Abia
37 versir um "Abia"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Kongabók 14:1 Fyrra Kongabók
Um hesa tíðina varð Abia, sonur Jeroboam, sjúkur.
Fyrra Kongabók 14:31 Fyrra Kongabók
So legðist Rehabeam til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði hjá fedrum sínum. Móðir hansara var ammonitisk og æt Na’ama. Sonur hansara Abiam tók ríkið eftir hann.
Fyrra Kongabók 15:1 Fyrra Kongabók
Átjanda árið ið Jeroboam, sonur Nebat, sat við stýrið, varð Abiam kongur yvir Juda.
Fyrra Kongabók 15:2 Fyrra Kongabók
3 ár stýrdi hann í Jerusalem. Móðir hansara æt Ma’aka; hon var dóttir Abisalom.
Fyrra Kongabók 15:3 Fyrra Kongabók
Hann livdi í øllum syndunum, sum faðir hansara hevði gjørt fyri honum; hjarta hansara var ikki heilt við HARRANUM, Gudi hansara, sum hjarta Dávids, faðirs hansara, hevði verið.
Fyrra Kongabók 15:4 Fyrra Kongabók
Men fyri Dávids skuld læt HARRIN Gud hansara hann hava lampu í Jerusalem; Hann reisti son hansara upp eftir hann og læt Jerusalem verða standandi
Fyrra Kongabók 15:5 Fyrra Kongabók
– aftur fyri at Dávid hevði gjørt tað, sum rætt var í eygum HARRANS og aldri í lívinum vikið frá nøkrum av tí, sum Hann hevði álagt honum – uttan viðvíkjandi Uria Hetiti.
Fyrra Kongabók 15:6 Fyrra Kongabók
– Millum Rehabeam og Jeroboam var ófriður, so leingi sum hann livdi. –
Fyrra Kongabók 15:7 Fyrra Kongabók
Tað, ið annars er at siga um Abiam, um alt tað, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Juda. Eisini millum Abiam og Jeroboam var ófriður.
Fyrra Kongabók 15:8 Fyrra Kongabók
So legðist Abiam til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann í Dávidsstaði; og sonur hansara Asa tók ríkið eftir hann.
Fyrra Krønikubók 7:8 Fyrra Krønikubók
Synir Beker vóru Zemira, Jóas, Eliezer, Eljoenai, Omri, Jeremot, Abia, Anatot og Alemet; allir hesir vóru synir Beker;
Fyrra Krønikubók 24:10 Fyrra Krønikubók
sjeyndi á Hakkoz, áttandi á Abia,
Seinna Krønikubók 12:16 Seinna Krønikubók
So legðist Rehabeam til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði. Sonur hansara Abia tók ríkið eftir hann.
Seinna Krønikubók 13:1 Seinna Krønikubók
Átjanda árið ið Jeroboam sat við stýrið, varð Abia kongur yvir Juda.
Seinna Krønikubók 13:2 Seinna Krønikubók
3 ár stýrdi hann í Jerusalem. Móðir hansara æt Mikaja; hon var dóttir Uriel og var úr Gibea. Millum Abia og Jeroboam var ófriður.
Seinna Krønikubók 13:3 Seinna Krønikubók
Abia byrjaði bardagan við liði av røskum hermonnum, 400000 útvaldum monnum; men Jeroboam kom ímóti honum við 800000 útvaldum monnum, røskum hermonnum.
Seinna Krønikubók 13:4 Seinna Krønikubók
Tá fór Abia niðan á Zemarajimsfjall, sum hoyrir til Efra’imsfjøll, og segði: „Hoyrið meg, Jeroboam og alt Ísrael!
Seinna Krønikubók 13:5 Seinna Krønikubók
Áttu tit ikki at vitað, at HARRIN Gud Ísraels við saltsáttmála* hevur givið Dávidi kongadømið yvir Ísrael til ævigar tíðir, honum og sonum hansara!
Seinna Krønikubók 13:6 Seinna Krønikubók
Men Jeroboam, sonur Nebat, tænari Sálomos, sonar Dávids, reisti seg og fall frá harra sínum.
Seinna Krønikubók 13:7 Seinna Krønikubók
Aftrat honum savnaðust so rekavætti og illmenni, og teir settu seg við makt upp móti Rehabeam, syni Sálomo; og Rehabeam var ungur og mótleysur og var ikki mentur at standa seg móti teimum.
