agn
29 versir um "agn"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 3:12 Matteus
Kastiskuplu Sína hevur Hann í hondini, og Hann skal gjølla reinsa gólv Sítt og savna hveiti Sína inn í løðuna; men dumbuna skal Hann brenna í ósløkkjandi eldi.“
Sálmarnir 35:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. HARRI, træt við teir, ið træta við meg, barst við teir, ið berjast við meg!
Sálmarnir 35:2 Sálmarnir
Tak skjøld og verju og reis Teg at hjálpa mær!
Sálmarnir 35:3 Sálmarnir
Tak til spjót og øks, og forða teimum, ið halda eftir mær! Sig við sál mína: „Eg eri frelsa tín!“
Sálmarnir 35:4 Sálmarnir
Ger teir snópnar og til skammar, sum liggja mær eftir lívinum, lat teir við skomm halda undan, teir, ið ætla mær ilt,
Sálmarnir 35:5 Sálmarnir
lat teir verða sum dumbu fyri vindinum, og eingil HARRANS reki teir burt,
Sálmarnir 35:6 Sálmarnir
lat veg teirra verða myrkan og hálan, og eingil HARRANS elti teir!
Sálmarnir 35:7 Sálmarnir
Tí uttan grund hava teir loyniliga lagt net sítt fyri meg, uttan grund hava teir grivið sál míni grøv.
Sálmarnir 35:8 Sálmarnir
Lat undirgang óvart koma á hann, lat hann sjálvan koma fastan í netið, sum hann legði, lat hann sjálvan falla í grøvina!
Sálmarnir 35:9 Sálmarnir
Tá skal sál mín gleðast í HARRANUM, frøast í frelsu Hansara;
Sálmarnir 35:10 Sálmarnir
øll bein míni skulu siga: „HARRI, hvør er sum Tú, Tú, sum frelsir hin arma frá honum, ið er honum ov sterkur, hin arma og fátæka frá ránsmanninum!“
Sálmarnir 35:11 Sálmarnir
Órættvís vitni stíga fram, tey spyrja meg um tað, sum eg ikki veit;
Sálmarnir 35:12 Sálmarnir
tey løna mær ilt fyri gott; sál mín er vinaleys.
Sálmarnir 35:13 Sálmarnir
– Og eg, sum læt meg í syrgibúna, táið tey vóru sjúk, plágaði sál mína við føstu, bað við boygdum høvdi!
Sálmarnir 35:14 Sálmarnir
Sum tað hevði verið vinur mín, bróðir mín, so gekk eg; eg gekk, sum eg hevði syrgt móður mína, tyngdur av sorg.
Sálmarnir 35:15 Sálmarnir
Men nú ið eg eri um at falla, nú gleðast tey, flokka seg saman; ja, útskot, ið eru mær ókunnig, flokkast um meg og háða meg uttan íhald!
Sálmarnir 35:16 Sálmarnir
Hesi skammleysu, ið spotta fyri breyðbita, bíta á kampi móti mær.
Sálmarnir 35:17 Sálmarnir
Harri, hvussu leingi ætlar Tú at hyggja at? Bjarga sál míni undan herverki teirra, míni einastu frá hinum ungu leyvum!
Sálmarnir 35:18 Sálmarnir
Tá skal eg takka Tær í stórari samkomu, lova Tær í miklari mannfjøld.
Sálmarnir 35:19 Sálmarnir
Lat ikki teir sleppa at gleðast yvir mær, sum uttan grund eru fíggindar mínir, lat ikki teir sleppa at blunka við eyganum, sum hata meg uttan grund!
Sálmarnir 35:20 Sálmarnir
Tí tað er ikki frið, teir tala, nei, svik upphugsa teir móti hinum stillu í landinum;
Sálmarnir 35:21 Sálmarnir
teir lata munnin vítt upp móti mær, teir siga: „Há há! Nú fingu vit at síggja!“
Sálmarnir 35:22 Sálmarnir
Tú sært tað, HARRI – tig ikki! Harri, ver ikki langt burtur frá mær!
Sálmarnir 35:23 Sálmarnir
Reis Teg, vakna upp at fáa mær rætt, at flyta mál mítt, Gud og Harri mín!
Sálmarnir 35:24 Sálmarnir
Fá mær rætt eftir rættvísi Tíni, HARRI Gud mín, og lat teir ikki gleðast yvir mær!
Sálmarnir 35:25 Sálmarnir
Lat teir ikki siga í hjartanum: „Tað var rætt! Sum vit vildu!“ Lat teir ikki siga: „Vit gloyptu honum!“
Sálmarnir 35:26 Sálmarnir
Lat teir standa við skomm og kinnroða, allar, ið gleðast um vanlukku mína, lat teir verða klæddar í spott og spæ, sum gera seg stórar yvir mær!
Sálmarnir 35:27 Sálmarnir
Men teir, ið unna mær rætt mín, lat teir rópa av gleði og frøast, lat teir altíð fáa sagt: „Lovaður veri HARRIN, sum unnir tænara Sínum frið!“
Sálmarnir 35:28 Sálmarnir
Tá skal tunga mín syngja um rættferð Tína, prís Títt líðilangan dagin!