Fyrra Tessalonikabrævið kap. 1

Uppsetan
1. A Celebration of Faith
1:1-3:13
a. Greetings to the Thessalonians
1:1-10:1
1 Paulus, Silvanus og Timoteus – til samkomu Tessalonikamanna í Gudi Faðir og Harranum Jesusi Kristi. Náði veri við tykkum og friður!
3 Fyri ásjón Guds og Faðirs okkara minnast vit altíð og gloyma aldri verk tykkara í trúnni, arbeiði tykkara í kærleikanum og tolinmóð tykkara í vónini á Harra okkara Jesus Kristus.
5 Tí evangelium okkara kom ikki bert í orðum til tykkara, nei, í kraft og Heilaga Andanum og við fullari vissu. Tit vita eisini, hvussu atburður okkara var tykkara millum fyri tykkara skuld.
6 Og tit gjørdust eftirfylgjarar okkara – ja, eftirfylgjarar Harrans, táið tit, mitt í stórari trongd, tóku móti orðinum við gleði í Heilaga Andanum,
8 Tí frá tykkum hevur orð Harrans ljóðað út; ikki bert í Makedonia og Akaia, nei, allastaðni hevur hoyrst um trúgv tykkara á Gud, so at okkum nýtist einki at siga um tað;
9 tí tey kunngera sjálv um okkum, hvussu vit fingu inngongd hjá tykkum, og hvussu tit vendu tykkum til Gud frá avgudunum, at tæna hinum livandi og sanna Gudi
10 og vænta Son Hansara av Himlunum, sum Hann reisti upp frá hinum deyðu, Jesus, sum frelsir okkum frá vreiðini, ið kemur.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul