aftanfall

46 versir um "aftanfall"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 14:14 Orðtøkini

Av atburði sínum skal hin fráfalni verða mettaður, og góður maður heldur seg burtur frá honum.

5
Hebrearabrævið 6:4 Hebrearabrævið

Tí tey, sum einaferð eru vorðin upplýst, hava smakkað hina himmalsku gávu, hava fingið lut í Heilaga Andanum,

4
Hebrearabrævið 6:5 Hebrearabrævið

hava smakkað góða orð Guds og kreftir hins komandi heims – og sum so eru fallin frá – tey er tað ómøguligt at endurnýggja til umvending aftur,

4
Hebrearabrævið 6:6 Hebrearabrævið

við tað at tey av nýggjum krossfesta sær Son Guds og gera Hann til spott.

4
Seinna Pætursbrævið 2:20 Seinna Pætursbrævið

Tí um tey við kunnskapinum um Harra og Frelsara okkara Jesus Kristus hava sloppið sær burt frá tí, sum heimurin dálkar seg við, og so aftur verða fløkt inn í tað og sigrað av tí, so er hitt seinna hjá teimum vorðið verri enn hitt fyrra.

4
Seinna Pætursbrævið 2:21 Seinna Pætursbrævið

Betri hevði verið teimum, at tey ikki høvdu lært veg rættvísinnar at kenna, enn at tey, eftir at hava lært hann at kenna, vendu sær burtur aftur frá hinum heilaga boði, ið teimum var givið.

4
Seinna Pætursbrævið 2:22 Seinna Pætursbrævið

Teimum hevur gingist eftir hinum sanna orðtaki: „Hundurin vendir sær aftur til sína egnu spýggju, og súgvin, ið vaskað er, veltir sær í skarninum.“

4
Jeremias 3:22 Jeremias

Komið aftur, tit fráfalnu børn! Eg skal grøða fráføll tykkara. – „Ja, vit koma til Tín, tí Tú ert HARRIN Gud okkara!

3
Jeremias 14:7 Jeremias

Um so misgerðir okkara vitna móti okkum, HARRI, so hjálp tó fyri navns Tíns skuld! Tí mangan fullu vit frá, móti Tær hava vit syndað.

3
Hoseas 11:7 Hoseas

Tí fólk Mítt vil ikki geva uppat við fráfalli sínum frá Mær, og biður onkur tey venda sær móti hæddini, er ikki ein, sum lyftir eyganum uppeftir.

3
Lukas 9:62 Lukas

Tá svaraði Jesus honum: „Eingin, ið leggur hondina á plógvið – og hyggur aftur um seg, hóskar til ríki Guds.“

3
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.

3
Seinna Krønikubók 7:14 Seinna Krønikubók

– um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra.

2
Orðtøkini 24:16 Orðtøkini

Tí sjey ferðir fellur hin rættvísi – og kemur aftur á føtur; men gudleys verða rend umkoll, táið vanlukkan kemur.

2
Jeremias 2:19 Jeremias

Óndskapur tín er tað, ið tyktar teg, og fráføll tíni eru tað, ið straffa teg; kenn tí og síggj, at tað er ónt og beiskt, at tú vendir HARRANUM Gudi tínum bakið, og at ótti fyri Mær ikki er komin á teg! – sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna.

2
Jeremias 3:1 Jeremias

Sagt er: „Táið maður rekur frá sær konu sína, og hon so fer frá honum og giftist við øðrum manni, kann hann tá uppaftur koma til hennara! Hevði landið ikki verðið vanhalgað av hesum!“ – Og tú – tú hevur drivið hor við mongum ástvinum og skuldi kortini komið aftur til Mín! – sigur HARRIN.

2
Jeremias 3:2 Jeremias

Lyft upp eygunum til hinar naknu hæddir og hygg – hvussu hevur tú ikki latið teg vanæra! Við vegirnar satst tú og bíðaði eftir teimum, eins og Arabari í oyðimørkini, og við hori og óndskapi tínum vanhalgaði tú landið.

2
Jeremias 3:3 Jeremias

Tá vórðu skúrirnir hildnir aftur, og várregnið kom ikki; men tú hevði horkvinnupannu, tú vildi ikki skammast.

2
Jeremias 3:4 Jeremias

Hevur tú ikki júst nú rópt til Mín: „Faðir mín! Tú ert ungdómsvinur mín!“

2
Jeremias 3:5 Jeremias

„Man Hann fara at goyma vreiði Sína í allar ævir og vera illur til ævigar tíðir?“ – Ja, so sigur tú, men tú gert tað illa kortini, og tú fært tað í lag.

2
Jeremias 3:6 Jeremias

Meðan Josias sat sum kongur, segði HARRIN við meg: Hevur tú sæð, hvat Ísrael, handa fráfalna kvinnan, hevur gjørt? Hon fór niðan á hvørt høgt fjall og inn undir hvørt grønt træ og horaðist har.

2
Jeremias 3:7 Jeremias

Eg hugsaði nú, at táið hon hevði gjørt alt hetta, fór hon at koma aftur til Mín. Men hon kom ikki aftur, og tað sá hin trúleysa, systir hennara, Juda.

2
Jeremias 3:8 Jeremias

Og Eg sá, at hóast Eg hevði rikið hina fráfalnu, Ísrael, burt og givið henni skilnaðarbræv, av tí at hon hevði drivið hor, óttaðist hin trúleysa, systir hennara, Juda, kortini ikki, men fór og dreiv hor – hon við.

2
Jeremias 3:9 Jeremias

Við freka hori sínum vanhalgaði hon landið; hon dreiv hor við steini og træi.