Seinna Krønikubók 13:8 Seinna Krønikubók
Og nú halda tit, at tit eru menn fyri at standa tykkum móti kongadømi HARRANS í hondum eftirkomara Dávids – fyri tað at tit eru stórur hópur og hava hjá tykkum gullkálvarnar, ið Jeroboam læt gera tykkum til gudar!
Seinna Krønikubók 13:9 Seinna Krønikubók
Hava tit ikki rikið burtur prestar HARRANS, synir Áron, og Levitarnar, og sjálvir gjørt tykkum prestar, soleiðis sum hini heidnu fólkini gera! Hvør tann, ið kemur við ungum tarvi og sjey veðrum til at verða innsettur,* hann verður prestur hjá gudum, ið ikki eru gudar!
Seinna Krønikubók 13:10 Seinna Krønikubók
Men Gud okkara er HARRIN; vit hava ikki vent Honum bakið; synir Áron tæna HARRANUM sum prestar, og Levitarnir gera arbeiði sítt;
Seinna Krønikubók 13:11 Seinna Krønikubók
hvønn morgun og hvørt kvøld brenna teir brennioffur og angandi roykilsi fyri HARRANUM, leggja sýnisbreyð á borðið av reinum gulli og tendra hvørt kvøld gullljósastakan við lampum hansara; vit halda fyriskipanir HARRANS Guds okkara, men tit hava vent Honum bakið!
Seinna Krønikubók 13:12 Seinna Krønikubók
Sanniliga, Gud er við okkum, Hann er á odda hjá okkum, og vit hava prestar Hansara við harðblásturslúðrunum at blása til bardaga móti tykkum! Ísraelsmenn! Gevið tykkum ikki í bardaga móti HARRANUM Gudi fedra tykkara! Tað fer ikki at gangast væl hjá tykkum.“
Seinna Krønikubók 13:13 Seinna Krønikubók
Men Jeroboam læt teir, ið lógu á lúri, kringganga teir fyri at koma á teir aftanfrá, so at teir* vóru framman fyri Judamenn, og teir, ið høvdu ligið á lúri, aftan fyri teir.
Seinna Krønikubók 13:14 Seinna Krønikubók
Táið tá Judamenn vendu sær við og sóu, at álop hótti teir bæði frammanfrá og aftanfrá, róptu teir til HARRAN, og prestarnir blástu í lúðrarnar.
Seinna Krønikubók 13:15 Seinna Krønikubók
So skóru Judamenn í herróp; og táið Judamenn skóru í herrópið, sló Gud Jeroboam og alt Ísrael fyri Abia og Juda.
Seinna Krønikubók 13:16 Seinna Krønikubók
Ísraelsmenn flýddu fyri Juda, og Gud gav teir í hendur teirra.
Seinna Krønikubók 13:17 Seinna Krønikubók
Abia og menn hansara gjørdu stórt mannafall millum teirra; av Ísrael fullu 500000 útvaldir menn.
Seinna Krønikubók 13:18 Seinna Krønikubók
Soleiðis vórðu Ísraelsmenn eyðmýktir ta ferðina; men Judamenn styrknaðu, tí teir styðjaðu seg á HARRAN Gud fedra sína.
Seinna Krønikubók 13:19 Seinna Krønikubók
Abia elti Jeroboam og tók frá honum fleiri býir: Betel við smábýunum har rundanum, Jesana við smábýunum har rundanum og Efron við smábýunum har rundanum.
Seinna Krønikubók 13:20 Seinna Krønikubók
Jeroboam kom ikki fyri seg aftur, so leingi sum Abia livdi; og HARRIN sló hann, so hann doyði.
Seinna Krønikubók 13:21 Seinna Krønikubók
Men Abia tók til í megi. Hann tók sær 14 konur og fekk 22 synir og 16 døtur.
Seinna Krønikubók 13:22 Seinna Krønikubók
Tað, ið annars er at siga um Abia, atburð og orð hansara, er skrivað í „Útlegging“ Iddos profets.
Seinna Krønikubók 14:1 Seinna Krønikubók
So legðist Abia til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði. Sonur hansara Asa tók ríkið eftir hann. Á døgum hansara var 10 ár friður í landinum.
Seinna Krønikubók 29:1 Seinna Krønikubók
Ezekias var 25 ár, táið hann gjørdist kongur, og 29 ár stýrdi hann í Jerusalem; móðir hansara æt Abia og var dóttir Zakarja.