri nógvan pening, sum kundi verið givin fátækum!“

4
Matteus 26:10 Matteus

Men táið Jesus varð varur við tað, segði Hann við teir: „Hví gera tit tykkum inn á kvinnuna? Hon hevur jú gjørt Mær góða gerð.

4
Matteus 26:11 Matteus

Hini fátæku hava tit altíð hjá tykkum, men Meg hava tit ikki altíð.

4
Matteus 26:12 Matteus

Táið hon helti hesa salvu yvir likam Mítt, gjørdi hon Meg til reiðar til jarðarferð Mína.

4
Matteus 26:13 Matteus

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Allastaðni um allan heimin har hetta evangelium verður prædikað, skal eisini tað, sum hon hevur gjørt, verða umtalað til minni um hana.“

4
Matteus 25:1 Matteus

„Tá skal ríki Himmiríkis vera at líkna við tíggju moyggjar, ið tóku lampur sínar og fóru ímóti brúðgóminum.

3
Matteus 25:2 Matteus

Fimm teirra vóru dárar, og fimm klókar.

3
Matteus 25:3 Matteus

Tær, ið dárar vóru, tóku víst lampur sínar, men tóku onga olju við sær.

3
Matteus 25:4 Matteus

Men hinar klóku tóku olju í íløt síni saman við lampunum.

3
Matteus 25:5 Matteus

Við tað at nú brúðgómurin drálaði, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu.

3
Matteus 25:6 Matteus

Men um midnátt hoyrdist róp: „Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!“

3
Matteus 25:7 Matteus

Tá vaknaðu allar moyggjarnar og gjørdu lampur sínar til.

3
Matteus 25:8 Matteus

Tær, ið dárar vóru, søgdu nú við hinar klóku: „Latið okkum fáa av olju tykkara, tí lampur okkara sløkna!“

3
Matteus 25:9 Matteus

Men hinar klóku svaraðu: „Nei, ikki verður nóg mikið bæði til okkara og tykkara; farið heldur til keypmenninar og keypið tykkum sjálvum!“

3
Matteus 25:10 Matteus

Men táið tær vóru farnar avstað at keypa, kom brúðgómurin; og tær, sum til reiðar vóru, fóru inn við honum í brúdleypið, og dyrnar vórðu latnar aftur.

3
Matteus 25:11 Matteus

Seinni komu so eisini hinar moyggjarnar og søgdu: „Harri, Harri, lat okkum upp!“

3
Matteus 25:12 Matteus

Men hann svaraði: „Sanniliga, sigi eg tykkum: Eg kenni tykkum ikki.“

3
Matteus 25:13 Matteus

Vakið tí! Tit vita jú hvørki dagin ella tíman.

3
Matteus 25:14 Matteus

Tí tað er eins og maður, ið ætlaði at fara burt í annað land og kallaði til sín tænarar sínar og gav teimum upp í hendur tað, sum hann átti.

3
Matteus 25:15 Matteus

Ein læt hann fáa fimm talentir, annan tvær, uppaftur annan eina, hvønn eftir førimuni hansara; so fór hann burt í annað land.

3
Matteus 25:16 Matteus

Tann, ið hevði fingið hinar fimm talentirnar, fór nú og handlaði við teimum og vann aðrar fimm talentir.

3
Matteus 25:17 Matteus

Somuleiðis tann, ið hevði fingið hinar tvær – hann vann aðrar tvær.

3
Matteus 25:18 Matteus

Men tann, ið hevði fingið hina einu, fór avstað og gróv í jørðina og fjaldi pening harra síns.

3
Matteus 25:19 Matteus

Táið long tíð var umliðin, kom harrin hjá hesum tænarum og helt roknskap við teir.

3
Matteus 25:20 Matteus

Tann, ið hevði fingið hinar fimm talentirnar, steig tá fram og hevði við sær aðrar fimm talentir; hann segði: „Harri! Tú lætst meg fáa fimm talentir; hygg, eg havi vunnið aðrar fimm talentir!“

3