Ábel og Káin
34 versir um "Ábel og Káin"
Versir
Síða 1 av 1Hebrearabrævið 11:4 Hebrearabrævið
Við trúgv ofraði Ábel Gudi betri offur enn Káin, og við henni fekk hann tann vitnisburð, at hann var rættvísur – táið Gud vitnaði um gávur hansara; við henni talar hann enn, tóat hann er deyður.
Fyrsta Mósebók 4:1 Fyrsta Mósebók
Ádam helt seg til konu sína Evu, og hon varð við barn og átti Káin; tá segði hon: „Eg havi fingið son við hjálp HARRANS.“
Fyrsta Mósebók 4:2 Fyrsta Mósebók
Framvegis átti hon bróður hansara Ábel. Ábel varð seyðamaður, men Káin dýrkaði jørðina.
Fyrsta Mósebók 4:3 Fyrsta Mósebók
Táið ein tíð var liðin, bar Káin HARRANUM fram eitt offur av grøðini av jørðini.
Fyrsta Mósebók 4:4 Fyrsta Mósebók
Eisini Ábel bar offur fram – av teimum frumbornu í fylgi sínum og av fiti teirra. HARRIN hugdi á Ábel og offur hansara.
Fyrsta Mósebók 4:5 Fyrsta Mósebók
Men á Káin og offur hansara hugdi Hann ikki. Tá kom ógvuliga ilt í Káin, og andlit hansara varð dapurt.
Fyrsta Mósebók 4:6 Fyrsta Mósebók
HARRIN segði tá við Káin: „Hví ert tú illur, og hví er andlit títt so dapurt?
Fyrsta Mósebók 4:7 Fyrsta Mósebók
Er tað ikki so, at gert tú rætt, so kanst tú treystliga hyggja upp! Og gert tú ikki rætt, so liggur syndin fyri durunum, og hon tráar eftir tær; men tú skalt ráða yvir henni.“
Fyrsta Mósebók 4:8 Fyrsta Mósebók
Men Káin segði við Ábel, bróður sín: „Lat okkum fara út á markina!“ Og meðan teir vóru úti á markini, leyp Káin á Ábel, bróður sín, og drap hann.
Fyrsta Mósebók 4:9 Fyrsta Mósebók
Tá segði HARRIN við Káin: „Hvar er Ábel, bróðir tín?“ Hann svaraði: „Tað veit eg ikki! Skal eg ansa eftir bróður!“
Fyrsta Mósebók 4:10 Fyrsta Mósebók
Men Hann segði: „Hvat er tað, ið tú hevur gjørt! Blóð bróður tíns rópar til Mín av jørðini.
Fyrsta Mósebók 4:11 Fyrsta Mósebók
So skalt tú nú vera bannlýstur av jørðini, sum læt upp munn sín og av hond tíni tók ímóti blóði bróður tíns.
Fyrsta Mósebók 4:12 Fyrsta Mósebók
Táið tú dýrkar jørðina, skal hon ikki longur geva tær grøði sína; umflakkandi og heimleysur skalt tú vera á jørðini.“
Fyrsta Mósebók 4:13 Fyrsta Mósebók
Tá segði Káin við HARRAN: „Straff mín er størri, enn eg eri mentur at bera!
Fyrsta Mósebók 4:14 Fyrsta Mósebók
Táið Tú nú rekur meg burtur av jørðini, og eg má krógva meg fyri ásjón Tíni og flakka heimleysur um á jørðini, so verður tað jú so, at hvør tann, ið hittir meg, hann drepur meg!“
Fyrsta Mósebók 4:15 Fyrsta Mósebók
Men HARRIN segði við hann: „Nei! Tí drepur nakar Káin, so skal hann verða hevndur sjeyfalt.“ Og HARRIN gav Káini merki, fyri at eingin, ið hitti hann, skuldi drepa hann.
Fyrsta Mósebók 4:16 Fyrsta Mósebók
So fór Káin burtur frá ásjón HARRANS og búsettist í landinum Nod, eystan fyri Eden.
Fyrsta Mósebók 4:25 Fyrsta Mósebók
Ádam helt seg aftur til konu sína, og hon átti son, sum hon gav navnið Set; „tí“ – segði hon – „Gud hevur givið mær ein annan son í staðin fyri Ábel, sum Káin drap.“
Matteus 23:35 Matteus
fyri at tað skal koma yvir tykkum, alt hitt rættvísa blóð, ið úthelt er á jørðini, líka frá blóði hins rættvísa Ábels til blóð Zakariasar, sonar Barakiasar, sum tit drópu millum templið og altarið.
Judasarbrævið 1:11 Judasarbrævið
Vei teimum! Tey eru farin veg Káins, hava fyri vinnings skuld kastað seg út í villu Bileams, og eru gingin til grundar í uppreistri Kora!
Fyrsta Mósebók 4:17 Fyrsta Mósebók
Káin helt seg til konu sína, og hon varð við barn og átti Hanok. Hann bygdi bý og kallaði hann Hanok eftir syni sínum.
Fyrsta Mósebók 4:18 Fyrsta Mósebók
Hanok fekk son, Irad; Irad fekk Mehujael; Mehujael fekk Metusael; Metusael fekk Lemek.
Fyrsta Mósebók 4:19 Fyrsta Mósebók
Lemek fekk sær tvær konur; onnur æt Ada, onnur Zilla.
Fyrsta Mósebók 4:20 Fyrsta Mósebók
Ada átti Jabal; hann varð ættarfaðir teirra, sum búgva í tjøldum og hava fæ.
Fyrsta Mósebók 4:21 Fyrsta Mósebók
Bróðir hansara æt Jubal; hann varð ættarfaðir at øllum teimum, ið spæla á hørpu og floytu.
Fyrsta Mósebók 4:22 Fyrsta Mósebók
Eisini Zilla fekk son, Tubalkáin; hann varð ættarfaðir at øllum teimum, ið smíða kopar og jarn. Systir Tubalkáin var Na’ama.
Fyrsta Mósebók 4:23 Fyrsta Mósebók
Lemek segði við konur sínar: „Ada og Zilla, hoyrið orð míni, konur Lemek, lurtið eftir tí, ið eg sigi: Eg drepi ein mann fyri hvørt sár, ið eg fái, og ein drong fyri hvørt skursl, ið eg fái!
Fyrsta Mósebók 4:24 Fyrsta Mósebók
Tí verður Káin hevndur sjeyfalt, so verður Lemek hevndur 77 ferðir!“
Fyrsta Mósebók 4:26 Fyrsta Mósebók
Eisini Set fekk son, og hann gav honum navnið Enos; um ta tíðina varð byrjað at ákalla navn HARRANS.
Lukas 11:51 Lukas
frá blóði Ábels líka til blóð Zakariasar, sum dripin varð millum altarið og templið“; ja, Eg sigi tykkum: Tað skal verða kravt av hesi ætt.
Hebrearabrævið 12:24 Hebrearabrævið
til Jesus, millummannin fyri nýggjan sáttmála, og til áslettingarblóðið, sum talar betur enn blóð Ábels.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:11 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tí hetta er boðskapurin, ið tit hava hoyrt frá upphavi, at vit skulu elska hvør annan
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:12 Fyrra Jóhannesarbrævið
og ikki líkjast Káini, ið var av hinum illa og drap bróður sín. Og hví drap hann hann? Tí verk hansara vóru ónd, og verk bróður hansara rættvís!
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið hatar bróður sín, er manndrápari, og tit vita, at eingin manndrápari hevur ævigt lív verandi í sær.