Abraham og Ísak
29 versir um "Abraham og Ísak"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 21:1 Fyrsta Mósebók
HARRIN vitjaði Sáru, sum Hann hevði lovað; HARRIN gjørdi við Sáru, sum Hann hevði sagt.
Fyrsta Mósebók 21:2 Fyrsta Mósebók
Sára varð við barn og átti Ábrahami son á elliárum hansara, ta tíðina sum Gud hevði sagt honum.
Fyrsta Mósebók 21:3 Fyrsta Mósebók
Ábraham gav syninum, ið hann hevði fingið, navnið Ísakur, honum, ið Sára hevði átt honum.
Fyrsta Mósebók 21:4 Fyrsta Mósebók
Ábraham umskar Ísak, son sín, táið hann var átta dagar gamal, soleiðis sum Gud hevði álagt honum.
Fyrsta Mósebók 21:5 Fyrsta Mósebók
Ábraham var 100 ár, táið hann fekk sonin Ísak.
Fyrsta Mósebók 21:6 Fyrsta Mósebók
Tá segði Sára: „Gud hevur fingið meg at læa; øll, ið frætta hetta, fara at læa at mær!“
Fyrsta Mósebók 21:7 Fyrsta Mósebók
Og hon segði: „Hvør skuldi sagt Ábrahami, at Sára hevði børn á brósti! So sanniliga havi eg átt honum son á elliárum hansara!“
Fyrsta Mósebók 22:1 Fyrsta Mósebók
Nakað eftir hetta royndi Gud Ábraham. Hann segði við hann: „Ábraham!“ Hann svaraði: „Ja, her eri eg!“
Fyrsta Mósebók 22:2 Fyrsta Mósebók
Tá segði Hann: „Tak son tín, Ísak, tín einasta, hann, ið tú elskar, far til Morialand og ofra hann har sum brennioffur á einum av fjøllunum, sum Eg skal vísa tær!“
Fyrsta Mósebók 22:3 Fyrsta Mósebók
Tíðliga morgunin eftir saðlaði tá Ábraham esil sítt, tók tveir av dreingjum sínum og son sín Ísak við sær, høgdi við til brenniofrið og fór so avstað, hagar sum Gud hevði sagt við hann.
Fyrsta Mósebók 22:4 Fyrsta Mósebók
Táið Ábraham triðja dagin hugdi rundan um seg, sá hann staðið langt burtur.
Fyrsta Mósebók 22:5 Fyrsta Mósebók
Tá segði Ábraham við dreingir sínar: „Steðgið tit her við eslinum! Eg og drongurin fara hagar yvir at tilbiðja og koma so aftur til tykkara.“
Fyrsta Mósebók 22:6 Fyrsta Mósebók
Ábraham tók so viðin til brenniofrið og læt son sín Ísak bera hann; sjálvur tók hann eldin og offurknívin, og so fylgdust teir báðir.
Fyrsta Mósebók 22:7 Fyrsta Mósebók
Tá segði Ísakur við Ábraham, faðir sín: „Pápi!“ Hann svaraði: „Ja, sonur mín!“ Hann segði: „Her er eldurin og brennið, men hvar er lambið til brenniofrið?“
Fyrsta Mósebók 22:8 Fyrsta Mósebók
Ábraham svaraði: „Gud skal sjálvur síggja til at fáa Sær lambið til brenniofrið, sonur mín!“ So fylgdust teir báðir.
Fyrsta Mósebók 22:9 Fyrsta Mósebók
Táið teir nú komu til staðið, sum Gud hevði sagt við hann, reisti Ábraham har altar og legði viðin á tað; síðani bant hann Ísak, son sín, og legði hann á altarið, oman á viðin.
Fyrsta Mósebók 22:10 Fyrsta Mósebók
Og Ábraham rætti út hondina, og tók knívin – at drepa son sín.
Fyrsta Mósebók 22:11 Fyrsta Mósebók
Tá rópti eingil HARRANS av himli á hann: „Ábraham, Ábraham!“ Hann svaraði: „Ja, her eri eg!“
Fyrsta Mósebók 22:12 Fyrsta Mósebók
Eingilin segði: „Legg ikki hond á drongin, ger honum einki! Nú veit Eg, at tú óttast Gud – tú hevur ikki spart einasta son tín fyri Meg!“
Fyrsta Mósebók 22:13 Fyrsta Mósebók
Táið Ábraham nú hugdi upp, sá hann aftan fyri seg veðr, sum var komin fastur við hornunum í nakrar tættar greinar, og Ábraham fór og tók veðrin og ofraði hann sum brennioffur í staðin fyri son sín.
Fyrsta Mósebók 22:14 Fyrsta Mósebók
Ábraham gav hesum staðnum navnið „HARRIN sær“; nú á døgum eitur tað „Fjallið, har sum HARRIN letur Seg síggja“.
Fyrsta Mósebók 22:15 Fyrsta Mósebók
Eingil HARRANS rópti nú uppaftur av himli á Ábraham:
Fyrsta Mósebók 22:16 Fyrsta Mósebók
„Eg svørji um Meg sjálvan, sigur HARRIN, at aftur fyri at tú gjørdi hetta og spardi ikki einasta son tín,
Fyrsta Mósebók 22:17 Fyrsta Mósebók
so skal Eg stórliga signa teg og gera avkom títt sum stjørnurnar á himli í tali og sum sandin á sjóvarstrond; avkom títt skal koma at eiga portrini hjá fíggindum sínum;
Fyrsta Mósebók 22:18 Fyrsta Mósebók
og í avkomi tínum skulu allar slektir á jørðini verða signaðar – aftur fyri at tú lurtaði eftir Mær!“
Fyrsta Mósebók 22:19 Fyrsta Mósebók
So fór Ábraham aftur til dreingir sínar, og teir fóru avstað haðani og fylgdust aftur til Be’erseba. Og Ábraham varð búgvandi í Be’erseba.
Hebrearabrævið 11:17 Hebrearabrævið
Við trúgv ofraði Ábraham Ísak, táið hann varð royndur, ja, hin einborna sín ofraði hann, ið lyftini hevði fingið,
Hebrearabrævið 11:18 Hebrearabrævið
og sum sagt varð við: „Í Ísaki skal avkom fáa navn eftir tær.“
Hebrearabrævið 11:19 Hebrearabrævið
Tí hann hevði í huga, at Gud var mentur enntá at reisa upp frá hinum deyðu – og haðani fekk hann hann jú eisini aftur – í líknilsi talað.