Abigail

49 versir um "Abigail"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Sámuelsbók 25:1 Fyrra Sámuelsbók

So doyði Sámuel, og alt Ísrael kom saman og syrgdi hann; og teir jarðaðu hann í Rama, har sum hann búði. Tá fór Dávid avstað og fór til Paransoyðimørk.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:2 Fyrra Sámuelsbók

Í Maon var maður, sum hevði fæ sítt gangandi á Karmel. Hesin maður var ógvuliga ríkur; hann átti 3000 seyðir og 1000 geitir. Hann roytti júst tá seyð sín á Karmel.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:3 Fyrra Sámuelsbók

Maðurin æt Nabal, og kona hansara æt Abigajil; hon var vitig og vøkur kvinna, men maðurin var harður og óndur í øllum atburði sínum. Hann var av ætt Kalebs.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:4 Fyrra Sámuelsbók

Táið nú Dávid úti í oyðimørkini frætti, at Nabal klipti seyði sínum,

14
Fyrra Sámuelsbók 25:5 Fyrra Sámuelsbók

sendi hann tíggju av monnum sínum avstað og segði við teir: „Farið niðan á Karmel, og táið tit koma til Nabal, so heilsið honum frá mær

14
Fyrra Sámuelsbók 25:6 Fyrra Sámuelsbók

og sigið: „Til lukku! Friður veri við tær, friður veri við húsi tínum, og friður veri við øllum, ið tú hevur!

14
Fyrra Sámuelsbók 25:7 Fyrra Sámuelsbók

Eg havi frætt, at tú roytir seyðin. Nú hava hirðar tínir verið saman við okkum; vit hava einki mein gjørt teimum, og teir hava einki mist, alla tíðina teir hava verið á Karmel.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:8 Fyrra Sámuelsbók

Spyr menn tínar, so skulu teir sjálvir siga tær tað! Lat nú menn okkara finna náði fyri eygum tínum! Ein gleðidag eru vit jú komnir higar; gev nú tænarum tínum og syni tínum Dávidi tað, sum tú hevur fyri hond!““

14
Fyrra Sámuelsbók 25:9 Fyrra Sámuelsbók

Táið menn Dávids nú komu hagar, søgdu teir í navni Dávids alt hetta við Nabal; síðani stóðu teir og bíðaðu.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:10 Fyrra Sámuelsbók

Men Nabal svaraði monnum Dávids: „Hvør er Dávid! Hvør er sonur Ísai! Nú á døgum eru so mangir tænarar, sum leypast frá harrum sínum.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:11 Fyrra Sámuelsbók

Skuldi eg farið og tikið breyð mítt, vín mítt og slakt mítt, sum eg havi dripið til teirra, ið royta hjá mær, og givið monnum tað, sum eg ikki veit, hvaðani teir eru!“

14
Fyrra Sámuelsbók 25:12 Fyrra Sámuelsbók

Menn Dávids fóru nú avstað aftur og fóru leið sína, og táið teir komu heimaftur, søgdu teir honum alt hetta.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:13 Fyrra Sámuelsbók

Tá segði Dávid við menn sínar: „Gyrðið tykkum við svørði, hvør maður!“ Teir gyrdu seg nú allir við svørði, og eisini Dávid gyrdi seg við svørði. Og úti við 400 mans fóru við Dávidi, men 200 vórðu hjá viðførinum.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:14 Fyrra Sámuelsbók

Men ein av dreingjunum segði Abigajil, konu Nabal, frá hesum: „Dávid sendi boð higar úr oyðimørkini at heilsa húsbónda okkara, men hann skeldaði teir út.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:15 Fyrra Sámuelsbók

Og hesir menn hava verið so góðir við okkum; einki mein hava teir gjørt okkum, og einki hava vit mist, alla tíðina sum vit hava hildið okkum nær hjá teimum har úti á markini.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:16 Fyrra Sámuelsbók

Teir vóru múrur rundan um okkum bæði nátt og dag, alla tíðina sum vit vóru saman við teimum og røktaðu smáfæið.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:17 Fyrra Sámuelsbók

Hugsa nú um, hvat tú skalt gera! Tí vanlukkan hongur yvir húsbónda okkara og øllum húsi hansara; sjálvur er hann jú eitt illmenni, sum ikki tosast við!“

