Persóndátupolitikkur

Seinast dagført:

1. Inngangur

Skriftin.fo er ein frí bíbliutænasta, har tú kanst lesa Føroysku Bíbliuna online. Vit leggja dent á hvussu vit handfara tínar persónligu upplýsingar.

Persónsdátapolitikkurin lýsir, hvussu vit savna, brúka og verja tínar upplýsingar, tá ið tú brúkar Skriftin.fo.

2. Hvørjar upplýsingar savna vit?

2.1 Upplýsingar, sum tú gevur okkum

Tá ið tú stovnar ein brúkara á Skriftin.fo, savna vit:

  • Brúkaranavn: Til at kenna teg í kelduni
  • Loyniorð: Til at tryggja tína konto
  • Teldupost: Til endurstovning av loyniorði (um tú velur at leggja tað afturat)

2.2 Upplýsingar, sum verða sjálvvirkandi savnaðar

  • Søga: Hvørjir kapittlar tú hevur lisið
  • Viðmerkingar: Tínar egnu viðmerkingar til vers
  • Litir: Vers, sum tú hevur litað
  • Frámerki (tags): Tíni persónligu frámerki á versum
  • Lesiætlanir: Tínar egnu lesiætlanir og framferð

2.3 Tekniskar upplýsingar

  • IP-adressa: Til tekniska trygd og trygging ímóti misbrúki
  • Browser og umbod: Til at tryggja, at síðan virkar rætt
  • Cookies: Til at halda teg ritaðan inn og goyma tínar innstillingar

3. Hvussu brúka vit tínar upplýsingar?

Vit brúka tínar upplýsingar til:

  • At veita tænastuna: At lata teg lesa bíblina og brúka forritið so gott til ber.
  • At tryggja trygd: At verja ímóti misbrúki og tekniskum trupulleikum
  • At fáa samband: Bert um tú hevur biðið um tað (t.d. loyniorðsendurstovning)
Vit selja ONGANTÍÐ tínar upplýsingar til triðju partir ella brúka tær til at vísa lýsingar.

4. Hvussu verja vit tínar upplýsingar?

Vit taka trygd álvarliga og brúka fleiri tekniskar tiltøk:

  • HTTPS kryptering: Allar sambond eru krypterað
  • Loyniorðskryptering: Títt loyniorð verður krypterað við bcrypt/Argon2
  • Trygdar serverar: Okkara serverar eru tryggjað og dagførdir
  • Avmarkað atgongd: Bert neyðug tænastufólk hava atgongd til dátugrunnin
  • Regluligt backup: Tínar dátur verða tryggjaðar regluligt

5. Cookies og lokal goymsla

Skriftin.fo brúkar cookies og lokal goymslu (localStorage) til:

  • Session cookies: At halda teg ritaðan inn
  • Innstillingar: At goyma tínar innstillingar (t.d. myrkt tema)
  • PWA cache: At gera møguligt at lesa bíblina offline

Tú kanst strika cookies í tínum browsara, men tað kann ávirka hentleikar av síðuni.

6. Triðju partir

Skriftin.fo brúkar nakrar triðju partir til at veita tænastuna:

6.1 CDN tænastur (Content Delivery Network)

  • Bootstrap CDN (jsdelivr.net): Til at veita CSS og JavaScript fílur
  • Bootstrap Icons: Til at vísa ikonir á síðuni

Hesar tænastur kunnu savna tekniskar upplýsingar (IP-adressu) fyri at veita innihaldið.

6.2 Hosting

Okkara serveri og dátugrunnur verður hýstur á tryggum servara. Hesin veitarin umsitir GDPR (General Data Protection Regulation) og tryggjar, at tínar dátur verða handfarnar tryggiliga.

7. Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?

  • Konto upplýsingar: So leingi sum tín konto er virkin
  • Viðmerkingar og litir: So leingi sum tín konto er virkin
  • Server logs: Í mesta lagi 90 dagar
  • Strikaðar kontur: Allar upplýsingar verða strikaðar innan 30 dagar

Um tú ynskir at strika tína konto, verða allar tínar persónligar upplýsingar strikaðar frá okkara kelduskipan.

8. Progressive Web App (PWA)

Skriftin.fo er ein Progressive Web App (PWA), sum tú kanst taka niður á snildtelefonir. tablet ella teldu. Tá ið tú installerst appin:

  • Offline goymsla: Bíblutekstur verður goymtur lokalt á tínum tóli fyri offline atgongd
  • Cache: Síðufílar verða cachað í tínum browsara fyri skjótari lesing
  • Service Worker: Eitt service worker script verður installerað til at handtera offline funksjón

Allar hesar upplýsingar verða goymdar á TÍNUM tóli og verða IKKI sendur til okkara serverar, uttan tá ið tú er innritað/ur og synkroniserur tínar persónligu viðmerkingar.

9. Broytingar í hesum politikki

Vit kunnu dagføra hendan privatlivspolitikk frá tíð til tíð. Allar broytingar verða settar á hesa síðuna.

10. Samband

Um tú hevur spurningar til eitt hvørt er tú vælkomin at set teg í samband við okkum:

  • Heimasíða: https://skriftin.fo
  • Teldupost: Tú kanst finna samband upplýsingar á heimasíðuni