afroamerikanarar
84 versir um "afroamerikanarar"
Versir
Síða 1 av 2Onnur Mósebók 21:5 Onnur Mósebók
Men sigur nú trælurin: „Eg eri góður við harra mín, við konu mína og børn míni – eg vil ikki verða frígivin!“
Onnur Mósebók 21:12 Onnur Mósebók
Tann, ið slær onkun, so hann doyr, skal lata lív.
Onnur Mósebók 21:13 Onnur Mósebók
Ger hann tað kortini ikki við vilja, men hond hansara verður stýrd av Gudi, so skal hann kunna flýggja til stað, ið Eg skal vísa tær.
Onnur Mósebók 21:14 Onnur Mósebók
Men ger onkur hasa gerð av fríum vilja, at hann við svikum drepur næsta sín, so skalt tú taka hann, um tað so er frá altari Mínum; hann skal doyggja.
Onnur Mósebók 21:15 Onnur Mósebók
Tann, ið slær faðir sín ella móður sína, skal lata lív.
Onnur Mósebók 21:16 Onnur Mósebók
Tann, ið stjelur menniskja, skal lata lív, um hann nú hevur selt tað, ella tað enn finst hjá honum.
Onnur Mósebók 21:17 Onnur Mósebók
Tann, ið bannar faðir sínum ella móður síni, skal lata lív.
Fimta Mósebók 28:1 Fimta Mósebók
„Hoyrir tú nú rødd HARRANS Guds tíns, so tú aktar væl eftir at halda øll boð Hansara, sum eg í dag gevi tær, so skal HARRIN Gud tín seta teg hægri enn øll onnur fólk á jørðini;
Fimta Mósebók 28:2 Fimta Mósebók
allar hesar signingar skulu koma yvir teg og náa tær, so satt sum tú hoyrir rødd HARRANS Guds tíns:
Fimta Mósebók 28:3 Fimta Mósebók
Signaður skalt tú vera í staðnum, og signaður skalt tú vera á markini.
Fimta Mósebók 28:4 Fimta Mósebók
Signað skal lívsfrukt tín vera, og fruktin av jørð tíni og fæi tínum, tað, ið kýr tínar kálva, og tað, ið smáfæ títt lembir.
Fimta Mósebók 28:5 Fimta Mósebók
Signað skal kurv tín vera, og deigtrog títt.
Fimta Mósebók 28:6 Fimta Mósebók
Signaður skalt tú vera, táið tú kemur inn, og signaður skalt tú vera, táið tú fert út.
Fimta Mósebók 28:7 Fimta Mósebók
Táið fíggindar tínir reisa seg móti tær, skal HARRIN lata teir verða við undirlutan; ein veg skulu teir koma ímóti tær, men í sjey ættir skulu teir flýggja undan tær.
Fimta Mósebók 28:8 Fimta Mósebók
HARRIN skal geva signingini boð um at vera hjá tær í løðum tínum og at fylgja tær í øllum, sum tú fert undir at gera; Hann skal signa teg í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær.
Fimta Mósebók 28:9 Fimta Mósebók
HARRIN skal gera teg til eitt fólk, ið er Honum halgað – sum Hann við eiði hevur lovað tær – so satt sum tú heldur boð HARRANS Guds tíns og gongur leiðir Hansara.
Fimta Mósebók 28:10 Fimta Mósebók
Øll fólk á jørðini skulu síggja, at tú ert kallað eftir navni HARRANS, og tey skulu ræðast teg.
Fimta Mósebók 28:11 Fimta Mósebók
HARRIN skal geva tær yvirflóð av øllum, ið gott er, bæði av lívsfrukt tíni og av fruktini av fæi tínum og av jørð tíni, í landinum, sum HARRIN við eiði lovaði fedrum tínum at geva tær.
Fimta Mósebók 28:12 Fimta Mósebók
HARRIN skal lata upp fyri tær ríku goymslu Sína – himmalin – og geva landi tínum regn í rættari tíð og signa alt, ið tú fert undir at gera; tú skalt læna mongum tjóðum, men sjálvur skalt tú ongum noyðast at læna frá.
Fimta Mósebók 28:13 Fimta Mósebók
HARRIN skal gera teg til høvd og ikki til hala; tú skalt altíð vera omaná og ikki liggja undir – so satt sum tú hoyrir boð HARRANS Guds tíns, sum eg í dag áleggi tær, og leggur tær eina við at halda tey,
Fimta Mósebók 28:14 Fimta Mósebók
og so satt sum tú víkur ikki frá einum av orðunum, ið eg í dag leggi fyri tykkum – hvørki til høgru ella vinstru – so tú heldur teg til aðrar gudar og dýrkar teir.
Fimta Mósebók 28:15 Fimta Mósebók
Men hoyrir tú ikki rødd HARRANS Guds tíns, so tú leggur tær eina við at gera eftir øllum boðum og lógum Hansara, sum eg í dag gevi tær, tá skulu øll hesi bann koma yvir teg og náa tær:
Fimta Mósebók 28:16 Fimta Mósebók
Bannaður skalt tú vera í staðnum, og bannaður skalt tú vera á markini.
Fimta Mósebók 28:17 Fimta Mósebók
Bannað skal kurv tín vera, og deigtrog títt.
Fimta Mósebók 28:18 Fimta Mósebók
Bannað skal lívsfrukt tín vera, og fruktin av jørð tíni, tað, ið kýr tínar kálva, og tað, ið smáfæ títt lembir.
Fimta Mósebók 28:19 Fimta Mósebók
Bannaður skalt tú vera, táið tú kemur inn, og bannaður skalt tú vera, táið tú fert út.
Fimta Mósebók 28:20 Fimta Mósebók
HARRIN skal senda yvir teg bann, ræðslu og straff í øllum, sum tú rættir út hondina til og fert undir at gera, inntil endi er á tær, og tú brádliga gongur til grundar aftur fyri illgerðir tínar, at tú vendi Mær bakið.
Fimta Mósebók 28:21 Fimta Mósebók
HARRIN skal lata pestina hanga uppi í tær, inntil Hann hevur oytt teg úr landinum, sum tú kemur inn í og skalt taka í ogn.
Fimta Mósebók 28:22 Fimta Mósebók
HARRIN skal sláa teg við tærandi sjúku og brennandi sótt, við fepri og svullum, við turki, kornbrenning og gulnan, og hetta skal fylgja tær, inntil endi er á tær.
Fimta Mósebók 28:23 Fimta Mósebók
Himmalin yvir høvdi tínum skal verða sum kopar, og jørðin undir tær sum jarn.
Fimta Mósebók 28:24 Fimta Mósebók
HARRIN skal lata dust og sand vera regnið, ið land títt fær; tað skal koma av himli niður yvir teg, inntil tú ert týndur.
Fimta Mósebók 28:25 Fimta Mósebók
HARRIN skal lata teg lúta fyri fíggindum tínum; ein veg skalt tú fara ímóti teimum, men í sjey ættir skalt tú flýggja undan teimum, og tú skalt verða øllum ríkjum á jørðini ræða.
Fimta Mósebók 28:26 Fimta Mósebók
Deyðu kroppar tínir skulu verða føði hjá øllum fuglum himmalsins og hjá dýrum jarðarinnar; og eingin skal styggja tey burtur.
Fimta Mósebók 28:27 Fimta Mósebók
HARRIN skal sláa teg við svullum Egyptalands, við bruna, skrubbi og útbroti, so tú skalt ikki kunna grøðast.
Fimta Mósebók 28:28 Fimta Mósebók
HARRIN skal sláa teg við vitloysi, blindleika og ørviti.
Fimta Mósebók 28:29 Fimta Mósebók
Um alljósan dag skalt tú trilva, sum hin blindi trilvar í myrkri; tú skalt onga eydnu hava á leiðum tínum; tú skalt einki verða uttan kúgaður og rændur alla tíð tína, og eingin skal vera, sum hjálpir tær.
Fimta Mósebók 28:30 Fimta Mósebók
Tú skalt trúlova teg við kvinnu, men ein annar skal liggja hjá henni; tú skalt byggja tær hús, men ikki koma at búgva í teimum; tú skalt planta tær víngarð, men ikki heysta ávøkst hansara.
Fimta Mósebók 28:31 Fimta Mósebók
Neyt tíni skulu verða dripin fyri eygum tínum, men tú skalt ikki fáa at smakka burturav; esil títt skal verða rænt, meðan tú hyggur at, og tú skalt ikki fáa tað aftur; smáfæ títt skal verða givið fíggindum tínum, og eingin skal hjálpa tær.
Fimta Mósebók 28:32 Fimta Mósebók
Synir tínir og døtur tínar skulu verða givin fremmandari tjóð í hendur; tú skalt síggja tað við egnum eygum og tærast burtur av longsli eftir teimum allan dagin – men tú skalt einki fáa gjørt við tað.
Fimta Mósebók 28:33 Fimta Mósebók
Fruktin av jørð tíni og av øllum arbeiði tínum skal verða etin upp av tjóð, ið tú kennir ikki; tú skalt eina verða kúgaður og illa viðfarin alla tíð tína.
Fimta Mósebók 28:34 Fimta Mósebók
Tú skalt verða vitleysur av øllum, ið tú noyðist at síggja.
Fimta Mósebók 28:35 Fimta Mósebók
HARRIN skal sláa teg við óndum svullum á knøunum og leggjunum, so tú skalt ikki kunna grøðast, ja, líka frá iljum til hviril.
Fimta Mósebók 28:36 Fimta Mósebók
HARRIN skal leiða teg og kong tín, sum tú setur yvir teg, burtur til tjóð, sum hvørki tú ella fedrar tínir hava kent, og har skalt tú dýrka aðrar gudar – træ og stein.
Fimta Mósebók 28:37 Fimta Mósebók
Tú skalt verða til ræðu, orðtak og spott millum øll tey fólk, ið HARRIN leiðir teg til.
Fimta Mósebók 28:38 Fimta Mósebók
Nógvum sáði skalt tú fara við út á markina – men lítið skalt tú heysta; grashoppur skulu eta tað upp.
Fimta Mósebók 28:39 Fimta Mósebók
Víngarðar skalt tú planta og dýrka – men vín skalt tú hvørki fáa at drekka ella at goyma; tí maðkur skal gera enda á øllum.
Fimta Mósebók 28:40 Fimta Mósebók
Oljutrø skalt tú hava allastaðni í landi tínum – men ikki skalt tú salva teg við olju; tí oljuber tíni skulu detta av.
Fimta Mósebók 28:41 Fimta Mósebók
Synir og døtur skalt tú fáa – men tú skalt ikki sleppa at hava tey; tí tey skulu verða førd burtur, hertikin.
Fimta Mósebók 28:42 Fimta Mósebók
Øll trø tíni og grøðina av jørð tíni skulu grashoppurnar leggja undir seg.
Fimta Mósebók 28:43 Fimta Mósebók
Útlendingurin, ið hjá tær býr, skal stíga upp um teg, hægri og hægri, men tú skalt søkka djúpari og djúpari.