666
57 versir um "666"
Versir
Síða 1 av 2Opinberingin 13:18 Opinberingin
Her ræður um vísdóm! Tann, ið skil hevur, rokni út tal dýrsins! Tað er tal menniskja – tal tess er 666.
Opinberingin 13:1 Opinberingin
Eg sá nú dýr koma upp úr havinum; tað hevði tíggju horn og sjey høvd, á hornum sínum tíggju krúnur og á høvdum sínum nøvn gudsspottanar.
Opinberingin 13:2 Opinberingin
Dýrið, ið eg sá, líktist leopardi; føtur tess vóru sum føtur bjarnar, og muður tess sum leyvumuður. Drekin gav tí mátt sín, hásæti sítt og stórt vald.
Opinberingin 13:3 Opinberingin
Eg sá eitt av høvdum tess eins og sært til deyða; men ólívssár tess varð grøtt. Og øll jørðin fylgdi undrandi eftir dýrinum.
Opinberingin 13:4 Opinberingin
Tey tilbóðu drekan, tí hann hevði givið dýrinum vald, og tey tilbóðu dýrið og søgdu: „Hvør er dýrinum líkur, og hvør er mentur at berjast við tað!“
Opinberingin 13:5 Opinberingin
Muður varð tí givin, sum talaði stór orð og gudsspottanir, og tí varð givið vald at halda á 42 mánaðir.
Opinberingin 13:6 Opinberingin
Tað læt upp munn sín til spottanir móti Gudi, at spotta navn Hansara, bústað Hansara og tey, sum í Himli búgva.
Opinberingin 13:7 Opinberingin
Tí varð givið at berjast við hini heilagu – og sigra tey; og tí varð givið vald yvir hvørji ætt, hvørjum fólki, hvørjum tungumáli og hvørji tjóð.
Opinberingin 13:8 Opinberingin
Øll, ið á jørðini búgva, skulu tilbiðja tað, hvør tann, ið ikki, frá tí heimurin varð grundaður, hevur navn sítt skrivað í lívsbók lambsins, ið dripið er.
Opinberingin 13:9 Opinberingin
Hevur onkur oyra – hann hoyri!
Opinberingin 13:10 Opinberingin
Um onkur herleiðir – hann skal verða herleiddur; drepur onkur við svørði – hann skal verða dripin við svørði. – Her ræður um tol og trúgv hinna heilagra!
Opinberingin 13:11 Opinberingin
Eg sá nú annað dýr koma upp – úr jørðini; tað hevði tvey horn eins og lamb, og tað talaði sum dreki.
Opinberingin 13:12 Opinberingin
Tað útinnir alt vald hins fyrra dýrs – fyri eygum tess; og tað ger, at jørðin og tey, sum á henni búgva, tilbiðja hitt fyrra dýrið, hvørs ólívssár varð grøtt.
Opinberingin 13:13 Opinberingin
Tað ger stór tekin, so at tað enntá fær eld at falla niður av himli á jørðina fyri eygum menniskjanna.
Opinberingin 13:14 Opinberingin
Við teknunum, ið tí er givið at gera fyri eygum dýrsins, villleiðir tað tey, sum á jørðini búgva; tað sigur við tey, sum á jørðini búgva, at tey skulu gera mynd av dýrinum, ið fekk sárið av svørðinum – og livdi.
Opinberingin 13:15 Opinberingin
Tað fekk vald at geva mynd dýrsins anda, so at mynd dýrsins enntá kundi tala og gera, at øll, ið ikki vildu tilbiðja mynd dýrsins, skuldu verða dripin.
Opinberingin 13:16 Opinberingin
Tað fær øll, bæði smá og stór, bæði rík og fátæk, bæði fræls og trælir, at lata seta sær merki á høgru hond ella á pannuna,
Opinberingin 13:17 Opinberingin
so at eingin skal kunna keypa ella selja uttan tann, ið hevur merkið, navn dýrsins ella tal navns tess.
Seinna Krønikubók 9:13 Seinna Krønikubók
Gullið, ið Sálomo fekk eitt ár, vigaði 666 talentir
Opinberingin 12:1 Opinberingin
Stórt tekin sást í Himli: Kvinna, klædd í sólina, við mánanum undir fótunum og krúnu av tólv stjørnum á høvdinum.
Opinberingin 12:2 Opinberingin
Hon var við barn og rópti í barnsneyð og føðingarverkjum.
Opinberingin 12:3 Opinberingin
Annað tekin sást í Himli: Stórur, eldreyður dreki, sum hevði sjey høvd og tíggju horn og á høvdum sínum sjey krúnur.
Opinberingin 12:4 Opinberingin
Hali hansara dró triðingin av stjørnum himmalsins við sær og kastaði tær á jørðina. Og drekin stóð framman fyri kvinnuni, ið eiga skuldi, fyri at gloypa barni hennara, táið hon hevði átt tað.
Opinberingin 12:5 Opinberingin
Hon átti dreingjabarn, sum skal stýra øllum fólkasløgum við jarnstavi, og barn hennara varð rykt burtur til Gud og hásæti Hansara.
Opinberingin 12:6 Opinberingin
Og kvinnan flýddi út í oyðimørkina; har hevur hon stað, sum av Gudi er gjørt henni til reiðar, at hon har skuldi fáa føði sína 1260 dagar.
Opinberingin 12:7 Opinberingin
Bardagi varð í Himli: Mikael og einglar hansara tóku at berjast við drekan, og drekin og einglar hansara bardust.
Opinberingin 12:8 Opinberingin
Men teir vóru tað ikki mentir, og stað teirra var ikki longur at finna í Himli.
Opinberingin 12:9 Opinberingin
Hin stóri dreki varð kastaður niður, hin gamli ormur, sum kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin; hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum.
Opinberingin 12:10 Opinberingin
Eg hoyrdi harða rødd í Himli siga: „Nú eru frelsan, mátturin og ríkið vorðin Guds okkara, og veldið hins salvaða Hansara! Tí klagari brøðra okkara er kastaður niður, hann, sum klagaði teir fyri Gudi okkara dag og nátt.
Opinberingin 12:11 Opinberingin
Teir hava sigrað hann við blóði lambsins og við orði vitnisburðar síns; teir elskaðu ikki lív sítt – líka til deyðan!
Opinberingin 12:12 Opinberingin
Fegnist tí, tit Himlar og tit, sum í teimum búgva! – Vei jørðini og havinum! Tí Djevulin er komin niður til tykkara – í stórari vreiði, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt!“
Opinberingin 12:13 Opinberingin
Táið drekin sá, at hann var kastaður niður á jørðina, legði hann eftir kvinnuni, sum hevði átt dreingjabarnið.
Opinberingin 12:14 Opinberingin
Men báðir veingir hinnar stóru arnar vórðu kvinnuni givnir, fyri at hon skuldi flúgva út í oyðimørkina til stað sítt, har hon fær føði sína tíð, tíðir og hálva tíð, burtur frá ásjón ormsins.
Opinberingin 12:15 Opinberingin
Tá spýði ormurin vatn úr munninum – eins og á – eftir kvinnuni, fyri at skola hana burtur við ánni.
Opinberingin 12:16 Opinberingin
Men jørðin kom kvinnuni til hjálpar; jørðin læt upp munnin og drakk ánna, sum drekin spýði úr munni sínum.
Opinberingin 12:17 Opinberingin
Drekin varð vreiður við kvinnuna og fór avstað at berjast við hini av avkomi hennara, tey, sum halda boð Guds og hava vitnisburð Jesusar.
Opinberingin 14:1 Opinberingin
Eg fekk nú at síggja lambið standa á Zionsfjalli, og við tí 144000, sum høvdu navn tess og navn Faðirs tess skrivað á pannunum.
Opinberingin 14:2 Opinberingin
Eg hoyrdi ljóð úr Himli, sum ljóð mangra vatna og sum ljóðið av harðari toru; ljóðið, ið eg hoyrdi, var sum av hørpuspælarum, ið spæla á hørpur sínar.
Opinberingin 14:3 Opinberingin
Teir sungu nýggjan song fyri hásætinum og fyri hinum fýra verunum og hinum elstu; eingin kundi læra songin uttan hinir 144000, sum keyptir eru frá jørðini.
Opinberingin 14:4 Opinberingin
Hetta eru teir, ið ikki hava dálkað seg við kvinnum – teir eru sum moyggjar. Hetta eru teir, ið fylgja lambinum, hvar tað so fer. Hesir eru keyptir frá menniskjunum – frumgróður Guds og lambsins.
Opinberingin 14:5 Opinberingin
Í munni teirra er eingin lygn funnin – teir eru ólastandi.
Opinberingin 14:6 Opinberingin
Eg sá annan eingil flúgva mitt uppi undir himli; hann hevði ævigt evangelium at kunngera teimum, ið á jørðini búgva – øllum tjóðum, ættum, tungumálum og fólkum.
Opinberingin 14:7 Opinberingin
Hann segði við harðari rødd: „Óttist Gud, og gevið Honum dýrd! Tí dómstími Hansara er komin; tilbiðið Hann, sum hevur gjørt himmalin, jørðina, havið og vatnkeldurnar!“
Opinberingin 14:8 Opinberingin
Uppaftur kom aftan á honum annar eingil, sum segði: „Fallið, fallið er Bábylon hitt stóra, sum hevur givið øllum fólkasløgum at drekka av vreiðivíni horulívs síns!“
Opinberingin 14:9 Opinberingin
Triði eingilin fylgdi aftan á teimum; hann segði við harðari rødd: „Tilbiður onkur dýrið og mynd tess – tekur hann merkið á pannuna ella á hondina –
Opinberingin 14:10 Opinberingin
so skal hann drekka av vreiðivíni Guds, sum óblandað er skonkt í vreiðibikar Hansara; og hann skal verða píndur við eldi og svávuli fyri eygum hinna heilagra eingla og lambsins.
Opinberingin 14:11 Opinberingin
Roykurin av pínu teirra stígur upp í aldur og allar ævir, og tey hava ikki hvíld – hvørki dag ella nátt – sum tilbiðja dýrið og mynd tess, og ein og hvør, sum tekur merki navns tess.
Opinberingin 14:12 Opinberingin
Her ræður um tol hinna heilagra, sum halda fast við boð Guds og trúnna á Jesus!“
Opinberingin 14:13 Opinberingin
Eg hoyrdi rødd úr Himli; hon segði: „Skriva: Sæl eru hini deyðu, sum doyggja í Harranum hereftir! Ja – sigur Andin – tey skulu hvíla eftir møði sína, og verk teirra fylgja teimum!“
Opinberingin 14:14 Opinberingin
Nú fekk eg at síggja hvítt skýggj; á skýnum sat ein, ið líktist menniskjasyni; hann hevði gullkrúnu á høvdinum og hvassan akurknív í hondini.