Galatiabrævið kap. 1

Uppsetan
1. Personal: Authentication of the Message and the Messenger
1:1-2:21
a. Introduction
1:1-9:1
i. Paul’s Greeting to the Galatians
1:1-5:1
1 Paulus, ápostul, ikki av menniskjum, ei heldur við nøkrum menniskja, men við Jesusi Kristi og Gudi Faðir, sum reisti Hann upp frá hinum deyðu,
4 sum gav Seg sjálvan fyri syndir okkara, fyri at bjarga okkum út úr hesum núverandi ónda heimi, eftir vilja Guds og Faðirs okkara!
ii. No Other Gospel
1:6-9:1
6 Eg undrist á, at tit so skjótt lata tykkum venda burtur frá Honum, ið kallaði tykkum við náði Kristusar, til annað evangelium –
7 sum tó einki annað er; bert eru nakrir, sum villa tykkum og vilja rangsnúgva evangelium Kristusar.
8 Men um so vit ella eingil av Himli kunnger tykkum annað evangelium enn tað, sum vit hava kunngjørt tykkum – hann veri bannaður!
9 Sum vit áður hava sagt, sigi eg nú uppaftur: Kunnger nakar tykkum annað evangelium enn tað, sum tit hava tikið við, so veri hann bannaður!
b. Authentication of the Messenger
1:10-24:1
i. Gospel Not According to Man
1:10-12:1
10 Tali eg nú menniskjum til vildar ella Gudi! Ella royni eg at toknast menniskjum! Royndi eg at toknast menniskjum enn, so var eg ikki tænari Kristusar.
11 Tí tað skal eg lata tykkum vita, brøður, at evangeliið, sum eg havi prædikað, er ikki menniskjaverk;
12 eg havi jú heldur ikki fingið tað ella lært tað av nøkrum menniskja, men við opinbering Jesu Krists.
ii. Former Life and Conversion
1:13-17:1
13 Tit hava jú hoyrt, hvussu eg bar meg at fyrr, táið eg livdi sum Jødi, at eg ómetaliga hart søkti at samkomu Guds og oyddi hana.
14 Eg fór longur í jødadóminum enn mangir javnaldrar í fólki mínum; eg var enn ídnari fyri lærdómum fedra mína.
15 Men táið Gudi líkaði – sum úr móðurlívi hevði tikið meg út, og sum kallaði meg við náði Síni –
16 at opinbera Son Sín í mær, fyri at eg skuldi kunngera evangeliið um Hann millum heidningarnar, spurdi eg við tað sama ikki hold og blóð til ráðs,
17 fór heldur ikki niðan til Jerusalem til teirra, sum undan mær vóru ápostlar; nei, eg fór burt til Arabia og kom so aftur til Damaskus.
iii. Paul’s Reputation
1:18-24:1
1. In Jerusalem
1:18-20:1
18 Seinni, trý ár eftir, fór eg niðan til Jerusalem at læra Kefas at kenna, og eg steðgaði hjá honum fimtan dagar.
20 – Tað, sum eg her skrivi til tykkara – fyri ásjón Guds vitni eg, at eg lúgvi tað ikki.
2. The Churches in Judea
1:21-24:1
23 tey hoyrdu bert: „Hann, ið áður søkti at okkum, prædikar nú evangeliið um trúnna, sum hann einaferð ætlaði at oyða.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul