abbar og ommur

40 versir um "abbar og ommur"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 17:6 Orðtøkini

Krúna hinna gomlu er barnabørn, og prýði barnanna er fedrar teirra.

10
Orðtøkini 16:31 Orðtøkini

Grá hár eru vøkur krúna; hon er at finna á rættvísivegi.

6
Fimta Mósebók 4:9 Fimta Mósebók

Men tú mást ansa tær og varða teg væl, so tú gloymir ikki tað, ið eygu tíni hava sæð, og tað víkur ikki frá hjarta tínum, so leingi sum tú livir – nei, tú skalt siga børnum og barnabørnum tínum frá tí!

5
Sálmarnir 145:4 Sálmarnir

Eitt ættarliðið fyri og annað eftir lovprísar verkum Tínum, kunnger veldigu verk Tíni.

5
Sálmarnir 103:17 Sálmarnir

Men náði HARRANS varir frá ævunum til ævirnar yvir teimum, ið óttast Hann, og rættferð Hansara røkkur líka til barnabørn

4
Orðtøkini 13:22 Orðtøkini

Hin góði letur barnabørnum arv eftir seg, men góðs syndarans er goymt hinum rættvísa.

4
Esaias 46:4 Esaias

Líka til elliár tykkara eri Eg hin sami, og inntil hár tykkara gránar, skal Eg bera tykkum; Eg havi gjørt tað, og Eg skal eisini hereftir lyfta tykkum, Eg skal bera og frelsa tykkum.

4
Seinna Timoteusarbrævið 1:5 Seinna Timoteusarbrævið

Tí eg eri mintur um trúnna, sum í tær er, og sum fyrst búði í Lois, ommu tíni, og í Eunike, móður tíni – trúgv, sum ikki er bert eiti. Eg eri vísur í, at hon býr í tær við.

4
Titusarbrævið 2:1 Titusarbrævið

Men tala tú tað, sum sømir hini heilnæmu læru:

4
Titusarbrævið 2:2 Titusarbrævið

At gamlir menn skulu vera fráhaldandi, siðprúðir, høviskir, heilbjargnir í trúnni, í kærleikanum, í tolinum;

4
Titusarbrævið 2:3 Titusarbrævið

at gamlar kvinnur somuleiðis skulu skikka sær, sum heilagum sømir, ikki baktala, ikki vera trælir av drykki, men lærarar í tí, sum gott er,

4
Titusarbrævið 2:4 Titusarbrævið

so tær kunnu læra hinar ungu kvinnur at elska menn sínar og børn síni,

4
Titusarbrævið 2:5 Titusarbrævið

at bera seg sámiliga at, vera reinar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, so orð Guds verður ikki spottað!

4
Sálmarnir 37:25 Sálmarnir

Eg havi verið ungur og eri vorðin gamal; men ikki havi eg sæð hin rættvísa vinaleysan ella avkom hansara leita eftir breyði.

3
Sálmarnir 90:12 Sálmarnir

At telja dagar okkara – lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjartað!

3
Sálmarnir 92:14 Sálmarnir

tey eru plantað í húsi HARRANS, grógva í forgørðum Guds okkara;

3
Sálmarnir 92:15 Sálmarnir

enntá gráhærd bera tey ávøkst, tey eru sevjurík og grøn,

3
Onnur Mósebók 34:6 Onnur Mósebók

Og HARRIN gekk fram við honum og rópti: „HARRIN! HARRIN! – miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn og trúfesti,

2
Onnur Mósebók 34:7 Onnur Mósebók

sum goymir náði í túsund mannaminni, sum fyrigevur misgerð, lógbrot og synd, men als ikki letur hin seka verða óstraffaðan, sum straffar misgerðir fedra á børn og barnabørn, ja á børn barnabarna og á børn teirra uppaftur!“

2
Sálmarnir 71:9 Sálmarnir

Kasta meg ikki frá Tær í elli míni, og svík meg ikki, nú mátturin svinnur!

2
Sálmarnir 71:10 Sálmarnir

Tí fíggindar mínir tosa um meg; teir, ið lúra eftir sál míni, leggja saman ráð

2
Sálmarnir 71:11 Sálmarnir

og siga: „Gud hevur svikið hann! Eftir honum, takið hann, tí eingin er, sum frelsir!“

2
Sálmarnir 71:12 Sálmarnir

– Gud, ver ikki langt frá mær, Gud mín, skunda Tær og kom mær til hjálpar!

2
Sálmarnir 71:13 Sálmarnir

Lat teir verða til skammar og ganga til grundar, teir, ið liggja mær eftir lívinum, lat teir verða klæddar í spott og spæ, teir, ið vilja mær ilt!

2
Sálmarnir 71:14 Sálmarnir

Men eg, eg skal altíð vóna, og aftrat øllum prísi Tínum skal eg leggja nýtt prís.

2
Sálmarnir 71:15 Sálmarnir

Muður mín skal vitna um rættferð Tína, um frelsu Tína allan dagin; tí eg veit ikki enda á teimum.

2
Sálmarnir 71:16 Sálmarnir

Eg skal minna um veldigu verk Harrans HARRANS, lovsyngja rættferð Tíni, henni eina.

2
Sálmarnir 71:17 Sálmarnir

Gud! Tú hevur lært meg tað líka frá ungdóminum, og líka til nú kunngeri eg undur Tíni.

2
Sálmarnir 71:18 Sálmarnir

Svík meg so heldur ikki, táið eg verði gamal og gráur, Gud! Enn skal eg kunngera øllum komandi ættum arm Tín, øllum teimum, ið koma skulu, mátt Tín.

2
Sálmarnir 71:19 Sálmarnir

Og rættferð Tín, Gud, røkkur líka til himmals, Tú, sum hevur gjørt stórverk, Gud, hvør er sum Tú!

2
Sálmarnir 71:20 Sálmarnir

Tú, sum lætst okkum síggja nógvar trongdir og vanlukkur, Tú skalt gera okkum livandi aftur og draga okkum upp aftur úr avgrundum jarðarinnar;

2
Sálmarnir 71:21 Sálmarnir

Tú skalt gera meg enn størri og venda við og troysta meg.

2
Sálmarnir 71:22 Sálmarnir

Afturfyri skal eg við hørpuspæli prísa trúfesti Tíni, Gud mín, leika á sitara fyri Tær, Tú hin Heilagi Ísraels!

2
Sálmarnir 71:23 Sálmarnir

Fegnast skulu varrar mínar, ja, eg skal syngja Tær lov – sál mín, sum Tú loysti út!

2
Sálmarnir 71:24 Sálmarnir

Og tunga mín skal allan dagin tala um rættferð Tína; tí teir standa til skammar og við kinnroða, teir, ið vilja mær illa.

2
Orðtøkini 17:22 Orðtøkini

Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót sýgur mergin úr beinunum.

2
Esaias 40:28 Esaias

Veitst tú tá ikki, hevur tú ikki hoyrt tað? – at HARRIN er ævigur Gud; jørðina hevur Hann skapt, so víð sum hon er. Hann møðist ikki, Hann verður ikki máttleysur, vit Hansara er órannsakiligt.

2
Esaias 40:29 Esaias

Hann gevur hinum troytta kraft og hinum máttleysa mikla styrki.

2
Esaias 40:30 Esaias

Unglingar møðast og verða máttleysir, ungir menn noyðast at lúta.

2
Esaias 40:31 Esaias

Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!

2