Seinna Korintbrævið kap. 6

Uppsetan
vii. Hardships and God’s Grace
6:1-10:1
1 Sum teir, ið arbeiða saman við tykkum, áminna vit tykkum tó eisini, at tað má ikki vera til einkis, tit hava tikið ímóti náði Guds.
2 Hann sigur jú: „Á teirri tíð, sum Mær toknaðist, bønhoyrdi Eg teg, og frelsudagin kom Eg tær til hjálpar.“ – Ja, nú er lagalig tíð, nú er frelsudagurin!
4 Nei, í øllum prógva vit okkum sum tænarar Guds: Við miklum toli í trongdum, í neyð, í angist,
6 við reinleika, við kunnskapi, við langmóði, við mildleika, við Heilaga Andanum, við kærleika, sum ikki er bert eiti,
7 við sannleiksorði, við kraft Guds, við rættvísivápnum, bæði til álop og verju,
8 í æru og vanæru, í ringum orði og góðum orði, sum villleiðarar og tó sannorðaðir,
9 sum ókendir og tó vælkendir, sum teir, ið doyggja, og vit liva tó enn, sum teir, ið verða tyktaðir, men tó ikki dripnir,
10 sum sorgarfullir, men altíð glaðir, sum fátækir, ið tó gera mong rík, sum teir, ið einki hava og tó eiga alt.
d. Paul’s Exhortation
6:11-7:16
i. Open Your Hearts
6:11-13:1
13 Gevið okkum tá líka fyri líka – eg tali sum til børn míni – rúmkið eisini tit hjørtu tykkara!
ii. Do Not Be Unequally Yoked with Unbelievers
6:14-18:1
14 Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur!
15 Hvat samljóð er millum Kristus og Belial, og hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvandi!
16 Hvussu kann tempul Guds sameinast við avgudar! – Vit eru jú tempul hins livandi Guds – sum Gud hevur sagt: „Eg skal búgva hjá teimum og ganga millum teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.“
17 „Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum – sigur Harrin – og nemið einki óreint! Tá skal Eg taka ímóti tykkum“;
18 „og Eg skal vera tykkum Faðir, og tit skulu vera Mær synir og døtur – sigur Harrin hin Alvaldi.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul