áðin Nil

24 versir um "áðin Nil"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 19:5 Esaias

Vatnið í sjónum skal svinna burtur, áin skal grynnast og torna heilt upp.

7
Esaias 19:6 Esaias

Áirnar skulu stinka, streymar Egyptalands skulu minka og torna upp, rør og sev skulu følna.

7
Esaias 19:7 Esaias

Grasfløturnar fram við Nilá, á áarbakkanum, og alt dyrkilendið við ánna, skal torna upp, oyðast og hvørva.

7
Esaias 19:8 Esaias

Fiskimenninir suffa og syrgja, allir teir, ið kasta niður ongul á Nilá; teir, ið seta garn á vatninum, eru mótfalnir.

7
Ezekiel 30:12 Ezekiel

Eg skal lata streymarnar torna upp og selja landið óndum menniskjum í hendur; og Eg skal við hondum útlendinga forkoma landinum og øllum, sum í tí er – Eg, HARRIN, havi talað.

4
Ezekiel 30:13 Ezekiel

So sigur Harrin HARRIN: Eg skal forkoma avgudunum og týna falsgudarnar í Nof, og aldri aftur skal vera høvdingi úr Egyptalandi; Eg skal lata ræðslu falla á Egyptaland.

4
Onnur Mósebók 1:22 Onnur Mósebók

Tá gav Farao øllum fólki sínum hetta boð: „Øll dreingjabørn, ið fødd verða,* skulu tit kasta í Nilá, men gentubørnini kunnu tit lata liva!“

3
Onnur Mósebók 2:3 Onnur Mósebók

Men táið hon ikki fekk krógvað hann longur, tók hon kistu av røri, tætti hana við jørðbiki og tjøru, legði so drongin í hana og setti hana í sevið við áarbakkan.

3
Onnur Mósebók 7:19 Onnur Mósebók

HARRIN segði við Móses: „Sig við Áron: „Tak stav tín og rætt út hondina yvir vøtnini hjá Egyptum, yvir áir, gravir, tjarnir og hyljar teirra! So skal vatnið verða blóð; í øllum Egyptalandi skal blóð vera, bæði í træíløtum og í steiníløtum!““

3
Onnur Mósebók 7:20 Onnur Mósebók

Móses og Áron gjørdu, sum HARRIN segði; hann lyfti stavinum og sló vatnið í Nilá fyri eygum Faraos og tænara hansara; tá varð alt vatnið í ánni blóð;

3
Jeremias 2:18 Jeremias

Hví tekur tú tá nú leiðina til Egyptalands og ætlar at drekka vatn úr Sihor?* Hví tekur tú leiðina til Assýria og ætlar at drekka vatn úr Ánni?**

3
Fyrsta Mósebók 15:18 Fyrsta Mósebók

Henda dagin gjørdi HARRIN sáttmála við Ábram og segði: „Avkomi tínum gevi Eg hetta land, frá Egyptalandsá at Stórá, ánni Eufrat,

2
Fyrsta Mósebók 41:1 Fyrsta Mósebók

So hendi tað, táið tvey ár vóru gingin, at Farao hevði dreym. Hann droymdi, at hann stóð við Nilá.

2
Fyrsta Mósebók 41:3 Fyrsta Mósebók

Síðani sá hann sjey aðrar kýr koma upp úr ánni, ljótar at síggja og rak; og tær stóðu hjá hinum fyrru kúnum á áarbakkanum.

2
Onnur Mósebók 2:5 Onnur Mósebók

Tá kom dóttir Farao at baða sær í ánni, og gentur hennara gingu har á áarbakkanum. Hon kom tá at síggja kistuna í sevinum og sendi gentu sína avstað at taka hana.

2
Onnur Mósebók 7:24 Onnur Mósebók

Men allir Egyptar gróvu fram við Nilá eftir drekkivatni; tí vatnið í ánni var ikki drekkandi.

2
Onnur Mósebók 8:3 Onnur Mósebók

Nilá skal verða full av froskum, og teir skulu skríða upp á land og koma inn í hús títt, inn í sovikamar títt, upp í song tína, inn í húsini hjá tænarum tínum, upp á fólk títt, inn í bakarovnar tínar og upp í deigtrog tíni –

2
Esaias 11:15 Esaias

HARRIN skal turka upp vík Egyptahavs og við sterka stormi Sínum lyfta hondini móti Ánni;* Hann skal klúgva hana í sjey greinar, so ein kann fara um tær turrskøddur.

2
Esaias 23:3 Esaias

Av sáði frá Sihor og korni frá Nilá gjørdi tú tær vinning, við tað at tú fórt yvir hini stóru høv og handlaði við tí millum fólkini.

2
Esaias 27:12 Esaias

Tann dag skal HARRIN sláa ávøkstin niður frá Stórá* líka at Egyptalandsá, og tit, børn Ísraels, skulu verða hentað upp eitt og eitt.

2
Ezekiel 29:3 Ezekiel

Tala og sig: So sigur Harrin HARRIN: Eg komi yvir teg, Farao egyptalandskongur, tú stóra sjóódjór, sum liggur mitt í streymum tínum, og sum sigur: „Streymurin er mín – eg havi sjálvur gjørt hann!“

2
Amos 8:8 Amos

Má ikki jørðin nøtra av hesum, og ein og hvør, ið á henni býr, syrgja! Má ikki øll jørðin stíga upp eins og Nilá, vaksa og minka sum Egyptalandsá!

2
Amos 9:5 Amos

Harrin HARRIN, Gud herskaranna, Hann, sum nemur við jørðina – og hon bráðnar, og øll, ið á henni búgva, syrgja, ja, øll jørðin stígur upp eins og Nilá og minkar sum Egyptalandsá –

2
Zakarias 10:11 Zakarias

Hann* skal fara fram gjøgnum havið, gjøgnum vandar, og sláa niður bylgjur havsins; øll djúp í Nilá skulu torna upp, stoltleiki Assurs skal verða omanstoyttur, og kongastavurin skal víkja frá Egyptalandi.

2