Jákupsbrævið kap. 1

Uppsetan
1. Genuine Faith
1:1-3:18
a. A Greeting from James
1:1
1 Jákup, tænari Guds og Harrans Jesu Krists, heilsar hinum tólv ættum í sundurspreiðingini.
b. The Testing of Faith
1:2-18:1
i. Rejoicing in Trials
1:2-12:1
2 Brøður mínir! Roknið tað fyri bera gleði, táið tit koma í alskyns freistingar!
4 Og latið tolið leiða til fullkomið verk, so tit kunnu vera fullkomnir og heilir, og einki vantar á hjá tykkum!
5 Men fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki – so skal hann verða honum givin!
6 Men hann biði í trúgv, uttan at ivast! Tí tann, ið ivast, er líkur havsbylgju, ið verður rikin og kastað av vindinum.
10 og hin ríki av, hvussu lítið hann hevur at týða! Tí hann skal verða til einkis sum blóma á grasi.
11 Sólin kemur upp við hita sínum og svíður grasið av, og blóma tess fellur av, og fagurleiki útsjóndar hennara verður til einkis. – Soleiðis skal eisini hin ríki følna á leiðum sínum.
12 Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins, sum Gud hevur lovað teimum, ið elska Hann.
ii. Good and Perfect Gifts
1:13-18:1
13 Eingin sigi, táið hann verður freistaður: „Eg verði freistaður av Gudi“! Gud verður ikki freistaður av hinum illa, og Hann freistar heldur ongan.
14 Nei, ein og hvør verður freistaður, táið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd.
15 Síðani, táið girndin er farin at ganga við fostri, føðir hon synd, og táið syndin er fullvaksin, føðir hon deyða.
17 Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.
18 Eftir vilja Sínum føddi Hann okkum við sannleiksorði, so vit skuldu vera frumgróður skapninga Hansara.
c. Hearing and Doing
1:19-27:1
19 Tit vita tað, elskaðu brøður mínir! Men hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði!
21 Leggið tí av alla óreinsku og allan óndskap, sum enn er eftir, og takið við spakføri móti orðinum, sum plantað er í tykkum, og sum er ment at frelsa sálir tykkara!
22 Men verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess – við tí dára tit tykkum sjálvar!
23 Tí um onkur er hoyrari orðsins og ikki gerari tess, er hann eins og maður, ið hyggur at náttúrliga andliti sínum í spegli.
24 – Hann hyggur at sær sjálvum og fer síðani avstað og gloymir alt fyri eitt, hvussu hann sá út.
25 Men tann, sum skoðar inn í fullkomnu lóg frælsisins – og heldur á við tí, so at hann verður ikki gloymskur hoyrari, men gerari verksins – hann skal vera sælur í verki sínum.
26 Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis.
27 Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul