Adam og Eva
32 versir um "Adam og Eva"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 2:7 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN myndaði menniskjað úr moldini í jørðini og blásti lívsanda í nøs hansara, so at menniskjað varð livandi sál.
Fyrsta Mósebók 2:16 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN gav Ádami hetta boð: „Tú hevur loyvi at eta av øllum trøum í urtagarðinum
Fyrsta Mósebók 2:17 Fyrsta Mósebók
uttan av trænum til kunnskap um gott og ilt; av tí mást tú ikki eta; tann dag ið tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja.“
Fyrsta Mósebók 1:26 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.“
Fyrsta Mósebók 1:28 Fyrsta Mósebók
Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!“
Fyrsta Mósebók 3:1 Fyrsta Mósebók
Men ormurin var snildari enn øll onnur dýr á markini, sum Gud HARRIN hevði gjørt; hann segði við kvinnuna: „Hevur nú Gud sagt: „Tit mugu ongum træi í urtagarðinum eta av“?“
Fyrsta Mósebók 3:2 Fyrsta Mósebók
Kvinnan svaraði orminum: „Vit kunnu eta av fruktini á trøunum í urtagarðinum;
Fyrsta Mósebók 3:3 Fyrsta Mósebók
bert um fruktina á trænum, ið stendur mitt í urtagarðinum, um hana segði Gud: „Tit mugu ikki eta av henni, ei heldur nema við hana, tí so doyggja tit.““
Fyrsta Mósebók 3:4 Fyrsta Mósebók
Tá segði ormurin við kvinnuna: „Einki skulu tit doyggja!
Fyrsta Mósebók 3:5 Fyrsta Mósebók
Men Gud veit, at táið tit eta av henni, so verða eygu tykkara latin upp, so at tit verða sum Gud og kenna gott og ilt!“
Fyrsta Mósebók 3:6 Fyrsta Mósebók
Kvinnan sá nú, at træið var gott at eta av, at tað var eygunum ein lystur, og at tað var træ, sum ein mátti ynskja sær til at fáa vit av; hon tók tá av fruktini á tí og át; hon gav eisini manni sínum, og hann át.
Fyrsta Mósebók 3:7 Fyrsta Mósebók
Tá vórðu eyguni í báðum latin upp, og tey raktu við, at tey vóru nakin; tey seymaðu tí fikubløð saman og bundu upp fyri seg.
Fyrsta Mósebók 3:8 Fyrsta Mósebók
Tey hoyrdu ljóðið av Gudi HARRANUM, sum gekk í urtagarðinum, táið dagurin var vorðin svalur, og Ádam og kona hansara krógvaðu seg fyri ásjón Guds HARRANS millum trøini í urtagarðinum.
Fyrsta Mósebók 3:9 Fyrsta Mósebók
Tá rópti Gud HARRIN á Ádam og segði við hann: „Hvar ert tú?“
Fyrsta Mósebók 3:10 Fyrsta Mósebók
Hann svaraði: „Eg hoyrdi Teg í urtagarðinum; tá ræddist eg, av tí at eg var nakin; tí krógvaði eg meg!“
Fyrsta Mósebók 3:11 Fyrsta Mósebók
Tá segði Hann: „Hvør hevur latið teg vita, at tú ert nakin? Hevur tú etið av trænum, ið Eg forbeyð tær at eta av?“
Fyrsta Mósebók 3:12 Fyrsta Mósebók
Ádam svaraði: „Kvinnan, Tú gavst mær at vera hjá mær, hon gav mær av trænum, og eg át.“
Fyrsta Mósebók 3:13 Fyrsta Mósebók
Tá segði Gud HARRIN við kvinnuna: „Hvat er tað, ið tú hevur gjørt!“ Kvinnan svaraði: „Ormurin dáraði meg, so at eg át.“
Fyrsta Mósebók 3:14 Fyrsta Mósebók
Tá segði Gud HARRIN við ormin: „Aftur fyri at tú gjørdi hetta, so skalt tú vera bannaður millum alt fæið og millum øll dýrini á markini. Á búki tínum skalt tú skríða, og dust skalt tú eta, allar lívsdagar tínar.
Fyrsta Mósebók 3:15 Fyrsta Mósebók
Eg seti fíggindskap millum teg og kvinnuna, millum títt avkom og hennara avkom; Hann skal sora høvdið á tær, men tú skalt høgga Hann í hælin.“
Fyrsta Mósebók 3:16 Fyrsta Mósebók
Við kvinnuna segði Hann: „Eg skal lata teg líða stóra trongd, táið tú verður við barn; við pínu skalt tú eiga børn. Men til mann tín skal trá tín vera, og hann skal ráða yvir tær.“
Fyrsta Mósebók 3:17 Fyrsta Mósebók
Við Ádam segði Hann: „Aftur fyri at tú lurtaði eftir tí, ið kona tín segði, og átst av trænum, ið Eg segði, tú ikki mátti eta av, so skal jørðin vera bannað fyri tína skuld. Við møði skalt tú fáa føði tína av henni allar lívsdagar tínar.
Fyrsta Mósebók 3:18 Fyrsta Mósebók
Tornir og tistlar skal hon bera tær, og urtirnar á markini skulu vera føði tín.
Fyrsta Mósebók 3:19 Fyrsta Mósebók
Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, inntil tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“
Fyrsta Mósebók 3:20 Fyrsta Mósebók
Ádam gav konu síni navnið Eva; tí hon varð móðir at øllum, sum liva.
Fyrsta Mósebók 3:21 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN gjørdi nú Ádami og konu hansara klæði úr skinni og klæddi tey við teimum.
Fyrsta Mósebók 3:22 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN segði: „Hygg, menniskjan er vorðin sum ein av Okkum, so at hon kennir gott og ilt! Bert hon nú ikki rættir út hondina og tekur av træi lívsins við og etur – og livir í allar ævir!“
Fyrsta Mósebók 3:23 Fyrsta Mósebók
So koyrdi Gud HARRIN hana út úr urtagarðinum Eden og setti hana at dýrka jørðina, sum hon var tikin úr.
Fyrsta Mósebók 3:24 Fyrsta Mósebók
Hann rak menniskjuna út, og eystan fyri urtagarðin Eden setti Hann kerúbarnar við hinum logandi svørði, sum vendir sær í allar ættir at halda vakt yvir vegnum til lívsins træ.
Rómverjabrævið 5:12 Rómverjabrævið
Sum tí syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu
Fyrra Korintbrævið 15:22 Fyrra Korintbrævið
Tí eins og øll doyggja í Ádami, so skulu eisini øll verða gjørd livandi í Kristusi
Fyrra Korintbrævið 15:45 Fyrra Korintbrævið
So er eisini skrivað: „Hitt fyrsta menniskja, Ádam, varð livandi sál.“ – Hin seinni Ádam er vorðin livandigerandi Andi.