ábyrgdarloysi

20 versir um "ábyrgdarloysi"

Versir

Síða 1 av 1
Jákupsbrævið 4:17 Jákupsbrævið

Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd.

11
Orðtøkini 6:16 Orðtøkini

Seks eru, sum HARRIN hatar, sjey eru sál Hansara andstygd:

5
Orðtøkini 6:17 Orðtøkini

Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð,

5
Orðtøkini 6:18 Orðtøkini

hjarta, sum smíðar saman ónd ráð, føtur, sum eru kvikir til tað, ið ilt er,

5
Orðtøkini 6:19 Orðtøkini

tann, ið talar lygn og vitnar rangt, og tann, ið setur split millum brøður.

5
Fimta Mósebók 23:21 Fimta Mósebók

Táið tú gert HARRANUM Gudi tínum lyfti, mást tú ikki drála at halda tað; tí HARRIN Gud tín skal krevja teg eftir tí, og tú kemur at draga skyld oman yvir teg.

4
Fimta Mósebók 23:22 Fimta Mósebók

Men letur tú vera at gera lyfti, so dregur tú onga skyld oman yvir teg.

4
Fimta Mósebók 23:23 Fimta Mósebók

Tað, ið varrar tínar hava talað, skalt tú halda og gera – við tað at tú sjálvkravdur og við tínum egna munni hevur givið HARRANUM Gudi tínum lyfti títt.

4
Orðtøkini 2:1 Orðtøkini

Sonur mín! Tekur tú við orðum mínum og goymir boð míni hjá tær,

3
Orðtøkini 2:2 Orðtøkini

so tú vendir oyra tínum til vísdóm og boyggir hjarta títt til klókskap,

3
Orðtøkini 2:3 Orðtøkini

ja, kallar tú á vitið og rópar hart eftir klókskapinum,

3
Orðtøkini 2:4 Orðtøkini

leitar tú eftir honum sum eftir silvuri, og grevur tú eftir honum sum eftir dýrgripum,

3
Orðtøkini 2:5 Orðtøkini

so skalt tú skilja, hvat tað er at óttast HARRAN, og vinna tær kunnskap um Gud.

3
Orðtøkini 11:29 Orðtøkini

Tann, ið fær hús sítt í ólag, skal arva vind, og dárin verður tænari hins vísa.

3
Jóhannes 8:43 Jóhannes

Hví skilja tit ikki talu Mína? Tí tit tola ikki at hoyra orð Mítt!

3
Jóhannes 8:44 Jóhannes

Tit eru av einum faðir – Djevulinum – og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar.

3
Jóhannes 8:45 Jóhannes

Men Mær trúgva tit ikki, tí Eg sigi tykkum sannleikan.

3
Jóhannes 8:46 Jóhannes

Hvør tykkara kann vísa á nakra synd hjá Mær! Og sigi Eg sannleika, hví trúgva tit Mær tá ikki?

3
Jóhannes 8:47 Jóhannes

Tann, ið er av Gudi, hoyrir orð Guds; tí hoyra tit ikki, tí tit eru ikki av Gudi.“

3
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið

Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!

3