Fyrra Pætursbrævið kap. 1
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
1.
A Greeting from Peter
1:1-2:1
1
Pætur, ápostul Jesu Krists – til útlendingarnar í sundurspreiðing í Pontus, Galatia, Kappadokia, Asia og Bitýnia,
2
útvald eftir fyrivitan Guds Faðirs, í halgan Andans, til lýdni og ásletting við blóði Jesu Krists. Náði og friður falli tykkum margfalt í lut!
2.
A Living Hope: A Song of Praise
1:3-12:1
3
Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum eftir stóru miskunn Síni hevur endurføtt okkum til livandi vón við uppreisn Jesu Krists frá hinum deyðu
4
– til óforgeingiligan, ódálkaðan og ófølnandi arv, sum tykkum er goymdur í Himlunum,
5
tykkum, sum við kraft Guds eru varðveitt við trúgv til frelsu, sum er til reiðar at verða opinberað á síðstu tíð!
6
Í henni gleðast tit, um tit so nú stutta tíð – táið so skal vera – hava sorg í alskyns royndum,
7
fyri at roynda trúgv tykkara – sum er mangan dýrabarari enn hitt forgeingiliga gull – og tað verður tó roynt við eldi – kann finnast til rós, dýrd og heiður í opinbering Jesu Krists.
8
Hann elska tit, tóat tit hava ikki sæð Hann; og tóat tit nú ikki síggja, men trúgva, gleðast tit í Honum við ósigiligari og dýrmettari gleði
9
og náa málið fyri trúgv tykkara – frelsu sálanna.
10
Um hesa frelsu var tað, profetar granskaðu og rannsakaðu, teir, sum profeteraðu um náðina, ið tit skuldu fáa.
11
Teir granskaðu, hvør ella hvussu tíðin var, ið Andi Kristusar, sum í teimum var, vísti á, táið Hann frammanundan vitnaði um líðingar Kristusar og dýrdina aftaná.
12
Og teimum varð opinberað, at tað var ikki sær sjálvum, men okkum, teir tæntu við hesum, sum nú er tykkum boðað við teimum, ið hava kunngjørt tykkum evangeliið í Heilaga Andanum, sum sendur varð av Himli – hesum, sum einglar tráa eftir at skoða inn í.
3.
A Call to Holiness
1:13-21:1
13
Gyrðið tí lendar sinnis tykkara, verið edrú, og setið heilt og fult vón tykkara til náðina, sum tykkum veitist í opinbering Jesu Krists!
14
Sum lýðin børn skulu tit ikki skikka tykkum eins og áður, táið tit livdu eftir lystunum, tí tit vistu ikki betur.
15
Nei, eftir hinum Heilaga, sum kallaði tykkum, skulu eisini tit verða heilag í øllum atburði tykkara;
16
tí skrivað er: „Tit skulu vera heilag, tí Eg eri heilagur.“
17
Táið tit ákalla Hann sum Faðir, ið dømir uttan at gera mannamun, eftir verki hvørs eins, so livið í ótta útlegdartíð tykkara!
18
Tit vita jú, at tað var ikki við tí, sum forgeingiligt er – silvuri ella gulli – tit vórðu leyskeypt frá dáraatburði tykkara, sum arvaður var frá fedrunum.
19
Nei, tað var við dýra blóði Kristusar – sum av lýtaleysum og ódálkaðum lambi –
20
Hansara, sum kendur var frammanundan, áðrenn heimurin varð grundaður, men varð opinberaður við enda tíðanna fyri tykkara skuld,
21
sum við Honum trúgva á Gud, ið reisti Hann upp frá hinum deyðu og gav Honum dýrd – so at trúgv tykkara er eisini vón til Gud.
4.
The Enduring Word
1:22-25:1
22
Eftir at hava reinsað sálir tykkara í lýdni fyri sannleikanum til bróðurkærleika, sum ikki bert er eiti – havið brennandi kærleika hvør til annan av reinum hjarta –
23
tit, sum endurfødd eru, ikki av forgeingiligum sáði, men óforgeingiligum, við orði Guds, sum livir og varir!
24
Tí alt kjøt er sum gras, og øll dýrd tess sum blóma grassins; grasið følnar, og blóma tess fellur av;
25
men orð Harrans verður í allar ævir. – Og hetta er orðið, sum tykkum er kunngjørt við evangeliinum.