abbabørn

14 versir um "abbabørn"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 17:6 Orðtøkini

Krúna hinna gomlu er barnabørn, og prýði barnanna er fedrar teirra.

10
Orðtøkini 13:22 Orðtøkini

Hin góði letur barnabørnum arv eftir seg, men góðs syndarans er goymt hinum rættvísa.

5
Sálmarnir 128:6 Sálmarnir

Og tú skalt fáa at síggja barnabørn tíni. – Friður veri yvir Ísrael!

4
Fimta Mósebók 4:9 Fimta Mósebók

Men tú mást ansa tær og varða teg væl, so tú gloymir ikki tað, ið eygu tíni hava sæð, og tað víkur ikki frá hjarta tínum, so leingi sum tú livir – nei, tú skalt siga børnum og barnabørnum tínum frá tí!

3
Sálmarnir 103:17 Sálmarnir

Men náði HARRANS varir frá ævunum til ævirnar yvir teimum, ið óttast Hann, og rættferð Hansara røkkur líka til barnabørn

3
Esaias 59:21 Esaias

Og hetta er sáttmálin, Eg geri við tey, sigur HARRIN: Andi Mín, sum á tær er, og orð Míni, sum Eg havi lagt tær í munnin, skulu ikki víkja, hvørki úr munni tínum, úr munni barna tína ella úr munni barnabarna tína, frá nú og til ævigar tíðir – sigur HARRIN.

3
Onnur Mósebók 20:12 Onnur Mósebók

Ær faðir tín og móður tína, so tú kanst fáa langt lív í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær!

2
Sálmarnir 127:3 Sálmarnir

Børn eru gáva HARRANS, lívsfrukt er løn.

2
Sálmarnir 127:4 Sálmarnir

Sum pílar í hond hins veldiga kappa eru synir, ið ein fær í ungdóminum.

2
Sálmarnir 127:5 Sálmarnir

Lukkuligur er tann maður, ið hevur pílahúsan fullan av teimum; teir verða ikki til skammar, táið teir tala við fíggindar í portrinum.

2
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini

Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 5:3 Fyrra Timoteusarbrævið

Ær einkjur, sum veruliga eru einkjur!

2
Fyrra Timoteusarbrævið 5:4 Fyrra Timoteusarbrævið

Men hevur einkja børn ella barnabørn, so lat tey læra fyrst at vísa sínum egna húsi gudsótta sín og løna foreldrum sínum aftur! Tað er tekkiligt í eygum Guds.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 5:8 Fyrra Timoteusarbrævið

Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum – hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi.

2