Triðja Jóhannesarbrævið kap. 1

Uppsetan
1. A Greeting from the Elder
1:1-4:1
2 Tú elskaði! Eg ynski, at tær skal gangast væl á allan hátt, og at tú skalt hava heilsuna – eins og sál tíni gongst væl.
3 Tí eg varð ógvuliga glaður, táið nakrir brøður komu og vitnaðu um sannleikan, sum í tær er – sum tú jú livir í sannleikanum.
4 Størri gleði havi eg ikki enn tað, at eg hoyri, at børn míni liva í sannleikanum.
2. Gaius Commended for Hospitality: Love One Another
1:5-8:1
5 Tú elskaði! Tú gert trúfast verk í tí, sum tú gert fyri brøðurnar – og tað fyri fremmandar.
6 Teir hava fyri samkomuni vitnað um kærleika tín. Og tú gert væl í at hjálpa teimum á veg, soleiðis sum Gudi er verdigt;
7 tí fyri navns Hansara skuld fóru teir avstað uttan at hava nakað frá heidningunum.
8 Skylda okkara er tí at taka okkum av slíkum, so vit kunnu verða samverkamenn sannleikans.
3. Diotrephes and Demetrius: Beware Deceivers
1:9-11:1
a. Diotrephes the Slanderer
1:9-11:1
9 Eg havi skrivað nakað til samkomuna; men Diotrefes, sum fegin vil vera fremstur millum teirra, tekur ikki ímóti okkum.
10 Eg skal tí, táið eg komi, minna um verkini, ið hann ger, hvussu hann baktalar okkum við illum orðum. Og hetta er honum ikki nóg mikið; nei – fyrst tekur hann ikki sjálvur ímóti brøðrunum, og síðani forðar hann teimum, ið vilja gera tað, og koyrir tey úr samkomuni.
11 Tú elskaði! Tak ikki eftir hinum illa, nei, tak eftir hinum góða! Tann, ið ger hitt góða, er av Gudi; tann, ið ger hitt illa, hevur ikki sæð Gud.
b. Demetrius the True
1:12
12 Demetrius hevur góðan vitnisburð av øllum – og av sannleikanum sjálvum. Eisini vit geva honum vitnisburð, og tú veitst, at vitnisburður okkara er sannur.
4. Conclusion
1:13-14:1
13 Eg havi mangt at skriva tær; men eg vil ikki skriva til tín við blekki og penni.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.