Abisjag

9 versir um "Abisjag"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Kongabók 1:1 Fyrra Kongabók

Dávid kongur var nú gamal og hevði mong ár á baki; tey breiddu teppi yvir hann, men hann fekst ikki at orna.

8
Fyrra Kongabók 1:2 Fyrra Kongabók

Tá søgdu tænarar hansara við hann: „Leitað skuldi verðið harra mínum konginum eftir ungari gentu, moyggj, sum kann vera hjá konginum og fjálga um hann; táið hon liggur í favni tínum, so ornar harri mín kongurin.“

8
Fyrra Kongabók 1:3 Fyrra Kongabók

Nú varð leitað í øllum Ísraelslandi eftir vakrari gentu, og teir funnu Abisag úr Sunem og fóru við henni til kongin.

8
Fyrra Kongabók 1:4 Fyrra Kongabók

Hon var ógvuliga vøkur genta; hon fjálgaði tá um kongin og gekk honum til handa; men kongurin hevði ikki við hana at gera.

8
Fyrra Kongabók 1:15 Fyrra Kongabók

Batseba fór tá inn í kamarið til kongin. – Kongurin var ógvuliga gamal nú, og Abisag úr Sunem gekk honum til handa.

6
Fyrra Kongabók 2:17 Fyrra Kongabók

Tá segði hann: „Bið Sálomo kong – tær sýtir hann tað ikki – bið hann geva mær Abisag úr Sunem til konu!“

6
Fyrra Kongabók 2:21 Fyrra Kongabók

Tá segði hon: „Lat bróður tín Adonja fáa Abisag úr Sunem til konu!“

4
Fyrra Kongabók 2:22 Fyrra Kongabók

Men Sálomo kongur svaraði móður síni: „Hví biður tú um Abisag úr Sunem fyri Adonja? – Tú kanst jú líka væl biðja um ríkið fyri hann – hann er jú bróðir mín og eldri enn eg – ja, bæði fyri hann og fyri Abjatar prest og Jóab, son Zeruju!“

4
Fyrra Kongabók 2:25 Fyrra Kongabók

So sendi Sálomo kongur Benaja, son Jójada, avstað, og hann høgdi hann niður; soleiðis doyði hann.

2