Seinna Jóhannesarbrævið kap. 1

Uppsetan
1. A Greeting from the Elder
1:1-3:1
1 Hin elsti – til hina útvaldu frú og børn hennara, sum eg av sonnum elski – og ikki bert eg, men eisini øll, ið hava lært sannleikan at kenna –
2 fyri sannleikans skuld, sum verður verandi í okkum og skal vera við okkum til ævigar tíðir.
3 Náði, miskunn, friður, frá Gudi Faðir og frá Jesusi Kristi, Syni Faðirsins, skal vera við okkum, í sannleika og kærleika.
2. Walking in Truth: Love One Another
1:4-6:1
4 Eg havi stórliga glett meg um, at eg havi funnið nøkur av børnum tínum at liva í sannleikanum, eftir boðnum, ið vit fingu frá Faðirinum.
5 Og nú biði eg teg, frú – ikki, sum eg hevði skrivað tær nýtt boð, men tað, sum vit høvdu frá upphavi – at vit skulu elska hvørt annað.
6 Hetta er kærleikin, at vit liva eftir boðum Hansara. Hetta er boðið, soleiðis sum tit hava hoyrt tað frá upphavi, fyri at tit skulu liva eftir tí.
3. Beware Deceivers
1:7-11:1
7 Tí mangir villleiðarar eru farnir út í heimin, sum ikki játta Jesus sum Kristus, komnan í holdi; slíkur er villleiðarin og Antikristus.
8 Varðið tykkum, at tit missa ikki tað, sum vit hava avrikað, men kunnu fáa fulla løn!
9 Hvør tann, ið víkur av leið og verður ikki verandi í læru Kristusar, hevur ikki Gud; tann, sum verður verandi í læruni, hevur bæði Faðirin og Sonin.
10 Kemur onkur til tykkara og lærir ikki hesa læru, so takið ikki ímóti honum í húsum tykkara og biðið hann ikki vælkomnan!
11 Tí tann, ið biður hann vera vælkomnan, fær lut við honum í óndu verkum hansara.
4. Conclusion
1:12-13:1
12 Eg havi nú nógv at skriva til tykkara; men eg vil ikki gera tað við pappíri og blekki; nei, eg vóni at koma til tykkara og tala munnliga við tykkum, so gleði okkara kann verða fullkomin.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.