Ahitofel
3 versir um "Ahitofel"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Sámuelsbók 17:23 Seinna Sámuelsbók
Men táið Akitofel sá, at ikki varð gjørt eftir ráðum hansara, saðlaði hann esil sítt, helt avstað, fór heim til bý sín, skipaði fyri húsi sínum og hongdi seg; og hann doyði og varð jarðaður í grøv faðirs síns.
Seinna Sámuelsbók 15:12 Seinna Sámuelsbók
Meðan Absalom bar fram ofrini, sendi hann boð eftir Akitofel Giloniti, ráðgevara Dávids – hann sendi boð til Gilo, har sum hann búði. Og samansvørjingin vaks í styrki; fleiri og fleiri av fólkinum fóru í part við Absalom.
Seinna Sámuelsbók 16:23 Seinna Sámuelsbók
– Ráð, ið Akitofel legði, vórðu á teimum døgum vird líka mikið, sum ein hevði spurt Gud til ráðs; so nógv virdu bæði Dávid og Absalom eini og hvørji ráð, ið Akitofel legði.