agape
21 versir um "agape"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 5:8 Rómverjabrævið
men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:8 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið ikki elskar, kennir ikki Gud; tí Gud er kærleiki.
Fyrra Korintbrævið 13:1 Fyrra Korintbrævið
Um eg so tali við tungum menniskja og eingla, men havi ikki kærleika, eri eg vorðin ljóðandi málmur ella klingandi bjølla.
Fyrra Korintbrævið 13:2 Fyrra Korintbrævið
Um eg so havi profetagávu, kenni øll loyndarmál og eigi allan kunnskap, og um eg so havi alla trúgv, so eg kann flyta fjøll, men havi ikki kærleika, eri eg einki.
Fyrra Korintbrævið 13:3 Fyrra Korintbrævið
Og um eg so býti út, fátækum til føði, alt, ið eg eigi, og um eg so gevi likam mítt at verða brent, men havi ikki kærleika, batar tað mær einki.
Fyrra Korintbrævið 13:4 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;
Fyrra Korintbrævið 13:5 Fyrra Korintbrævið
hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa;
Fyrra Korintbrævið 13:6 Fyrra Korintbrævið
hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika;
Fyrra Korintbrævið 13:7 Fyrra Korintbrævið
hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.
Fyrra Korintbrævið 13:8 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin fellur aldri burtur. Men profetagávur – tær skulu fáa enda; somuleiðis tungutala – hon skal halda uppat; og kunnskapur – hann skal fáa enda.
Fyrra Korintbrævið 13:9 Fyrra Korintbrævið
Tí vit kenna í brotum, og vit profetera í brotum;
Fyrra Korintbrævið 13:10 Fyrra Korintbrævið
men táið hitt fullkomna kemur, skal tað, sum í brotum er, fáa enda.
Fyrra Korintbrævið 13:11 Fyrra Korintbrævið
Táið eg var barn, talaði eg sum barn, hugsaði sum barn, dømdi sum barn; men táið eg varð maður, legði eg av hitt barnsliga.
Fyrra Korintbrævið 13:12 Fyrra Korintbrævið
Nú síggja vit jú í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlit; nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur.
Fyrra Korintbrævið 13:13 Fyrra Korintbrævið
So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi trý – men størstur av teimum er kærleikin.
Jóhannes 13:34 Jóhannes
Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan.
Jóhannes 13:35 Jóhannes
Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir – at tit hava kærleika hvør til annan.“
Jóhannes 21:15 Jóhannes
Táið teir høvdu etið, segði Jesus við Símun Pætur: „Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg, meir enn hesir?“ Hann svaraði Honum: „Ja, Harri, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ Tá segði Hann við hann: „Føð lomb Míni!“
Jóhannes 21:16 Jóhannes
Uppaftur segði Hann við hann, aðru ferð: „Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg?“ Hann svaraði Honum: „Ja, Harri, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ Tá segði Hann við hann: „Ver hirði hjá seyði Mínum!“
Jóhannes 21:17 Jóhannes
Hann segði triðju ferð við hann: „Símun, sonur Jóhannes, hevur tú Meg kæran?“ Pætur varð tungur, tí Hann triðju ferð segði við hann: „Hevur tú Meg kæran?“ og hann segði við Hann: „Harri, Tú veitst alt, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ Tá segði Jesus við hann: „Føð seyð Mín!
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:7 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Latið okkum elska hvørt annað! Tí kærleikin er av Gudi, og hvør tann, ið elskar, er føddur av Gudi og kennir Gud.