666

57 versir um "666"

Versir

Síða 2 av 2
Opinberingin 14:15 Opinberingin

Annar eingil kom út úr templinum; hann rópti hart til hansara, sum á skýnum sat: „Send út akurknív tín og heysta! Tí tíðin at heysta er komin, akur jarðarinnar er staðin.“

2
Opinberingin 14:16 Opinberingin

Hann, sum á skýnum sat, læt nú akurknív sín fara yvir jørðina, og jørðin varð heystað.

2
Opinberingin 14:17 Opinberingin

Annar eingil kom út úr templinum í Himli; eisini hann hevði hvassan akurknív.

2
Opinberingin 14:18 Opinberingin

Frá altarinum kom uppaftur annar eingil út; hann hevði vald yvir eldinum; og hann rópti hart til hansara, sum hevði hin hvassa akurknívin: „Send út hvassa akurknív tín og sker vínberini av víntræi jarðarinnar! Tí vínber tess eru staðin.“

2
Opinberingin 14:19 Opinberingin

Eingilin læt tá akurknív sín fara yvir jørðina, skar ávøkstin av víntræi jarðarinnar og kastaði hann í stóru vreiðivínpersu Guds.

2
Opinberingin 14:20 Opinberingin

Vínpersan varð troðin uttan fyri staðin, og blóð kom út úr vínpersuni – líka upp undir boksl hestanna, so langt sum 1600 stadiur.

2
Opinberingin 20:4 Opinberingin

Eg sá hásæti, og teir settust í tey; og teimum varð givið vald at halda dóm. Eg sá sálir teirra, sum hálshøgd vóru fyri Jesu vitnisburðar og fyri orðs Guds skuld, og tey, sum ikki høvdu tilbiðið dýrið ella mynd tess og ikki høvdu tikið merkið á pannuna ella á hondina; tey vórðu livandi og gjørdust kongar við Kristusi 1000 ár.

2