aftanfalnir

24 versir um "aftanfalnir"

Versir

Síða 1 av 1
Lukas 9:62 Lukas

Tá svaraði Jesus honum: „Eingin, ið leggur hondina á plógvið – og hyggur aftur um seg, hóskar til ríki Guds.“

4
Seinna Pætursbrævið 2:21 Seinna Pætursbrævið

Betri hevði verið teimum, at tey ikki høvdu lært veg rættvísinnar at kenna, enn at tey, eftir at hava lært hann at kenna, vendu sær burtur aftur frá hinum heilaga boði, ið teimum var givið.

4
Opinberingin 2:5 Opinberingin

Hugsa tí um, hvørjum tú ert fallin frá, og vend við og ger somu verk sum áður! Annars komi Eg á teg og skal flyta ljósastaka tín úr staði hansara – um tú vendir ikki við.

4
Orðtøkini 14:14 Orðtøkini

Av atburði sínum skal hin fráfalni verða mettaður, og góður maður heldur seg burtur frá honum.

3
Galatiabrævið 6:1 Galatiabrævið

Brøður! Um nú onkur skuldi verðið tikin av fótum av onkrari synd, so hjálpið honum til rættis, tit andaligu, við spakførisanda, og síggj til tín sjálvs, at ikki eisini tú verður freistaður!

3
Hebrearabrævið 10:26 Hebrearabrævið

Tí synda vit við vilja eftir at hava lært sannleikan at kenna, so er einki offur longur fyri syndir,

3
Hebrearabrævið 10:27 Hebrearabrævið

men bert ræðulig bíðan eftir dómi, og brennandi vreiði, ið skal oyða tey, sum standa ímóti.

3
Hebrearabrævið 10:28 Hebrearabrævið

Hevur ein brotið Móselóg, doyr hann miskunnarleyst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna.

3
Hebrearabrævið 10:29 Hebrearabrævið

– Hvussu mangan verri revsing halda tit tá ikki, tann skal roknast verdur, sum traðkar Son Guds undir fótum, vanvirðir blóð sáttmálans – tað, sum hann varð halgaður í – og háðar Anda náðinnar!

3
Jákupsbrævið 4:8 Jákupsbrævið

Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara! Tváið hendurnar, tit syndarar, reinsið hjørtuni, tit tvísintu!

3
Opinberingin 2:4 Opinberingin

Men Eg havi tað ímóti tær, at tú ert farin frá hinum fyrsta kærleika tínum.

3
Jeremias 3:22 Jeremias

Komið aftur, tit fráfalnu børn! Eg skal grøða fráføll tykkara. – „Ja, vit koma til Tín, tí Tú ert HARRIN Gud okkara!

2
Jeremias 14:7 Jeremias

Um so misgerðir okkara vitna móti okkum, HARRI, so hjálp tó fyri navns Tíns skuld! Tí mangan fullu vit frá, móti Tær hava vit syndað.

2
Hoseas 14:4 Hoseas

Assur skal ikki hjálpa okkum, á hestum skulu vit ikki ríða, og vit skulu ikki uppaftur siga við handaverk okkara: „Gud okkara!“ Tí hjá Tær er tað, hin faðirleysi finnur miskunn!“

2
Malakias 3:7 Malakias

Líka frá teimum døgum fedrar tykkara livdu, hava tit vikið burtur frá lógum Mínum og ikki hildið tær; vendið við til Mín, so skal Eg venda við til tykkara! – sigur HARRIN Gud herskaranna. – Tit siga: „Hvørjum skulu vit venda við frá!“

2
Galatiabrævið 4:9 Galatiabrævið

– Og nú tit hava lært Gud at kenna, ja, tað, sum meiri er – eru kendir av Gudi, hvussu kunnu tit nú fara aftur til hin veika og fátæka barnalærdóm, sum tit aftur av nýggjum ætla at træla undir!

2
Galatiabrævið 5:7 Galatiabrævið

Tit vóru á góðari leið; hvør hevur forðað tykkum at akta sannleikan?

2
Hebrearabrævið 10:38 Hebrearabrævið

Men hin rættvísi Mín skal liva av trúgv, og sigst hann undan, hevur sál Mín ikki tokka til hansara.“

2
Hebrearabrævið 10:39 Hebrearabrævið

– Tó, vit eru ikki av teimum, ið sigast undan – til fortaping – men av teimum, ið trúgva – sálini til frelsu.

2
Jákupsbrævið 4:17 Jákupsbrævið

Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd.

2
Seinna Pætursbrævið 2:20 Seinna Pætursbrævið

Tí um tey við kunnskapinum um Harra og Frelsara okkara Jesus Kristus hava sloppið sær burt frá tí, sum heimurin dálkar seg við, og so aftur verða fløkt inn í tað og sigrað av tí, so er hitt seinna hjá teimum vorðið verri enn hitt fyrra.

2
Seinna Pætursbrævið 2:22 Seinna Pætursbrævið

Teimum hevur gingist eftir hinum sanna orðtaki: „Hundurin vendir sær aftur til sína egnu spýggju, og súgvin, ið vaskað er, veltir sær í skarninum.“

2
Opinberingin 3:2 Opinberingin

Vakna og styrk hitt, sum annars fer at doyggja! Tí Eg havi ikki funnið verk tíni fullkomin fyri Gudi Mínum.

2
Opinberingin 3:3 Opinberingin

Minst tí, hvussu tú tókst ímóti og hoyrdi, varðveit tað og vend við! Vakir tú nú ikki, skal Eg koma sum tjóvur, og tú skalt ikki vita, hvønn tíma Eg komi á teg.

2