14
Fyrra Sámuelsbók 25:18 Fyrra Sámuelsbók

Tá skundaði Abigajil sær og tók 200 breyð, tveir skinnsekkir við víni, fimm tilgjørdar seyðir, fimm seur av bakaðum korni, 100 rosinukøkur og 200 fikukøkur, legði hetta á eslini

14
Fyrra Sámuelsbók 25:19 Fyrra Sámuelsbók

og segði við dreingir sínar: „Farið tit undan, eg komi aftaná!“ Men Nabal, manni sínum, segði hon einki um hetta.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:20 Fyrra Sámuelsbók

Sum hon nú kom ríðandi á esli sínum og var aftur undir fjallinum, fekk hon at síggja Dávid og menn hansara, sum komu oman ímóti henni, so hon noyddist at møta teimum.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:21 Fyrra Sámuelsbók

Men Dávid hevði sagt: „Til onga nyttu havi eg í oyðimørkini vart alt tað, ið hasin maður átti, so einki varð burtur av øllum, ið hansara var – hann hevur lønt mær gott við illum!

14
Fyrra Sámuelsbók 25:22 Fyrra Sámuelsbók

So satt sum Gud skal lata fíggindum Dávids gangast illa bæði nú og hereftir, skal eg ikki lata so mikið sum ein mann av øllum teimum, ið honum hoyra til, liva til í morgin!“

14
Fyrra Sámuelsbók 25:23 Fyrra Sámuelsbók

Táið Abigajil fekk at síggja Dávid, fór hon við tað sama niður av eslinum, fall á andlit sítt fyri Dávidi og boygdi seg til jarðar.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:24 Fyrra Sámuelsbók

Hon fall niður fyri fótum hansara og segði: „Tað eri eg, harri, tað eri eg, ið skyldina havi! Men loyv tænastukvinnu tíni at tala til tín, og lurta eftir tí, ið tænastukvinna tín sigur!

14
Fyrra Sámuelsbók 25:25 Fyrra Sámuelsbók

Harri mín má ikki leggja í Nabal, hatta illmennið! Sum hann eitur, so er hann; Nabal eitur hann, og fullur er hann av dárskapi. Men eg, tænastukvinna tín, sá ikki menninar, ið tú, harri, sendi higar.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:26 Fyrra Sámuelsbók

Og nú, harri, so satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú sjálvur livir, hevur HARRIN forðað tær at draga blóðskyld oman yvir teg og sjálvum at taka tær rætt! Og nú skal gangast teimum sum Nabal – fíggindum tínum og øllum, ið liggja eftir tær at gera tær ilt.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:27 Fyrra Sámuelsbók

Hesa gávu, ið tænastukvinna tín hevur havt við til harra mín, lat hana nú verða givna monnunum, sum eru í fylgi við harra mínum!

14
Fyrra Sámuelsbók 25:28 Fyrra Sámuelsbók

Fyrigev nú tænastukvinnu tíni misbrot hennara! Tí HARRIN skal byggja harra mínum hús, sum stendur fast; tað er jú bardøgum HARRANS, harri mín stríðir í, og ónt er ikki funnið hjá tær, so leingi sum tú hevur livað.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:29 Fyrra Sámuelsbók

Skuldi nú onkur reist seg at jagstra teg og liggja tær eftir lívinum, so skal lív harra míns vera fjalt í flokki hinna livandi hjá HARRANUM Gudi tínum; men lív fígginda tína skal hann blaka burt sum stein úr sleingibandi!

14
Fyrra Sámuelsbók 25:30 Fyrra Sámuelsbók

Táið HARRIN so uppfyllir harra mínum alt tað góða, ið Hann hevur lovað tær, og setur teg til høvdinga yvir Ísrael,

14
Fyrra Sámuelsbók 25:31 Fyrra Sámuelsbók

so skal hetta ikki verða tær at falla um ella verða harra mínum samvitskuófriður, at tú hevur latið sakleyst blóð renna, og at harri mín sjálvur hevur tikið sær rætt. Og táið HARRIN ger harra mínum væl, minst tá tænastukvinnu tína!“

14
Fyrra Sámuelsbók 25:32 Fyrra Sámuelsbók

Tá svaraði Dávid Abigajil: „Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels, sum í dag hevur sent teg ímóti mær!

14
Fyrra Sámuelsbók 25:33 Fyrra Sámuelsbók

Lovaður veri klókskapur tín, og lovað veri tú sjálv, sum í dag hevur forðað mær at draga blóðskyld oman yvir meg og sjálvum at taka mær rætt!

14
Fyrra Sámuelsbók 25:34 Fyrra Sámuelsbók

Men so satt sum HARRIN Gud Ísraels livir, Hann, sum hevur hildið mær aftur frá at gera tær ilt: Hevði tú ikki skundað tær at komið ímóti mær, hevði ikki so mikið sum ein maður verið eftir hjá Nabal í morgin!“

14
Fyrra Sámuelsbók 25:35 Fyrra Sámuelsbók

Og Dávid tók við gávunum, ið hon hevði havt við til hansara, og hann segði við hana: „Far heimaftur í friði! Eg havi lurtað eftir orðum tínum og uppfylt bøn tína.“

14
Fyrra Sámuelsbók 25:36 Fyrra Sámuelsbók

Táið Abigajil kom heim til Nabal, hevði hann júst gestaboð í húsi sínum, gestaboð sum hjá kongi; og Nabal var kátur og ógvuliga drukkin; hon segði honum tí einki, hvørki lítið ella stórt, fyrrenn lýsti.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:37 Fyrra Sámuelsbók

Men um morgunin, táið runnið var av Nabal, segði kona hansara honum alt. Tá stívnaði hjartað í brósti hansara, og hann varð sum steinur.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:38 Fyrra Sámuelsbók

Og einar tíggju dagar eftir, tá sló HARRIN Nabal, so hann doyði.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:39 Fyrra Sámuelsbók

Táið Dávid fekk at hoyra, at Nabal var deyður, segði hann: „Lovaður veri HARRIN, sum hevur hevnt á Nabal vanvirðingina, ið hann vísti mær, og hildið tænara Sínum aftur frá at gera ilt! HARRIN hevur latið óndskap Nabals falla aftur á hansara egna høvd!“ – Síðani sendi Dávid boð og bað um Abigajil og vildi hava hana til konu.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:40 Fyrra Sámuelsbók

Tænarar Dávids komu til Abigajil á Karmel, og teir bóru fram ørindi síni og søgdu: „Dávid hevur sent okkum til tín at biðja um teg.“

14
Fyrra Sámuelsbók 25:41 Fyrra Sámuelsbók

Tá reistist hon, boygdi seg við andlitinum til jarðar og segði: „Her er tænastukvinna tín, til reiðar at verða trælkvinna tín og vaska tænarum harra míns um føturnar!“

14
Fyrra Sámuelsbók 25:42 Fyrra Sámuelsbók

Og Abigajil skundaði sær og gjørdi seg lidna og setti seg á esil sítt, somuleiðis tær fimm genturnar, ið vóru fylgi hennara; og hon fór avstað við monnunum, ið Dávid hevði sent, og varð kona hansara.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:43 Fyrra Sámuelsbók

Dávid hevði eisini tikið til konu Ahinoam úr Jizre’el; tær vórðu soleiðis báðar konur hansara.

14
Fyrra Sámuelsbók 25:44 Fyrra Sámuelsbók

Men dóttur sína Mikal, konu Dávid, gav Saul Palti, syni La’is, úr Gallim.

14
Seinna Sámuelsbók 2:2 Seinna Sámuelsbók

Dávid fór so hagar við báðum konum sínum, Ahinoam úr Jizre’el og Abigajil, konu Nabal Karmelit.

6
Seinna Sámuelsbók 3:3 Seinna Sámuelsbók

Annar sonur hansara var Kilab – sum hann átti við Abigajil, konu Karmelitin Nabal; hin triði var Absalom – sum Ma’aka, dóttir Talmai, kongin í Gesur, átti;

6
Fyrra Sámuelsbók 27:3 Fyrra Sámuelsbók

Og Dávid varð verandi hjá Akis í Gat, hann og menn hansara, hvør við húsi sínum, Dávid við báðum konum sínum, Ahinoam úr Jizre’el og Abigajil úr Karmel, konu Nabal.

5
Fyrra Sámuelsbók 30:5 Fyrra Sámuelsbók

Eisini báðar konur Dávid, Ahinoam úr Jizre’el og Abigajil, kona Nabal Karmelit, vóru hertiknar.

5
Fyrra Krønikubók 3:1 Fyrra Krønikubók

Synirnir, sum Dávid fekk í Hebron, vóru hesir: Amnon, hin frumborna, fekk hann við Ahinoam úr Jizre’el, hin annan, Dániel,* við Abigajil úr Karmel;

3