2
Jeremias 3:10 Jeremias

Og alt hetta fekk tó ikki hina trúleysu, systur hennara, Juda, at koma aftur til Mín av øllum hjarta sínum – nei, bert av eiti, sigur HARRIN.

2
Jeremias 3:11 Jeremias

Og HARRIN segði við meg: Hin fráfalna, Ísrael, hevur prógvað seg at vera rættvísari, enn hin trúleysa, Juda.

2
Jeremias 3:12 Jeremias

Far og kunnger hesi orð norðureftir – sig: Kom aftur, Ísrael, tú hin fráfalna! – sigur HARRIN; Eg skal ikki hyggja við vreiði á teg, tí Eg eri náðigur – sigur HARRIN – Eg goymi ikki vreiði í allar ævir.

2
Jeremias 3:13 Jeremias

Tú skalt bert ganga við misbrot títt, at tú ert fallin frá HARRANUM Gudi tínum og hevur á ymsum leiðum strokið um til hinar fremmandu gudar, inn undir hvørt grønt træ; eftir rødd Míni hava tit ikki lurtað – sigur HARRIN.

2
Jeremias 3:14 Jeremias

Komið aftur, tit fráfalnu børn! – sigur HARRIN; tí Eg eri Harri tykkara, og Eg skal taka tykkum, eitt úr hvørjum býi og tvey av hvørji ætt, og flyta tykkum til Zion.

2
Jeremias 3:15 Jeremias

Eg skal geva tykkum hirðar eftir hjarta Mínum; teir skulu røkta tykkum við skili og vísdómi.

2
Jeremias 3:16 Jeremias

Táið tit verða stórt fólk og fjølment í landinum á teimum døgum – sigur HARRIN – skal ikki longur verða tosað um sáttmálaørk HARRANS ella hugsað um hana; hon skal ikki verða minst, ei heldur saknað, og eingin slík ørk skal verða gjørd aftur.

2
Jeremias 3:17 Jeremias

Tá skal Jerusalem verða rópt „hásæti HARRANS“, og har skulu allar tjóðir koma saman – um navn HARRANS í Jerusalem; tær skulu ikki longur lata seg leiða av ónda, harða hjarta sínum.

2
Jeremias 3:18 Jeremias

Á teimum døgum skal hús Juda fara til hús Ísraels, og saman skulu tey koma úr Norðurlandi til landið, ið Eg gav fedrum tykkara at eiga.

2
Jeremias 3:19 Jeremias

Og Eg, sum segði: „Hvussu høgt skal Eg ikki seta teg millum børnini og geva tær yndisligt land, hin dýrasta arvalutin millum fólkini“! Og framvegis segði Eg: „Tit skulu rópa Meg Faðir og ikki venda tykkum burt frá Mær.“

2
Jeremias 3:20 Jeremias

Men sum kvinna er vini sínum ótrúgv, hava tit verið Mær ótrúgv, hús Ísraels! – sigur HARRIN.

2
Jeremias 3:21 Jeremias

Rødd hoyrist á hinum naknu heyggjum – tað eru Ísraelsmenn, ið gráta og biðja; tí teir hava gingið óndar leiðir, teir hava gloymt HARRAN Gud sín.

2
Jeremias 3:23 Jeremias

Vissuliga, tómt var at halda gang á heyggjunum, vissuliga, í HARRANUM Gudi okkara er frelsa Ísraels!

2
Jeremias 3:24 Jeremias

Men hatta skammiliga* hevur líka frá ungdómi okkara etið upp vinningin av arbeiði fedra okkara, smáfæ og neyt teirra, synir og døtur teirra!

2
Jeremias 3:25 Jeremias

Lat okkum liggja í vanæru okkara, og lat skomm okkara fjala okkum! Tí móti HARRANUM Gudi okkara hava vit syndað, vit og fedrar okkara, frá ungdómi okkara líka til henda dag, og vit hava ikki lurtað eftir tí, sum HARRIN Gud okkara hevur sagt!“

2
Jeremias 8:5 Jeremias

Hví er fólkið her í Jerusalem fallið frá við ævigum fráfalli? Tey halda fast við svik og vilja ikki venda við aftur!

2
Hoseas 14:4 Hoseas

Assur skal ikki hjálpa okkum, á hestum skulu vit ikki ríða, og vit skulu ikki uppaftur siga við handaverk okkara: „Gud okkara!“ Tí hjá Tær er tað, hin faðirleysi finnur miskunn!“

2
Seinna Korintbrævið 13:5 Seinna Korintbrævið

Rannsakið tykkum sjálvar, um tit eru í trúnni, roynið tykkum sjálvar! Ella kenna tit ikki tykkum sjálvar, at Kristus Jesus er í tykkum? Annars standa tit ikki royndina!

2
Hebrearabrævið 10:38 Hebrearabrævið

Men hin rættvísi Mín skal liva av trúgv, og sigst hann undan, hevur sál Mín ikki tokka til hansara.“

2
Hebrearabrævið 10:39 Hebrearabrævið

– Tó, vit eru ikki av teimum, ið sigast undan – til fortaping – men av teimum, ið trúgva – sálini til frelsu.

2
Opinberingin 2:4 Opinberingin

Men Eg havi tað ímóti tær, at tú ert farin frá hinum fyrsta kærleika tínum.

2
Opinberingin 2:5 Opinberingin

Hugsa tí um, hvørjum tú ert fallin frá, og vend við og ger somu verk sum áður! Annars komi Eg á teg og skal flyta ljósastaka tín úr staði hansara – um tú vendir ikki við.

2