Abraham
58 versir um "Abraham"
Versir
Síða 2 av 2Galatiabrævið 3:6 Galatiabrævið
– eins og jú „Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi.“
Galatiabrævið 3:7 Galatiabrævið
Tí skulu tit vita, at tey, sum eru av trúgv, eru børn Ábrahams.
Galatiabrævið 3:8 Galatiabrævið
Og við tað at skriftin sá frammanundan, at tað er av trúgv, Gud rættvísger heidningarnar, so kunngjørdi hon frammanundan Ábrahami tað evangelium: „Í tær skulu øll fólkasløg verða signað!“
Galatiabrævið 3:9 Galatiabrævið
So verða tá tey, sum av trúgv eru, signað saman við hinum trúgvandi Ábrahami.
Galatiabrævið 3:29 Galatiabrævið
Men hoyra tit Kristusi til, so eru tit eisini avkom Ábrahams, arvingar eftir lyfti.
Hebrearabrævið 11:8 Hebrearabrævið
Við trúgv var Ábraham lýðin, táið hann varð kallaður, so hann fór út til staðið, hann skuldi fáa í arv; hann fór avstað, tóat hann visti ikki, hvar hann kom.
Hebrearabrævið 11:17 Hebrearabrævið
Við trúgv ofraði Ábraham Ísak, táið hann varð royndur, ja, hin einborna sín ofraði hann, ið lyftini hevði fingið,
Hebrearabrævið 11:19 Hebrearabrævið
Tí hann hevði í huga, at Gud var mentur enntá at reisa upp frá hinum deyðu – og haðani fekk hann hann jú eisini aftur – í líknilsi talað.