2. Mósebók / útgangan úr Egyptalandi
111 versir um "2. Mósebók / útgangan úr Egyptalandi"
Versir
Síða 1 av 3Onnur Mósebók 18:23 Onnur Mósebók
Gert tú hetta – og vil Gud tað so – tá fert tú at kunna halda út, og so kemur eisini alt fólkið her at kunna fara heim í friði.“
Onnur Mósebók 1:1 Onnur Mósebók
Hetta eru nøvnini á sonum Ísraels, ið komu til Egyptalands; saman við Jákupi komu teir, hvør við húsfólki sínum:
Onnur Mósebók 1:2 Onnur Mósebók
Ruben, Símeon, Levi og Juda.
Onnur Mósebók 1:3 Onnur Mósebók
Issakar, Zebulon og Benjamin,
Onnur Mósebók 1:4 Onnur Mósebók
Dan og Naftali, Gad og Aser.
Onnur Mósebók 1:5 Onnur Mósebók
Eftirkomarar Jákups vóru tilsamans 70; men Jósef var í Egyptalandi frammanundan.
Onnur Mósebók 1:6 Onnur Mósebók
Men so doyði Jósef og allir brøður hansara og alt tað ættarliðið.
Onnur Mósebók 1:7 Onnur Mósebók
Og Ísraelsmenn nørdust og tóku til, vuksu í tali og vórðu ovurhonds nógvir; landið varð fult av teimum.
Onnur Mósebók 1:8 Onnur Mósebók
Nú kom nýggjur kongur í Egyptalandi, ein, ið einki visti um Jósef.
Onnur Mósebók 1:9 Onnur Mósebók
Hann segði við fólk sítt: „Tit síggja, at Ísraelsfólk er størri og sterkari enn vit!
Onnur Mósebók 1:10 Onnur Mósebók
Men nú skulu vit bera okkum klókt at við tey, fyri at tey skulu ikki verða ov mong; annars kundi borið á – um kríggj verður – at tey fara í part við fíggindar okkara og berjast móti okkum og rýma síðani av landinum.“
Onnur Mósebók 1:11 Onnur Mósebók
So settu teir arbeiðsfútar yvir tey, at plága tey við trælaarbeiði. Tey máttu byggja Farao tveir býir at goyma føði í, Pitom og Ra’amses.
Onnur Mósebók 1:12 Onnur Mósebók
Men tess meiri teir plágaðu tey, tess meiri nørdust tey, og tess meiri breiddu tey seg út, so at Egyptar fóru at ræðast Ísraelsmenn.
Onnur Mósebók 1:13 Onnur Mósebók
Tí tvingaðu Egyptar Ísraelsmenn til enn meiri trælaarbeiði
Onnur Mósebók 1:14 Onnur Mósebók
og gjørdu teimum lívið beiskt við tungum arbeiði upp á leir og tigulstein og við alskyns trælaarbeiði á markini, við trælaarbeiði av øllum slagi, sum teir tvingaðu tey at gera.
Onnur Mósebók 1:15 Onnur Mósebók
Kongurin í Egyptalandi segði nú við tær hebraisku jarðarmøðurnar – onnur teirra æt Sifra, og onnur Pua:
Onnur Mósebók 1:16 Onnur Mósebók
„Táið tit hjálpa teimum hebraisku kvinnunum at eiga, ansið tá væl eftir, táið barnið kemur! Er tað drongur, so drepið hann, men er tað genta, so kann hon liva!“
Onnur Mósebók 1:17 Onnur Mósebók
Men jarðarmøðurnar óttaðust Gud og gjørdu ikki, sum kongurin í Egyptalandi segði við tær – tær lótu dreingjabørnini liva.
Onnur Mósebók 1:18 Onnur Mósebók
Tá sendi kongurin í Egyptalandi boð eftir jarðarmøðrunum og segði við tær: „Hví bera tit tykkum so at og lata dreingjabørnini liva!“
Onnur Mósebók 1:19 Onnur Mósebók
Men jarðarmøðurnar svaraðu Farao: „Tær hebraisku kvinnurnar eru ikki sum tær egyptisku – tær eru so raskar; áðrenn jarðarmóðirin kemur til teirra, hava tær longu átt!“
Onnur Mósebók 1:20 Onnur Mósebók
– Og Gud læt gangast jarðarmøðrunum væl; og fólkið nørdist og varð ovurhonds nógv í tali.
Onnur Mósebók 1:21 Onnur Mósebók
– Aftur fyri at jarðarmøðurnar óttaðust Gud, gav Hann teimum avkom.
Onnur Mósebók 1:22 Onnur Mósebók
Tá gav Farao øllum fólki sínum hetta boð: „Øll dreingjabørn, ið fødd verða,* skulu tit kasta í Nilá, men gentubørnini kunnu tit lata liva!“
Onnur Mósebók 20:1 Onnur Mósebók
Nú talaði Gud øll hesi orð. Hann segði:
Onnur Mósebók 20:2 Onnur Mósebók
„Eg eri HARRIN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum.
Onnur Mósebók 20:3 Onnur Mósebók
Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.
Onnur Mósebók 20:4 Onnur Mósebók
Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini;
Onnur Mósebók 20:5 Onnur Mósebók
tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg,
Onnur Mósebók 20:6 Onnur Mósebók
men sum í túsund lið ger miskunn móti teimum, ið elska Meg og halda boð Míni.
Onnur Mósebók 20:7 Onnur Mósebók
Tú mást ikki misbrúka navn HARRANS Guds tíns; tí HARRIN letur ikki tann verða óstraffaðan, sum misbrúkar navn Hansara.
Onnur Mósebók 20:8 Onnur Mósebók
Minst sabbatsdagin, so tú heldur hann heilagan!
Onnur Mósebók 20:9 Onnur Mósebók
Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt;
Onnur Mósebók 20:10 Onnur Mósebók
men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur ella sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, fæ títt ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni.
Onnur Mósebók 20:11 Onnur Mósebók
Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal, jørð og hav, við øllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi Hann; tí hevur HARRIN signað sabbatsdagin og halgað hann.
Onnur Mósebók 20:12 Onnur Mósebók
Ær faðir tín og móður tína, so tú kanst fáa langt lív í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær!
Onnur Mósebók 20:13 Onnur Mósebók
Tú mást ikki drepa.
Onnur Mósebók 20:14 Onnur Mósebók
Tú mást ikki dríva hor.
Onnur Mósebók 20:15 Onnur Mósebók
Tú mást ikki stjala.
Onnur Mósebók 20:16 Onnur Mósebók
Tú mást ikki bera rangan vitnisburð móti næsta tínum.
Onnur Mósebók 20:17 Onnur Mósebók
Tú mást ikki girnast hús næsta tíns. Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ei heldur træl hansara, trælkvinnu hansara, neyt hansara, esil hansara, ella nakað, ið næsti tín eigur.“
Onnur Mósebók 20:18 Onnur Mósebók
Men táið alt fólkið hoyrdi og sá toruna, snarljósini og lúðraljóðið og fjallið í royki, bivaðu tey og hildu seg langt burtur.
Onnur Mósebók 20:19 Onnur Mósebók
Og tey søgdu við Móses: „Tosa tú við okkum, so skulu vit lurta eftir; men lat ikki Gud tala við okkum, tí so doyggja vit!“
Onnur Mósebók 20:20 Onnur Mósebók
Men Móses segði við fólkið: „Óttist ikki! Gud er komin at royna tykkum, og fyri at ótti fyri Honum skal vera á tykkum, so tit synda ikki.“
Onnur Mósebók 20:21 Onnur Mósebók
So stóð fólkið langt burtur; men Móses fór nær at myrkrinum, sum Gud var í.
Onnur Mósebók 20:22 Onnur Mósebók
HARRIN segði nú við Móses: „Hetta skalt tú siga við Ísraelsmenn: „Tit hava sjálv sæð, at Eg havi talað við tykkum av Himli.
Onnur Mósebók 20:23 Onnur Mósebók
Tit mugu ongar gudar gera tykkum aftrat Mær; gudar av silvuri ella gulli mugu tit ikki gera tykkum!
Onnur Mósebók 20:24 Onnur Mósebók
Altar av flag skalt tú gera Mær, og á tí skalt tú ofra brennioffur og takkoffur tíni, smáfæ títt og neyt tíni; allastaðni har sum Eg lati navn Mítt verða minst, skal Eg koma til tín og signa teg.
Onnur Mósebók 20:25 Onnur Mósebók
Men gert tú Mær altar av gróti, so skalt tú ikki gera tað av høgdum steini; tí táið tú setur meitil á steinin, vanhalgar tú hann.
Onnur Mósebók 20:26 Onnur Mósebók
Tú mást ikki ganga á trappum upp at altari Mínum, fyri at ikki blygd tín skal verða ber yvir tí.““
Onnur Mósebók 2:1 Onnur Mósebók
Nú var maður av ætt Levi, sum giftist við eini Levi dóttur.